Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-03-31, síða 39
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 31. mars 2014síða 39

‹ fyrra síða allar 60 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

15 Vinnublaðið hjá Miðlahúsinum nr. 3 I 31. mars 2014 Oljufeløgini høvdu valt Runavík sum útgerðarhavn til teir fyrsta átta leitibrunnarnar, men veitingin fær eisini miðstøð har, tá níggjundi brunnurin verður boraður í summar Ingolf S. Olsen já Statoil eru teir væl nøgdir við ta tænastu, teir higartil hava fingið í Runavík, og felagið kendi onga trongd at leita eftir øðrum møguligum útgerðarhavnum at húsa veitingini, nú níggjundi brunn­urin á føroyska land­ grunn­inum skal borast í summar. Statoil er fyri­støðu­ felag fyri bæði brunninum í Brugduni II, sum farið verður undir aftur at bora í næstum, og fyri boringini, sum skal gerast í leitiøkinum Súlan-Stelkur í summar. Tá Runavík í 2001 varð vald sum útgerðar­ havn, var tað annars bara fyri teir fyrstu átta brunnarnar, so Statoil er ikki bundið til Runavík í sambandi við brunnin, sum skal borast í summar. – Men tað vildi verið tápuligt at flutt alt veitingarvirksemið á landi beint eftir, at vit eru lidnir í Brugduni II, tá vit beinanvegin skulu í holtur við hina boringina. Og umframt hetta, so hava vit verið stak væl nøgdir við út­gerðar­havnina í Runavík, bæði sum øki og viðvíkjandi tænastustignum, sigur Rúni M. Hansen, stjóri hjá Statoil í Føroyum og í Grønlandi. Annar tørvur Hann sigur, at tey ikki hava hugsað um aðrar havnamøguleikar. – Men tað er sjálvsagt nakað, vit møguliga fara at hyggja upp á, um vit skuldu verði so heppin at funnið kolvetni í rakstrarverdum nøgdum, sigur Rúni M. Hansen. Hann skilir væl, at kommurnar vilja kappast um at hýsa einari oljuútgerðarhavn. – Tað er onki løgið í tí, tí virksemið verður óiva nógv, um ein framleiðsla fer í gongd. Eg vóni bara, at kjakið um hetta verður realist­ iskt, tí vit mugu ikki gloyma, at alt enn er sera óvist, og vit mugu eisini hugsa, at tá tað kemur til hesa vinnuna, eru allar Føroyar á ein hátt ein útjaðari, sigur Rúni M. Hansen. Statoil onga trongd at flyta H – Um vit eru so heppin, at vit fáa eina kolvetnisframleiðslu á landgrunninum, verður tørvurin til veitingarfasilitetir á landi ein annar, og tá mugu vit sjálvsagt hyggja upp á tað, men vit eru væl nøgdir við Runavík sum útgerðarhavn og hava ikki kent nakra trongd at leita eftir øðrum veitarum, sigur Rúni M. Hansen, stjóri hjá Statoil í Føroyum og Grønlandi. Tað er í óbygda økinum millum Skála og Skálafjørð, at Runavíkar Kommuna ætlar at byggja eina stóra oljuhavn, um kolvetni verða funnin undir landgrunninum. Havnaøkið skal vera eina hálva millión fermetrar til støddar, og kajkanturin verður nakrar hundrað metrar. Dýpið fram við kajkantinum skal vera í minsta lagi 12 metrar