mánadagur 31. mars 2014síða 40
‹ fyrra síða allar 60 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
16
nr. 3
I
31. mars 2014
Vinnublaðið
hjá Miðlahúsinum
700 fermetrar til vinnuna
Nýggju hølini hjá Vinnuhúsinum stenda skjótt klár. Húsini skulu millum annað verða
karmur um sáttmálasamráðingar og fara sum heild at rúma fundarvirkseminum hjá
starvfólkum og limum betur, sigur stjórin í Vinnuhúsinum, Marita Rasmussen
Marjun Dalsgaard
ýggju húsini hjá Vinnuhúsinum
verða væntanti klár í juli.
Vinnuhúsið hevur hildið til í
Smærugøtu á Ternuryggi, men
her vóru ikki umstøður til tað
nógva fundarvirksemið, sum er
í felagnum.
– Vinnuhúsið hevur seinastu
árini húsast væl í Smærugøtu.
Tó hevur tað víst seg, at um
støðurnar serliga til nógv fundarvirksemi,
sum er í húsinum ikki hava verið nøktandi.
Hetta er ein av orsøkunum til avgerðina um
nýggjan fyrisitingarbygning. Nú fáa vit eisini
ein bygning, sum er innrættaður til tað enda
mál, sum feløgini í Vinnuhúsinum hava, sigur
Marita Rasmussen.
Tá nýggju húsini standa liðugt verður tað
gjørligt hjá lesandi at sita og arbeiða í styttri
tíðarskeið, eins og limir skulu hava møguleika
fyri. Teir 40 limirnir hjá Vinnuhúsinum fáa
betur arbeiðsumstøður millum annað til
sáttmálasamráðingar.
Betur umstøður til samráðingar
– Fyrst og fremst munandi betri hølir til
fundarvirksemi í húsinum. Serliga til sátt
málasamráðingar eru umstøðurnar ikki nóg
góðar, sum nú er, sigur Marita Rasmussen.
Føroya Arbeiðsgevarafelag og undirfeløg
hava út við 40 sáttmálar at røkja og samráðast
um.
– Tað er sera týdningarmikið at hava
góðar umstøður til drúgvar fundir umframt
at annað virksemi í húsinum kann fara fram
ótarna, meðan samráðingarnar eru, sigur
Marita Rasmussen.
Annars verður virksemi í húsinum tað
sama.
– Vit fáa betri umstøður til, at onnur t.d.
lesandi kunnu húsast hjá okkum stytri tíðar
skeið, og at limir í húsinum kunnu koma inn
og arbeiða nakrar tímar, meðan tey bíða eftir
øðrum, um tey hava tørv á tí, men annars
verður virksemið tað sama, sigur hon.
10 fólk starvast í Vinnuhúsinum og felagið
hevur 40 limir.
N
Vinnuhúsið
– Tað er sera týdningarmikið at virksemið í
húsinum kann fara fram ótarna, meðan samráð
ingarnar eru, sigur Marita Rasmussen. Føroya
Arbeiðsgevarafelag og undirfeløg hava út við
40 sáttmálar at røkja og samráðast um
Nýggja vinnuhúsið verður væntandi liðugt í juli. Tað kostar 16
milliónir krónur og verður 700 fermetur til støddar
Vinnuhúsið er felagsheitið fyri
virksemið hjá Føroya Arbeiðs
gevarafelag, teirra limum og
teimum vinnufeløgum, sum
eru knýtt at Vinnuhúsinum.
Føroya Arbeiðsgevarafelag
rekur Vinnuhúsið, og nevndin í
Føroya Arbeiðsgevarafelag hevur
yvirskipaðu ábyrgdina av virk
seminum í Vinnuhúsinum. Stjórin er
settur av nevndini í Føroya Arbeiðs
gevarafelag og hon tekur sær av
dagliga rakstrinum av húsinum.
Vegna vinnuna ger Arbeiðs
gevarafelagið sáttmálar við
løntakarafeløgini. Felagið veitir
limunum ráðgeving og tænastu á
ymiskum økjum, t.d. starvsfólka
viðurskiftum, leiðsluviðurskiftum,
sáttmálaspurningum og lógum
og reglugerðum á vinnuøkinum.