Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-05-22, síða 27
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 22. mai 2004síða 27

‹ fyrra síða allar 49 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

4 Nr. 96 - 22. mai 2004 Nr. 96 - 22. mai 2004 5 Nú síggja føroyingar endiliga veruleikan í eyguni á hernaðarliga økinum, sigur løgmaður HERNAÐAR- SAMTYKTIN Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo – Nú kunnu vit síggja veru- leikan í eyguni. Jóannes Eidesgaard, løg- maður, er væl nøgdur við hernaðarsamtyktirnar, sum løgtingið endaliga samtykti mikudagin, seinasta dagin, áðrenn tað fór í summarfrí. Hann sigur, at nú kunnu føroyingar viðgera hern- aðarmálini út frá veruleik- anum. – Hernaðarsamtyktirnar, sum hava verið í gildi, vóru gjørdar útfrá tíðini, sum tá var. Men tær vóru gamlar og heimurin er nógv broytt- ur, síðani. Men Løgmaður heldur eisini, at tær samtyktirnar førdu til, at føroyskir mynd- ugleikar vórðu heilt settar út á eitt síðuspor uttan at hava nakra sum helst ávirk- an á okkara egnu viður- skifti. – Tær gomlu hernaðar- samtyktirnar staðfestu, at Føroyar skuldu vera uttanfyri allar hernaðarligar samgongur. Og hóast Føroyar skuldu vera uttanfyri allar hernað- arligar samgongur, hevur veruleikin verið ein heilt annar, tí vit hava jú alla tíðina verið ein partur av NATO. – Sostat hevur lands- stýrið altíð havt eina støðu, sum hevur verið í stríð við veruleikan. Føroyingar púra avskornir Løgmaður sigur, at sam- tyktin, sum segði, at vit skuldu vera uttanfyri hern- aðarsamtyktir, hevur í veru- leikanum ført við sær, at landsstýrið heilt avskorið frá at viðgerða hernaðarmál og trygdarmál. Sostatt kundi landsstýrið als ikki so frægt sum við- gera teir fyrispurningar, tað fekk. – Men hernaðarsamtykt- irnar førdu eisini við sær, at føroyskir myndugleikar í alt ov lítlan mun vóru kunnaðir um tað, sum hendi á hesum øki og sum hevði týdning fyri okkum. Kortini staðfesta bæði bæði Reyðabók og Svarta- bók, at tá ið viðurskifti viðvíkjandi Føroyum vóru á skránni, varð løgmaður kunnaður viðhvørt. – Men løgmaður mátti hava hesa vitan fyri seg sjálvan og tí hann hevði ikki heimild at kunna sítt egna landsstýri, ella løg- tingið um tað, hann visti. – Og annars gjørdi tað ikki mun, hvat løgmaður segði, tí tær ætlanir, sum vóru í umbúna í Føroyum, vórðu settar í verk, sama, hvat løgmaður segði. Stinga ikki høvdið í sandin Jóannes Eidesgaard sigur, at nýggja hernaðarsamtykt- in er ein uppgerð við tað støðuna. Nýggja samtyktin ber í sær, at føroyingar alment viðurkenna veruleikan, sum hann er, nevniliga, at vit, ígjøgnum ríkisfelags- skapin, eru ein partur av einum størri verju og trygd- arpolitiskum høpi, antin vit vilja ella ikki. – Tá ið vit kortini eru ein partur av eini størri heild, kunnu vit akkurát tað sama royna at fáa sum frægast burturúr. Løgmaður ásannar, at tjóðveldisflokkurin er í- móti, at hernaðarsamtyktin viðurkennur, at verjupoli- tikkur er danskt ábyrgdar- øki. – Tað er rætt. Men tað hevur altíð verið galdandi. Og skal tann støðan broyt- ast, so mugu vit taka loys- ing. Fyrrenn tá, kann verju- og trygdarpolitikkur ikki vera føroyskt ábyrgdarøki. – Men veruleikin er eis- ini, at tað verður altso ikki við tað fyrsta, at vit taka loysing. – Og ístaðin fyri at stinga høvdið í sandin, sum tjóð- veldisfólk hava gjørt alla tíðina, er samgongan sinn- að til at royna at fáa tað besta burturúr undir teim- um umstøðum, sum eru. Jóannes Eidesgaard sig- ur, at nýggja samtyktin ber í sær, at føroyskir myndug- leikar skulu hoyrast og skulu hava møguleika at ávirka avgerðirnar, tá ið ætlanir viðvíkjandi Føroy- um eru á skránni. – Umframt at gera støð- una greiða á økinum, er endamálið eisini at gera føroyskar politikarar virkn- ar, tá ið tað snýr seg um trygdar- og verjupolitikk á føroyskum landøki, sjóøki og luftøki, sigur løgmaður. Í nógv ár hava vit stungið høvdið í sandin á hernaðarliga økinum, men nú skulu vit síggja veruleikan í eyguni Síggja veruleikan í eyguni Mikudagin tók Malan Marnersdóttir alment við sum professari á Føroya- málsdeildini á Fróðskapar- setri Føroya. – Eg havi altíð roynt at ar- beitt miðvíst ímóti góðum úrslitum. At vera framsøkin er bæði spennandi og av- bjóðandi. Tað er altíð gott at seta sær nøkur mál og vita, um tú røkkur teimum, sigur Malan Marnersdóttir. Malan Marnersdóttir er 52 ára gomul, og hon hevur verið á Fróðskaparsetri Føroya síðani 1983. Sein- astu seks árini hevur hon verið rektari á Fróðskapar- setrinum. Móttøka var á Føroya- málsdeildini mikudagin, tá Malan Marnersdóttir varð tilnevnd professara. Tað var Jóan Pauli Joensen, vara- rektari, sum handaði henni professarabrævið. Malan Marnersdóttir, professari, helt fyrilestur við heitinum »leita og tú skalt finna.« Malan segði í viðtalu við Sosialin seinasta leygardag, at uppgávan hjá henni verð- ur at røkja arbeiðið so væl sum yvirhøvur gjørligt. – Eg skal nú fyrst og fremst royna meg sum professara. Tað arbeiðið inniheldur fleiri nýggj øki, sum eg eri noydd at tillaga meg til, sigur Malan Marn- ersdóttir, nýtilnevndur professari. hkm Sagt verður frá, at frálíkur og einanstandandi kórtón- leikur verður at hoyra um vikuskiftið. Tað er Sunleif Rasmussen, sum leiðir kórið Tarira á konsertferð í Føroyum. Konsertirnar verða hildnar í fýra ymisk- um kirkjum kring landið. Næsta konsertin hjá Tar- ira verður í Gøtu kirkju nú sunnudagin 23. mai kl. 16.00. Á skránni eru trý verk, sum ikki eru framførd áður í Føroyum. Talan er um eitt verk eftir Robert Whyte og tvey verk eftir Arvo Pärt. Fýra tónleikarar eru við á konsertferðini í Føroyum: Sámal Petersen, violin; Nicolas Kapnas, bratsch; Jens Christian Guttesen, cello, og Heðin Kambsdal, orgul. Tað er Sunleif Rasmuss- en sjálvur, sum hevur sett á stovn kórið Tarira. Sunleif stjórnar kórinum, og hann hevur útbúgving frá Det Kongelige Danske Musik- konservatorium. Hann hev- ur millum annað vunnið Tónleikavirðisløn Norður- landaráðsins, og er hann sera virkin innan føroyskt tónleikalív. Hinar konsertirnar hjá Tarira verða í Húsavíkar kirkju tann 28. mai og 31. mai í Vesturkirkjuni. Ein konsert hevur longur verið, nevniliga í Sandavági, og sagt varð frá einum tiltakið, sum var væleydnað. Konsertirnar vara ein tíma uttan steðg og eru ókeypis. hkm Ferðaráð Føroya roynir seg við átøkum, sum skulu fáa føroyingar at ferðast meira í Føroyum. Fleiri fylgjandi átøk verða seinni í summar, sigur Ferðaráðið FERÐAVINNA Edvard Joensen Tað er skilagott av føroy- ingum at halda sína feriu í Føroyum, sigur Per Hanen, varastjóri á Ferðaráð Før- oya. Pengarnir, fólk leggja eftir seg, koma fleirfaldir aftur, vísir hann á. Í fyrsta lagi fáa tey, sum selja vørur ella tænastur til føroyingar, vinning burtur- úr. Í øðrum lagi eru før- oyskir pengar, brúktir í Før- oyum, vunnir dupult aftur í mun til, um teir vórðu brúktir uttanlands, sigur varastjórin á Ferðaráðnum. Ferðaráðið hevur seinnu árini havt átøk, har dentur verður lagdur á at fáa før- oyingar at ferðast í Føroy- um. Eitt nú við framsýning- um og messum, eins og nú eisini faldarar verða gjørd- ir, sum lýsa møguleikarnar at ferðast bæði til gongu og nú seinast eisini á súkklu. Á messuni, sum var í SMS í seinastu viku, varð ein nýggjur súkklufaldari framlagdur, eins og gongu- faldarin, sum fyrr er komin út á enskum og donskum, eisini varð givin út á før- oyskum. Hetta er eisini eitt átak fyri at røkka føroyingum, sigur Per Hansen, varastjóri á Ferðaráðnum. Hann sigur, at onkur upp- fylging av tí, sum higartil er gjørt, verður seinni í vár ella summar. Heilt ná- greiniliga kann hann tó ikki siga, hvat tað verður, men tað verður so gjørt í fram- haldi av arbeiðinum at fáa føroyingar at støðast her heima í síni frítíð, sigur hann. Um faldararnar, sum givnir eru út, sigur Per Hansen, at hetta er ein byr- jan. Tað skal gerast væl meira við at vísa á gøtur og túrar, sum gangast kunnu. Umráðandi er, um gerast skal ordiliga burtur úr gongutúrum, at umstøður sum góðar gøtur at ganga eftir, eru í lagi. Tað er ikki bara at fara í hagan, tí fleiri avmarkingar liggja við. Loyvt er í grund- ini bara at ganga eftir merktum bygdagøtum, um ikki annað nágreiniligt loyvi er fingið. Og ikki er altíð ráðiligt hjá hvørjum sum helst at fara ókendur í hagan. Per Hansen, sigur, at tað er við at síggjast aftur í hagtølunum, at føroyingar eisni eru farnir at brúka meira av síni frítíð heima á landi. Serliga eru tað gistingar- húsini, sum siga frá fleiri føroyskum gestum, vísir hann á. Hann sigur eisini, at tað skilst á eitt nú kunning- arstovunum, at fleiri og fleiri eisini leiga sær frítíð- arhús kring landið. Men hesi hagtølini ber enn ikki til at fáa frá Hagstovuni, sigur hann. Føroyingar ferðast í Føroyum Gongutúrar á føroysku fjøllunum standa mát við mestsum alt, sum síggjast kann av náttúru uttanlands. Júst tí, at lendið er so nakið, og eingi trø og skógir fjala foldina, sæst hvør lág, hvør túgva og hvør skuggi, sum lendið leggur. Alt er livandi Mynd: Edvard Joensen Nýggjur tónleikur Nýggjur professari - Eg havi altíð roynt at arbeitt miðvíst ímóti góðum úrslitum, sigur Malan Marnersdóttir, sum nú kann skriva »professari« á visitkortið Føroyska tónaskaldið Sunleif Rasmussen er kórleiðari hjá Tarira, sum í hesum døgum er á konsertferð kring oyggjarnar C M Y K 5 4 J. Broncks gøta 37 · Postsboks 370 · FO-110 Tórshavn Tlf: 34 59 00 · Fax: 34 59 50 · booking@smyril-line.fo Prísur fyri hvønn úr kr. 800,- Pakkaferð til Danland Ferðir við Norrönu Flogferðir við Maersk Air Flogferðir við Atlantic Airways Vikuskifti á Hotel Føroyum Døgurðar á Hotel Føroyum Máltíðir umborð Luktilsi Gávulutir ...og mangt annað