leygardagur 22. mai 2004síða 28
‹ fyrra síða allar 49 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
6
Nr. 96 - 22. mai 2004
Nr. 96 - 22. mai 2004
7
Skála ìtróttarfelag PDF
(80%)
Ortopædkirurgiskur
skómakari
&bandagistur frá
SAHVA
verða á Klaksvíkar Sjúkrahúsi 15. og 16. juni og
á Landssjúkrahúsinum 17. juni 2004.
Tíð fæst við at ringja á tlf. 45 54 63, týsdag og
mikudag kl. 10-12, í seinasta lagi týsdagin 8. juni
2004.
Útferð til Ísland
tann 9. juni
Pensjónistafelagið HØFT boðar frá, at vegna sjúku
eru 2 pláss tøk.
Um onkur ætlar sær við, skal ringjast á tlf. 371150.
Landsfelag Pensjónistanna
Skúlastýrisvalið
á Tvøroyri
Valið til skúlastýrið á Tvøroyri verður í handarbeiðs-
stovuni í Tvøroyrar skúla tann 25. mai 2004.
Valhølið er opið frá kl. 14.00 til kl. 20.00.
Veljarar, sum ikki kunnu møta á valdegnum, kunnu
við at venda sær til formannin í valnevndini á tlf.
371582 atkvøða við brævatkvøðu í seinasta lagi
tann 24. mai kl. 18.00.
Valnevndin
Nýggjar
TANNPROTESUR
Broytingar og umvælingar av gomlum protesum
Børkuvegur
620 Runavík
Tlf. 448480
Opið er:
mánadag-hósdag frá kl. 9-16
fríggjadag frá kl. 9-12
Kliniskur tannteknikari
Bergur á Reynatrøð
Kolonial og skógvar
Hans Petur og Poula
Ellingsgaard, sum
eiga kiosk Vár í Salt-
angará og Klaksvík
hava nú víðkað um
teirra virksemi og
latið ein skógvahandil
upp
HANDIL
Solby A. Eliasen
solby@sosialurin.fo
Klaksvík:
Mikudagin lat ein nýggjur
skógvahandil upp í Klaks-
vík. Pattino eitur hann, og
eigararnir eru Hans Petur
og Poula Ellingsgaard.
Tey bæði hava drúgvar
royndir innan handilslívið.
Tey hava havt kiosk Vár í
Saltangará í 20 ár, og fyri
trimum árum síðani lótu tey
upp kiosk Vár í Klaksvík.
Og
mikudagin
lat
so
Pattino upp.
Poula sigur, at hon hevur
hugsað um at latið upp ein
skógvahandil í fleiri ár,
men hon hevur ongantíð
gjørt nakað veruligt við tað.
Men so var tað, at ein
skógvahandil í Klaksvík lat
aftur, og Poula keypti so
innbúgvið úr tí handlinum
og lat sín egna upp í snoti-
ligu hølunum aftan fyri
kioskina.
Framman undan var bert
tann eini skógvahandilin í
Klaksvík, so sigast kann, at
Poula hevur valt ta røttu
tíðina at lata nýggjan handil
upp.
Hon sigur, at hon varð
heilt bilsin av nógvu und-
irtøkuni, sum handilin fekk
fyrsta dagin.
– Her vóru so nógv fólk
allan dagin, og vit seldu
eisini heilt fitt. Eg var
næstan skelkað, og nú
vænti eg ikki, at tað koma
fleiri restina av hesum
mánaðinum,
sigur
hon
flennandi.
Fjaldur handil
Pattino liggur sum sagt í
bakhølunum í kiosk Vár.
Onkur hevur ført fram, at
handilin liggur so fjaldur av
tí sama. Men hesum er
Poula als ikki samd í.
– Tað kemur eitt skelti á
veggin framman fyri, og so
er handilin ikki meira
fjaldur enn til dømis Total,
sigur hon.
Total er ein mótahandil,
sum liggur á aðru hædd í
sama
bygningi.
Ein
klædnahandil og skógva-
handil í sama bygningi
kann bara vera gott, sam-
bært Poulu.
Poula heldur, at tað man
fara at ganga fínt við teim-
um báðum skógvahandl-
unum, sum nú eru í býnum.
– Vit koma ikki at selja
tað sama. Eitt nú ætli eg
mær ikki at selja barna-
skógvar, greiðir hon frá.
Tey fara heldur at leggja
seg eftir at selja skógvar,
taskur og annað viðhoyr til
vaksin fólk. Poula fer sjálv
at reka handilin, men dótt-
irin, Oda, fer eisini at geva
eina hjálpandi hond.
Stigtakararnir til
nýggja borgarlistan
til býráðsvalið í Havn,
halda tað verða
stóran tørv á einum
politiskt óheftum
flokki
BÝRÁÐSVAL
Terji Nielsen
terji@sosialurin.fo
Í seinasta blað skrivaðu vit
um nýggja flokkin, ið fer at
stilla upp til býráðsvalið í
Havn í heyst. Flokkurin, ið
ber heitið Havnarflokkurin,
er eitt alternativ til verandi
politisku flokkar, ið allir
eru knýttir at ávísum
politiskum hugsanum.
Meiri pengar til tey
gomlu
Ein av stigtakarunum til
nýggja flokkin er Kartni
Olsen. Hann sigur, at enn
hevur flokkurin ikki heilt
nágreiniliga stungið út í
kortið, hvønn politik teir
ætla at reka, men meiri sett
nakrar yvirskriftir til tað, ið
teir ætla at arbeiða fram
ímóti.
Kartni Olsen sigur tó, at
eitt av teimum málum, ið
stórur dentur eigur at verða
lagdur á beinan vegin, er
eldraøkið. Tað er alneyð-
ugt, at játtanin til tey eldru
verður hækkað, so at
umstøðurnar hjá teimum
verða betraðar. Til dømis
hevur tað seinastu tíðina
verið nógv frammi í miðl-
unum um gomul fólk, ið
eru innløgd á Landssjúkra-
húsinum, tí tey ikki fáa
nakra røktarpláss, hóast tey
ikki eru før fyri at klára seg
sjálvan.
Stigtakararnir til Havnar-
flokkin eru tó fullvæl
greiðir yvir, at tað er av-
markað, hvussu nógvir
pengar eru at arbeiða við,
men sjálvsagt er tað eisini
ein spurningur um rað-
festing.
Núverandi býráð
hevur ikki sovið
Tað er ikki, tí at Kartni Ol-
sen er ónøgdur við núsit-
andi býráð, at hann hevur
verið við til at taka stig til
nýggja flokkin. - Eg haldi
ikki, at býráðið hevur sov-
ið, tí tey hava fingið nógv
gott av skafti, sigur Kartni
Olsen, men leggur afturat,
at tað er tó altíð okkurt, ið
man sjálvur hevði gjørt
øðrvísi.
Í skrivi, sum stigtakarar-
nir til Havnarflokkin sendu
fjølmiðlunum í vikuni,
stendur at lesa, at millum
annað við flokkurin leggja
dent á eitt nú bátahavnina í
Vágsbotn. Tað er ikki nak-
að dulsmál, at hetta er
hjartabarnið hjá Kartna
Olsen, sum eisini er for-
maður í Tórshavnar Báta-
felag. Hann sigur tó, at
hetta skal ikki skiljast sum
um, at hann persónliga er
ónøgdur við tað, sum Tórs-
havnar Býráð í verandi val-
skeið hevur gjørt fyri at
bøta um umstøðurnar hjá
smábátum í Vágsbotni. -
Sum formaður í Tórshavnar
Bátafelag eri eg væl nøgdur
við tað, sum býráðið hevur
gjørt fyri bátaeigararnar
seinastu
árini.
Millum
annað eru fýra milliónir
brúktar upp á økið fram við
Bakkahellu
nærheindis
felagshølunum hjá bátafel-
agnum, og vit skulu eisini
minnnast til, at pengarnir
eru avmarkaðir, so alt kem-
ur ikki í einum, sigur
Kartni Olsen.
Síðsta
summar
vóru
stórir trupulleikar í Vágs-
botn, tí har luktaði so illa,
men nú er bøtt um hetta.
Kartni Olsen sigur, at hjá
teimum okkurt um 100
fremmandu bátunum sum
vitjaðu í Vágsbotni í fjør,
var ikki altíð líka hugaligt
at sita á dekkinum ella
bryggjuni og fáa sær ein
kaffimunn ella ein bita, tí
tað luktaði so ómetaliga
illa. Hetta er nú bøtt um, og
tað er sjálvsagt at fegnast
um, sigur hann.
Sum vit eisini umrøddu í
seinasta blað, ætlar ný-
stovnaði Havnarflokkurin
at leggja dent á eitt nú
ferðavinnu,
handilslívið
mentanarlívið og at skapa
karmar fyri einum virknum
framleiðsluskapandi vinnu-
lívi
í
høvuðsstaðnum.
Flokkurin er av teirri hugs-
an, at karmarnir hjá fram-
leiðsluvinnuni í Havn ikki
eru nøktandi, og í næstum
fer flokkurin óivað at koma
við einum útspæli, har
greitt verður frá, hvussu
hesir karmar kunnu betrast.
Okkum tørvar ein uttanveltaðan flokk
Poula Ellingsgaard, eigari av nýggja skógvahandlinum, Pattino, í Klaksvík. Hon er sera spent uppá, hvussu tað fer at ganga og metir, at eitt ár skal til fyri at
staðfesta, um tað ber til ella ikki
C
M
Y
K
7
6