leygardagur 22. mai 2004síða 29
‹ fyrra síða allar 49 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
8
Nr. 96 - 22. mai 2004
Nr. 96 - 22. mai 2004
9
Leiðslan í Føroya
Føroya Banka heldur,
at skal bankin seljast,
skal hann seljast allur
sum hann er. Men har
fer samgongan ikki at
fylgjaráðunum frá
bankastjóranum
EINSKILJING
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
– Føroya Banki verður ikki
einskildur, allur sum hann
er.
Tað staðfestir Jóannes
Eidesgaard, løgmaður.
Landsstýrið legði nakað
síðani uppskot fram um at
einskilja 20% av Føroya
Banka.
Men samgongan læt síð-
ani málið fella burtur og
ætlanin er sostatt at taka tað
framaftur í næstu tingsetu.
Men, hvussu tað kemur at
síggja út tá, hevur sam-
gongan ikki gjørt sær greitt.
Jóannes Eidesgaard, løg-
maður, sigur, at tað var ikki
politisk
ósemja,
sum
gjørdi, at málið um at ein-
skilja Føroya Banka, varð
tikið aftur.
– Eftir, at málið varð lagt
fram, komu nakrir uplýs-
ingar fram, sum gjørdu, at
vit hildu at tað var rættast at
taka tað aftur, so at tað
kundi viðgerast neyvari í
samgonguni, sigur hann.
Sostatt ásannar hann, at
landsstýrið
hevði
ikki
fyrireikað málið nóg væl og
at tað tí í veruleikanum ikki
var búgvið at leggja fyri
løgtingið. Sostatt varð tað
afturtikið.
Hann sigur, at í fyrstu
atløgu var tað leiðslan í
Føroya Banka, sum átalaði,
at Landsstýrið framdi eitt
slíkt mál, uttan at leiðsla og
nevnd bankans vóru hoyrd,
samstundis sum at Fígging-
argrunnurin, sum eigur
bankan, heldur ikki varð
eftirspurdur.
– Samtundis fanst banka-
leiðslan at, at uppleggið
sum landsstýrismaðurin í
fíggjarmálum brúkti sum
grundarlag fyri einskiljing-
ina var ov gamalt, og at for-
treytirnar vóru rættiliga
nógvbroyttar, síðani tað
varð gjørt.
Jóannes Eidesgard sigur,
at harafturat stungu nakrir
tekniskir trupulleikar seg
upp, eftir at málið varð lagt
fram.
– Eftir at málið varð lagt
fyri tingið, kom fram, at
skulu partabrøvini verða
skrásett á virðisbræva-
marknaðinum, krevst, at
minst 25% av Føroya
Banka verður einskildur.
– Verða bara 20% av
partabrøvunum í Føroya
Banka seld, koma tey bara á
skrásetta marknaðin og ikki
á virðisbrævamarknaðin.
Løgmaður er ikki heilt
greiður yvir, hvønn týdning
hetta hevur í veruleikanum,
men hann sigur, men lands-
stýrið vil eisini kanna hend-
an spurningin nærri.
Og so kom tað eisini
fram, at landsstýrið hevði
møguliga gjørt ein tekniskt
mistak við tað, at málið
varð lagt fram sum eitt
uppskot til samtyktar.
– Fyrr var tað so, at
skuldi landsins ognir selj-
ast, skuldi tað altíð vera
talan um eina lógarheilm-
ild. Sostatt er tað komið
fram, at helst verður neyð-
ugt at leggja uppskotið um
at einskilja Føroya Banka
fram sum eitt lógaruppskot
og ikki sum eitt uppskot til
samtyktar.
Løgmaður sigur, at øll
hesi viðurskifti gjørdi, at
landsstýrið metti at tað var
rætt at lata málið fella
burtur hesuferð.
– Sostatt fáa vit høvið til
at kanna tað nærri og at
fyrireika tað betri til í heyst,
tá ið tað so verður lagt fram
aftur, sigur hann
Ikki seldur 100%
Men so var tað eisini leiðsl-
an í Føroya Banka sum vísti
á, at tað var óheppið, at
landsstýrið kunngjørdi at
bara 20 % av bankanum
skuldi seljast. Bankaleiðsl-
an helt avgjørt, at skal
bankin seljast, skal hann
seljast allur sum hann er
fyri at fáa sum mest burt-
urúr.
– Tað er rætt at banka-
leiðslan heldur tað. Men
hetta er ein spurningur, sum
verður avgjørdur í sam-
gonguni. Og samgongan
fer nú at taka støðu til,
hvussu stórur partur av
bankanum skal einskiljast.
Tað verður ein politisk
telving í samgonguni, sum
kemur at avgera tann
spurningin.
– Men har vænti eg ikki,
at leiðslan í Føroya Banka
fær sín vilja, sigur Jóannes
Eidesgaard.
Tað vil siga, at Føroya
Banki verður ikki ein-
skildur, allur sum hann er?
– Nei, tað verður hann
ikki, staðfestir løgmaður.
Hann sigur, at tað er
ongin loyna, at av sam-
gonguflokkunum er tað
javnaðarflokkurin, sum er
mest ivingarsamur um at
einskilja Føroya Banka.
– Í Javnaðarflokkinum
havi eg gjørt meg til tals-
mann fyri, at einskiljing
skal ikki vera eitt tabu-evni
í flokkinum, tí einskiljing
er eitt rák, sum er frammi í
tíðini. Og taka vit lut í tí
viðgerðini, fáa vit í hvussu
so er ávirkan á tey tiltøk,
sum verða framd á hesum
øki.
– Men vit skulu heldur
ikki einskilja, bara fyri at
einskilja. Tað skulu verða
skilagóðar orsøkir fyri at
einskilja. Og eru nakrir
fyrimunir við at einskilja,
so er rætt at gera tað. Men
í hesum sambandi meinar
hann eisini við fyrimunir
fyri borgaran.
– Spurningurin um ein-
skiljing skal viðgerast frá
málið til mál, men tað skal
ikki einskiljast fyrilitar-
leyst, bara fyri at einskilja,
tí tað er onki endamál í sær
sjálvum.
Men hvussu stórur partur
av Føroya Banka verður
einskildur, hevur løgmaður
onki boð uppá enn.
Leiðslan í Føroya Banka fær ikki sín vilja
Samgongan er samd
um at tað skal vera
fríari hjá smáum út-
róðrarbátum at fiska
ÚTRÓÐUR
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
Nú erú útlit fyri einum
lættari gerandisdegi hjá
teimum, sum eiga smáar
útróðrarbátar. Samstundis
eru útlit fyri, at tað fer at
vera munandi lættari at
umsita fiskiloyvini hjá
teimum smáu útróðrarbát-
unum.
Tey, sum umsita fiski-
vinnulógina, brúka sera
nógva orku upp á at umsita
fiskiloyvi til teir smáu
bátarnar.
Eitt er at útskriva loyvi
til allar bátarnar tvær ferðir
um árið, men eitt annað er
at skráseta allar fiskidag-
arnar fyri at telja fiskidag-
arnar hjá teimum, soleiðis
at
fiskiskapurin
kann
steðgast, tá ið fiskidagarnir
eru uppi.
Jóannes Eidesgaard, løg-
maður, sigur, at samgong-
an hevur avtalað at gera tað
lættari hjá teimum smáu
bátunum.
Og tað arbeiðið er lands-
stýrismaðurin í fiskivinnu-
málum, farin í holt við.
Hann sigur, at endamálið
við tí er, at teir smáu bátar-
nir skulu takast heilt burt-
urúr fiskidagaskipanini, so
at teir kunnu fiska frítt.
Men hann veit ikki, hvar
markið kemur at ganga.
– Viðgerðin í samgong-
uni kemur so at vísa,
hvussu
smáir
bátarnir
skulu vera, fyri at teir
kunnu fáa loyvi til at fiska
frítt, sigur løgmaður.
Smáir útróðrarbátar loyvi at fiska frítt
Smáir útróðrarbátar skulu
takast úr fiskidagaskipanini,
so at teir kunnu fiska frítt
Tilvildarlig mynd
Løgmaður staðfestir at
Føroya Banki verður ikki
einskildur allur sum hann er.
Men hvussu nógv partabørv
verða seld, veit løgmaður ikki
enn
Filadelfia
3/171
(PDF)
team85
· Beef & Steak House ·
Sunnudagur á Rio Bravo frá kl.11.30
RIO BRAVO · TÓRSGØTA 11 · TÓRSHAVN · TEL 31 97 67
Rómatilgjørd aspargessuppa
Colorado Steak
Pannukøkur
- tann hjá prinsinum
afturvið: bakað epli,
reyðvínssós ella
bernaisesós
við heimagjørdum ísi
Serstøk Menu
· Beef & Steak House ·
3 rættir
2 rættir
Børn ½ prís
165,-
135,-
C
M
Y
K
9
8