Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-05-22, síða 30
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 22. mai 2004síða 30

‹ fyrra síða allar 49 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

10 Nr. 96 - 22. mai 2004 Nr. 96 - 22. mai 2004 11 USA hevur nú í mong ár átikið sær leiklutin sum heimsins moralski politistur. Landið hevur ferð eftir ferð havt fremstafingur á lofti mót- vegis teimum tíverri alt ov mongu stjórnum, ið bróta mannarættindini. Í ávisum førum er USA enntá farið í kríggj til tess at verja mannarætt- indini. Soleiðis var við Afghanistan og soleiðis var við Irak. Hvørt hetta nú var sanna grund- gevingin ella ikki, so vísir tað seg nú, at ameri- kanskir hermenn í stórt mát mótvegis fangum hava framt álvarsom brot á mannarættindini. Hetta er hent bæði í Afghanistan og í Irak. Eisini bretskir hermenn pína krígsfangar. Øll vita, at kríggj er ikki spæl, øll vita, at ræðu- ligar gerðir verða framdar i krígstíð. Hetta merkir ikki, at heimurin skal góðtaka slíkar ræðuleikar. Í hesum høpi hava demokratiskar stjórnir eina serstaka moralska ábyrgd. At heimsins leiðandi demokratiski statur, USA, letur hermenn sínar fremja valdsgerðir og pína krígsfangar kann undir ongum umstøðum verða góðtikið. Hesar illgerðir eru av tí ónda og púra óneyðugt skuldi verið at grundgivið fyri hesum. Men latum okkum kortini gera tað. Hetta er av tí ónda, tí píning ella torturur í sjálv- um sær er ómenniskjanligur atburður. Hartil kemur hetta, at eitt demokratiskt land sjálvt undir kríggsumstøðum hevur skyldu at liva upp til tey etisku virði, sum demokratiið er grundað á. Hetta merkir, at demokratiska samfelagið alt hevur viðurkent meginreglurnar fyri manna- rættindunum. Afturat hesum kemur so altóða Genevesáttmálin um rættindi hjá krígsfangum. USA stendur sum leiðari í NATO-samgonguni og ríkisfelagsskapurin stendur USA sera nær. Millum danska forsætisráðharran og ameri- kanska forsetan er politiskt og persónligt vinar- lag. Danmark tekur sum einasta norðurland lut í hersetingini av Irak. Danmark og harvið ríkisfelagsskapurin hava tískil eina moralska medábyrgd av tí andstyggiliga atburðinum hjá ávísum amerikanskum og bretskum hermonn- um í Irak. Føroya landsstýri eigur at minna for- sætisráðharran á hetta og átti landsstýrið tí at boða honum frá, at Føroyar sum partur av ríkis- felagsskapinum ikki kunnu góðtaka torturin í Irak. Forsætisráðharrin eigur at nevna hetta, tá hann um nakrar dagar hittir sín góða vin Bush, forseta á almennum fundi í Washington. DAGSINS MEINING Sosialurin Vit eiga at siga frá VIÐMERKINGAR Sosialurin Stovnaður: 1927 Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller jan@sosialurin.fo Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Fíggjarleiðari: Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo Jonhard Hammer jonhard@sosialurin.fo Durita Simonsen durita@sosialurin.fo Gudny Langgaard gudny@sosialurin.fo Finnbjørg Nattestad finnbjorg@sosialurin.fo Blaðfólk: Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo Edvard Joensen edvard@sosialurin.fo Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Solby Eliasen solby@sosialurin.fo Dagfinn Olsen dagfinn@sosialurin.fo Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo Páll Holm Johannesen pall@sosialurin.fo Heini í Skorini heini@sosialurin.fo Rúna Sivertsen runa@sosialurin.fo Terji Nielsen terji@sosialurin.fo Anna V. Ellingsgaard anna@sosialurin.fo Eydna Skaale eydna@sosialurin.fo Hans Kárason Mikkelsen hans@sosialurin.fo Ítróttur: Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Terji Nielsen terji@sosialurin.fo Myndamenn: Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo Sosialurin í Norðoyggjum: Postsmoga 231 Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík tel. 458686 fax 458687 e-post: klaksvik@sosialurin.fo Sosialurin í Suðuroy: tel. 375364 fax 375464 tel. 220727 e-post: aki@sosialurin.fo e-post: dagfinn@sosialurin.fo Sosialurin í Eysturoy: Postsmoga 143, Saltangará tel. 447820 fax 449520 tel. 228909 e-post: vilmund@sosialurin.fo Sosialurin í Vágum: 360 Sandavágur tel. 333820, 220507 fax 333720 e-post: edvard@sosialurin.fo e-post: vagar@sosialurin.fo Uppseting/prent: Uppseting: Hestprent Prent: Prentmiðstøðin Útgevari: Sp/f Sosialurin Avgreiðsla: Mán.-frí. 8-16 Argjavegur 26, Tel. 341800, Fax 341801 Postadressa: Postboks 76, 110 Tórshavn E-mail: post@sosialurin.fo lysing@sosialurin.fo lysingartorg@sosialurin.fo varp@sosialurin.fo Blaðið verður prentað mánadag-fríggjadag klokkan 1400 Lýsingar Freistir: Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir Týsdagsblaðið Mán.kl. 10 Frí. kl. 15 Frí. kl. 12 Frí. kl. 12 Mikudagsblaðið Týs. kl. 10 Mán. kl. 15 Mán. kl. 12 Mán. kl. 12 Hósdagsblaðið Mik. kl. 10 Týs. kl. 15 Týs. kl. 12 Týs. kl. 12 Fríggjadagsblaðið Hós. kl. 10 Mik. kl. 15 Mik. kl. 12 Mik. kl. 12 Leygardagsblaðið Frí. kl. 10 Hós. kl. 15 Hós. kl. 12 Hós. kl. 12 Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og áðrenn ásettu freistir. Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð. Stødd: Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á einum teigi er 39mm og rúmið millum teigarnar er 4mm. Innsent tilfar Fult navn skal vera undir innsendum tilfari. Innsendar greinar, har blaðleiðsl- an ikki er kunnað um bústað og telefonnummar, verða ikki settar í blaðið. Tóra Bærentsen Nú eru tey gomlu aftur á dagskránni í fjølmiðlunum! Men er tað tí, at okkara fólkavaldu eru vaknaðir úr teirra »coma«??? NEI! Enn einaferð er tað tí, at ein avvarðandi at óhjálpnum menniskja í síni neyð og frustratión, letur hoyra frá sær! Og vit kunnu vera vís í, at hetta djúpa hjartasuffið, heilt sikkurt ikki er fyrsta suffið hjá hesi dóttur! Eg veit ikki um tað er so galið, men munnu okkara fólkavaldu menn og kvinn- ur veruliga ganga og billa sær inn, at fólkið her á landi onki minni hevur? Í hvussu so er hoyra vit hópin av góðum tonkum og lyftum upp undir val. Men tá tey eru komin upp um gáttina, sum gevur teimum møguleika at seta í verk hesar góðu gerðir, tykist tað sum at tey hava lagt eldra- økið í skuffuna aftur, og lásið er farið í baklás! Vit hoyra og lesa um at okkara Føroyar er eitt væl- ferðarsamfelag. Ja, so leingi tann einstaki er førur fyri at klára seg sjálvur, er alt í lagi. Men so skjótt sum tað fer at bila, virkar vælferðin als ikki - og tá haldi eg , at tað er so sum so við tí hugtakinum! Tey, ið hava gjørt vart við ósømiligu viðferðina, okk- ara óhjálpnu gomlu menn- iskju fáa, skulu hava tøkk fyri tað. Vónandi verður tað ikki neyðugt at koma við slíkum hjartasuffum í komandi tíð- um, tá Føroyar verða eitt vælferðarsamfelag! Vælferðarsamfelag? Innsent tilfar Av tí at vit fáa rættuliga nógv innsent tilfar sendandi – meira enn vit fáa í blaðið – hevur blaðleiðslan verið noydd at gjørt nakrar avmarkingar. Enn sum áður skal fult navn skal vera undir øllum innsendum greinum – annars verða tær ikki prentaðar. Harnæst tilskila vit okkum rætt til at ikki at taka við tilfar, sum eisini er sent øðrum bløðum ella hevur verið prentað aðrastaðni. Drúgvar greinar – greinar sum eru longri enn áleið 5.500 tekn, verða raðfestar lægri, og koma bert í blaðið, um pláss er fyri teimum. Tað er ein fyrimunur um vit fáa tilfarið umvegis teldupost ella á diskli. Rani Nolsøe Týsdagin í komandi viku verður skúlastýrisval. Síðani tær gomlu skúla- nevndirnar vórðu avtiknar og tey nýggju skúlastýrini sett í staðin, hava foreldur fingið beinleiðis ávirkan á skúlan. Foreldrini eiga trý av seks umboðum í skúla- stýrunum, so valið átti at havvt stóran áhuga millum foreldur. Umframt foreldrini sita tvey umboð fyri býráðið í skúlastýrunum og eitt lær- araumboð. Skúlastjórin er skrivari. Undirritaði hevur um- boðað meirilutan og Kári Sigurðson minnilutan í Klaksvíkar býráði í skúla- stýrinum. Millum mong og týðandi mál, hava høvuðsmálini í farnu setu eftir míni meting verið umvælingararbeiðið á skúlanum á Ziskatrø og út- byggingin av Ósáskúlan- um. Uppi á Ziskatrø er sjón fyri søgn. Skúlin er í dag næstan liðugt umvældur og umsíður snotiligur at síggja til uttan. Tá umvælingarar- beiðið er liðugt, skal skúlin útbyggjast. Tað arbeiðið er í løtuni í gongd. Skúlastýrið hevur verið sera virkið í umvælingarar- beiðinum og hevur sam- starvað væl við kommun- una at tryggja, at alt hevur gingið sum ætlað. At tað hevur stóran týdn- ing, at stýrið spælir ein virknan leiklut sóu vit, tá einki umvælingararbeiði varð framt í 2002. Men júst tí stýrið er aktivt inni í málinum, hevur tað síðani gingið eftir ætlan. Við Ósáskúlan er ein sera átrokandi útbygging enda- liga samtykt. Bygginevnd er vald og útbyggingin verður nú teknað og fyri- reikað. Eisini her, hevur skúlastýrið gjørt eitt gott arbeiði, at fáa málið gjøg- numført. Uttan virkna leiklutin hjá báðum skúlastýrunum og góða samstarvið millum stýrini og kommununa, hevði neyvan so mikið verið spurt burturúr. Umframt hesi ítøkuligu mál, hava skúlastýrini í samstarvi sett hol á spurn- ingin um framtíðarbygn- aðin í skúlaverkinum. Frá tí skúlin við Ósánna varð bygdur í 1974 og fram til 1979, høvdu vit ein skúla í Klaksvík, har skúlin við Ósánna virkaði sum barnaskúli. Í 1979 vórðu skúlarnir býttir sundir í tveir sjálvstøðugar skúlar við hvør sínari leiðslu. Henda bygna hava vit nú haft í 25 ár og er tíðin kom- in til eina endurskoðan. Spurningurin er, um vit við bygnaðarbroytingum kunnu fáa ein betri og meiri tíðarhóskandi skúla og harvið eina betri tillaging til nýggju fólkaskúlalógina. Her er talan um eitt um- fatandi mál, sum krevur umhugsan og góð argu- ment. Tað týdningarmesta er tó, at skúlarnir sjálvir fáa tíð at viðgera spurningin og at koma við einum áliti um frægasta bygna í framtíðini. Nú fyrsta skeiðið hjá nýggju skúlastýrunum er um at vera av, vil eg fegin nýta høvi at takka fyri gott avrik og samstarv í stýrin- um, við lærararnar og leiðslurnar í báðum skúlun- um. Eftir er at vóna, at for- eldur gera sína ávirkan galdandi við at luttaka í skúlastýrisvalinum í kom- andi viku, so teirra umboð- an gerst so sterk sum møgulig. Tí, skulu vit tryggja okk- um ta positivu gongd, vit hava sæð seinastu árini á skúlaøkinum, so mugu vit hava foreldrini við. Góð ár fyri skúlarnar í Klaksvík Jóannes Jacobsen Vatn til vín Nýggja álitið frá nevndini, ið viðgjørdi støðuna hjá rækjuflotanum, nevnir, at bókhaldsvirkið KPMG hevur funnið fram til, at rækjuflotin útflutti saman- lagt fyri 221 milliónir krónur í fjør. Og sambært útrokningum hjá KPMG og búskaparfrøðinginum Magna Laksáfoss tryggjaði hetta eitt høgt livistøðið fyri 1234 føroyingar sama ár, harímillum 300 pension- istar. Men 221 milliónir í út- flutningi er einki annað enn 221 milliónir í søluvirði. Og 221 milliónir er bara gott og væl eitt prosent av samlaða søluvirðinum av tí, sum varð framleitt í Føroy- um í fjør, samstundis sum 1234 er meira enn 2,5 prosent av fólkatalinum í Føroyum. So fyri at júst hetta søluvirðið skal kunnu tryggja lívsgrundarlagið fyri meira enn 1200 føroy- ingar er neyðugt, at tað hevur eginleikar, sum ann- að søluvirðið ikki hevur. Sambært KPMG og Magni Laksáfoss skapar søluvirðið hjá rækjuflotan- um eitt undur, næstan sum at gera vatn til vín. Hetta hendir á tann hátt, at alt virksemi í Føroyum stendst av avleiddum virksemi frá tí gjaldoyra, okkara útflutn- ingsvinnur - harímillum rækjuflotin - saman við rík- isveitingini skaffa til land- ið. Peningaseðlar úr kjallaranum Fyri at vísa, hvussu skeivur tankin er, kunnu vit hugsað okkum eitt dømi. Vit í- mynda okkum, at Føroyar er eitt sjálvstøðugt gjald- oyraøki. Tað vil siga, at vit hava eitt føroyskt gjaldoyra, t.e. eina føroysku krónu, sum ikki er ein donsk króna í føroyskum klæðum, eins og føroysku peningaseðlar- nir vit brúka í dag. Hetta kundi til dømis verðið aktuelt, um danir fara at brúka Evruna, og vit fáa okkara egna gjaldoyra. Vit ímynda okkum, at føroyskir peningaseðlar verða prentaðir í kjallaran- um í Landsbankanum. Landsbankastjórin ger einsamallur av, hvussu nógvir peningaseðlar verða prentaðir og koyrdir í umfar gjøgnum føroyska fíggjar- kervið. Verða nógvar krón- ur prentaðar, so útboðið er stórt, er krónan lítið verd, men verða færri krónur prentaðar, so útboðið er lítið, er krónan nógv verd. Vert er at minnast til, at henda ímyndin ikki er so veruleikafjar. Heimsbú- skapurin er samansettur av einari rúgvu av gjaldoyra- økjum, hvørt við sínum gjaldoyra, ið virka nøku- lunda soleiðis sum skitser- að omanfyri. Vekslikontórið á Vaglinum Vit ímynda okkum, at før- oyska krónan kann bara brúkast í Føroyum. Sam- stundis er hon einasta gjaldoyra, ið kann brúkast í Føroyum. Í samhandli við umheim- in brúka vit Evrur. Skalt tú keypa eitthvørt uttanífrá, mást tú oman á nýstovnaða Vekslikontórið á Vaglinum í Havn at veksla føroyskar krónur fyri Evrur, soleiðis at tú kanst gjalda útlendska seljaranum fyri tað, tú keypir. Øvugt, tá tú selur einum útlendingi eina vøru ella tænastu, fært tú Evrur sum gjald. Men tær kunnu ikki brúkast í handlum í Føroyum, so fyri at kunnu fara í SMS at keypa, noyð- ist tú á Vekslikontórið at fáa føroyskar krónur fyri tínar Evrur. Henda skipan ger, at út- lendskt gjaldoyra kemur ikki í umfar í Føroyum. Tá sjómaðurin og landkrabbin fara inn til onkra fyritøku at keypa eina vøru ella tæn- astu, hava teir sama slag av peningaseðlum í lumman- um. Landkrabbin hevur fingið sínar við at selja sína vøru til aðrar føroyingar, meðan sjómaðurin hevur fingið sínar við at selja sína vøru til útlendingar fyri Evrur, sum hann so hevur vekslað til føroyskar pen- ingaseðlar. Avleitt virksemi Fyri einstøku fyritøkuna er søluvirðið, ið stavar frá sølu til útlendingar, einki annarleiðis enn søluvirðið, ið stavar frá sølu til føroy- ingar, ella frá søluvirði, har helvtin stavar frá sølu til útlendingar og helvtin frá sølu til føroyingar osfr. Í øllum førum fæst sama nøgd av føroyskum pen- ingaseðlum afturfyri, antin beinleiðis ella umvegis Vekslikontórið. Hetta er galdandi fyri eitt rækjuskip eins og tað er galdandi fyri eitt bilverkstað og fyri SMS. Og soleiðis er tað hvørja ferð onkur keypir við ein føroyskum peningaseðli. Hundrað føroyskar krónur eru hundrað føroyskar krónur, líkamikið hvussu ofta peningaseðilin hevur skift hendur frammanund- an, og líkamikið um tað er ein sjómaður ella ein land- krabbi, sum keypir fyri hann. Tað viðførir, at um ein framleiðari av einhvørjari vøru selur hana til út- lendingar ella til aðrar før- oyingar, so er eingin munur á avleiddum virksemi. Ein sjómaður sum keypir fyri 200 krónur skapar ikki størri ella minni avleitt virksemi enn ein land- krabbi, sum keypir fyri 200 krónur. Antin er tað so, at hvørja ferð onkur keypir fyri ein føroyskan peninga- seðil, stendst avleitt virk- semi av, ella stendst ongan- tíð avleitt virksemi av. Tað vil siga, at rækjuskipini skapa hvørki meira ella minni avleitt virksemi enn Miklagarður ella Hygg-Inn ella Føroya Tele ella... Nei, einki avleitt virk- semi Lat okkum hugsa okkum at avleitt virksemi altíð stendst av. Samlaða sølu- virðið av øllum tí, sum varð framleitt í Føroyum í fjør var umleið 19 milliardir krónur. Um 221 milliónir krónur lívbjarga 300 pen- sionistum, lívbjarga 19 milliardir umleið 26 túsund pensionistum. Hvar allir hesir pensionstarnir krógva seg, er ein gáta. Men loysnin á gátuni er einføld. Øll rækjuskipini høvdu milliónahall í fjør. Søluvirðið var ikki nóg mikið til at tryggja eitt liviligt avkast til eigararnar av skipunum og teir 276 menninar, sum sigldu við teimum, tíansheldur livi- støðið hjá fleiri hundrað pensionistum, alment og privat settum starvsfólki osfr. Tað sama er galdandi fyri allar aðrar fyritøkur í land- inum. Vælriknar fyritøkur tryggja livistøðið hjá ar- beiðsfólki og eigarum, og illa riknar fyritøkur gera tað ikki. Øll sum rinda skatt og avgjøld eru við til at tryggja livistøðið hjá pensionistun- um. Um vit brúka danskar peningaseðlar ella føroysk- ar er sjálvsagt fullkomiliga líkamikið. Niðurstøðan er tann sama: Avleitt virksemi er ein hvørvisjón, sum hvarv alla aðrastaðni enn í Føroyum fyri nógvum ár- um síðan. Aftur á slóðina? KPMG og Magni Laksá- foss hava skapt eina hug- mynd av føroyska búskap- inum og týdningin rækju- skipini hava fyri hann, sum einki samband hevur við veruleikan. Hugmyndina ætlar nevndin, sum við- gjørdi støðuna hjá rækju- flotanum, saman við politikkarunum at brúka til at leiða føroyska búskapin eitt stórt fet aftur móti studningsmylluni frá 70unum og 80unum. Hetta eigur ikki at verða góðtikið av føroyska skatt- gjaldaranum. Um politik- ararnir hava hug til at lata rækjuflotanum studning fyri at vinna sær nakrar atkvøður, so gera teir tað. Men teir eiga ikki at sleppa at brúka hvørvisjónirnar hjá Magna Laksáfoss og KPMG sum undanførslu. VIÐMERKINGAR Páll Poulsen ……har vuksu hømiliur og deyðagras. Hanus Kamban: »Mjørki í heilum.« Coherens avgerð alla tankagongd og setur ramm- urnar fyri teirra sosiala lívi. Abstraktiónsevnini koma ongantíð uppum coherens. Tey halda seg hoyra til og longur er tann søgan ikki. Intelligensur er at duga at hugsa refleksivt og at seta saman hendingar og taða tær sundur aftur og duga at knýta tær saman aftur á einum uppaftur hægri støði, á einum teoretiskum støði, um tað er neyðugt. Coherensútsøgnin hevnir seg aftur, ta ið ikki er farið nóg djúpt niður í grundar- lagið. Leysar próvførslur hava einki universalvirði berandi í sær. Orsøkin til hitt "fría" fallið hjá tí før- oyska samfelagnum liggur í hesum. Eingin hávitan kann standa í hesum ljósi, uttan at detta niður. Teir premodernaðu trupulleikarnir føroyska samfelagið stríðist við eru beinleiðis avleiðing av at vit sum samfelag ikki hava loyst hesar strukturellu trupulleikar á hægsta stigi. Har heilir heilar áttu at sitið, sita ónýtiligir makt- persónar, sum hvørki hava vit ella skil. Bert frekleik- an. Tá ið viðkomandi per- sónar ikki duga at reflek- tera um teirra egna leiklut, eru teir í veruleikanum ikki við longur. Ein sóttreinsan má fara fram. Samfelagið fær mentalan totalskaða av slíkum amatørum, summir sita eisini í fleiri størvum í senn. Homo domesticus. Í hesum fitta danska heimastýrishúsi ganga "domestokratarnir", homo heimastýriscus, ella "heimastýrikarnir" runt og spæla hesa stórdonsku coherens-rolluna. Sosialt coherens skapar sosiala "degeneratión", í hesum týdningi eisini mentala degeneratión. Standardurin søkkur, tí børnini hjá "yvirstættini" eru vorðin býtt, tískil skulu "hini" gerast býttari enn tey. Í hesum danska dukku- húsi ganga dukkudoktarar og spæla "mamma og børn" við Patriziu á odda. (Lille doktor). Heimastýrislógin er heldur ikki annað enn dukkuhúsið danir smoygdu oman yvir okkum, fyri at verifisera teirra egnu upp- fatan av "die Edle willen" og "fætter og kusinesam- fund", men tað eru danskir skúlar sum hava ment disintegritetin. Lærdómur kann sum kunnugt bert virka emansiperandi, frí- gerandi. Ikki kúgandi. Men verður skúlaskipanin býtt á hægsta stigi, sita føroyingar og kúga aðrar føroyingar. So eru danir slopnir, tí Føroyar hava fingið somu premodernaðu trupulleikar sum fyrrv. fronsk og bretsk hjálond í afriku hava. Gomlu keisararnir mundu vita hvat teir gjørdu, tá ið "eunukkar" sótu sum em- bætismenn. Spælið "at hoyra til" ger at heilar institutiónir enda sum sosiologisk fyribrigdi. Eitt fyribrigdi kann ikki sjálvt gera kanningar ella fremja "gransking." Tað endaði eisini við at "fyribrigdið" sjálvt gav prógvini ímóti sær sjálvum út í bók. Greinar í volapúkki og inkongruensi standa í Sosialinum hvønn leyga- rdag. Hetta sjálvt um mál- vísindin hevur givið okkum eitt presist metodiskt in- strument, til bæði at skapa eitt mál bygnaðarliga og í tess stórleika at slóða fyri nýggjum leiðum. Sjúklingurin dugir ikki føroyskt. Observatiónsfeltið er ber tilvild, omanlop eru ofta í líðum, ikki fjallasíðum. (da. fjeldside). At duga at skriva eitt beint og lættskiljandi mál er ikki longur ein dygd. Tað skal skurra av hesum danskleikanum, og alt er vorðið so "paradoksalt", tí tey ikki duga at skriva "á førist". Fólk sum eru uppvaksin á stórdonskum asfalti verða ongantíð føroyingar. Flestu teirra missa sambandið við veruleikan og skilja ikki teir tankar sum eru millum fólk í Føroyum. Patrizia situr so óð uppi í Marknagili og dropar oman yvir býin, tí hon skilir hann ikki. Hvussu kann hon tað? Hon hevur ongantíð verið ein partur av honum. Men tað liggur væl fyri at biðja systkinabarnið í Svf gera reklamuinnsløg í Degi og Viku, tí "næming- arnir" skulu hava pengar. Eg kenni so einki til at onn- ur enn leiðslan á Setrinum hava ábyrgdina fyri játtan- ini og at hon verður brúkt. Premodernitetur sæst eisini tá ið onnur enn politiski myndugleikin stýra. Eitt sætt ódnarveður kom eftir fíggjarnevndini í farnu viku. Orsøkin til at Jóannes Dalsgaard hevur sitið báðu megin borðið og viðgjørt seg sjálvan, og hevur fingið pengar fyri tað er einføld. Hatta er Jóannes Dalsgaard so vanur við at gera. Tá ið tílíkir maktstruk- turar stýra politisku skip- anini, verða premodernaðu symptomini nógv verri. Patienturin (Setrið), fer longur út at koyra mentalt. Um ein fordrukkin sjúk- lingur fær tablettir frá læknanum, fer hann bara longur út at koyra, um hann ikki er motiveraður til at leggja av. Javnrættindi tryggjast ikki við at seta líka nógvar kvinnur í mun til talið av monnum. Javnrættur er at lata dugnaligar menn koma framum ódugnaligar kvinn- ur. Í Føroyum er sum vera man alt øvugt. Rækjuflotin og pensionistarnir Coherens – Um at hoyra til C M Y K 11 10