Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-05-22, síða 31
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 22. mai 2004síða 31

‹ fyrra síða allar 49 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

12 Nr. 96 - 22. mai 2004 Nr. 96 - 22. mai 2004 13 NØVN Í VIKUNI Telefon 341800 - Fax 341801 - Fartelefon 216135 e-mail: maggi@sosialurin.fo Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundir føðingardagar, brúðleypsdagar, starvssetanir og -dagar. Brúdleyp Í dag, 22. mai, kl. 16.00 giftast í Sands kirkju Páll á Reynatúgvu, Sandi, og Kristina Johannesen, Sandi. Kl. 20.00 verður borðhald fyri innbodnum í Virk- inum á Sandi. Føðingar Tann 12. mai fingu Laila A. og Bárður Kass Nielsen, Århus, ein son. Hann vigði 3140 gram og var 50 cm. langur. Her eri eg av- myndaður sam- an við mínum stolta stóra- beiggja Birgir. Hey, eg eiti Elin Maria og mamma og babba eita Ester og Ólavur. Eg var fødd 14. mai og var 52 cm. long og vigaði 3822 gram. 4. mai fingu Fía og Pól í Skorini, Keypmannahavn, eina dóttur. Hon var 50 cm long og vigaði 3100 gr. 12. mai fingu Miriam og Magnus Jensen, Hovi, eina dóttur. Hon var 50 cm long og vigaði 3140 gr. 14. mai fingu Randi og Óli Sørensen, Viðareiði, ein son. Hann var 54 cm langur og vigaði 3750 gr. 16. mai fingu Hanna og Gunnar Hansen, Varde, eina dóttur. Hon var 55 cm long og vigaði 4200 gr. 16. mai fingu Eilin Hentze og Dan Kári Joensen, Hoyvík, eina dóttur. Hon var 51 cm long og vigaði 3600 gr. 18. mai fingu Karin Klakk og Hemming Thomasen, Viðareiði, eina dóttur. Hon var 55 cm long og vigaði 3500 gr. 18. mai fingu Vivian Olsen og Johannes Johannesen, Argjum, eina dóttur. Hon var 51 cm long og vigaði 3100 gr. 18. mai fingu Sólvá Jacobsen og Jóannes Jakobsen, Tórshavn, ein son. Hann var 54 cm langur og vigaði 3800 gr. 19. mai fingu Amanda og Sjúrður Gullaksen, Klaks- vík, eina dóttur. Hon var 53 cm long og vigaði 3900 gr. 19. mai fingu Marianna D. og Poul Jákup Poulsen, Strondum, ein son. Hann var 55 cm langur og vigaði 4200 gr. 19. mai fingu Guðrið Jacobsen og Leon Erik Heinesen, Tórshavn, eina dóttur. Hon var 54 cm long og vigaði 3700 gr. 20. mai fingu Tordis Poulsen og Høgni Dahl Jakobsen, Malmø, eina dóttur. Hon var 48 cm long og vigaði 2900 gr. Leygardagin 15. mai vórðu teir fyrstu tveir ókeypis bilarnir frá LR-International handaðir sum virðis- løn fyri gott sølu- arbeiði. Talan var um tveir Audi A4 til eitt virði av 337.000 krónum hvør Tvey føroysk pør: Rigmor og Jens Mortan Rasmussen á Skála og Jana Thomsen og Kenneth Samuelsen í Havn, fingu leygardagin hvør sín nýggjan svartan Audi A4 frá LR-Internatio- nal, sum tey eru sølufólk fyri. Tað var stjórin í LR- International í Danmark, René Pickardt, sum hand- aði teimum billyklarnar undir einum hátíðarhaldi á Hotel Føroyum. Rigmor og Jens Mortan fingu ein A4 1,9 TDI við dieselmotori, og Jana og René fingu ein 1,8 T við bensinmotori. Annars eru bilarnir eins. Skipanin er tann, at tey sjálvi taka lán og keypa bilin. Um tey selja fyri eina ávísa upphædd um mán- aðin, rindar LR avdráttin fyri tey. Um sølan er minni, gjalda tey sjálvi tað, sum restar í. LR-International er størsta fyritøka við bein- leiðis sølu til kundar í Evropa. Fyritøkan er um- boðað í 26 londum við ein- um árligum umsetningi upp á 2 milliardir krónur. Vør- urnar teir selja eru m.a.: Aloe Vera, kosmetikk, krops- og andlitskrem og parfuma. LR hava eina skipan, har sølufólkini handla beinleið- is við vørugoymsluna hjá framleiðaranum og selja vøruna í heimligum um- hvørvi til kundan. Sølufólkini hjá LR fáa samsýning fyri at hjálpa øðrum sølufólkum í gongd. Audi umboðið í Føroy- um, Bilasølan v. Øssur Jo- hannesen, gjørdi bilarnar klárar og leveraðu teir á Hotel Føroyum. LR-International: Audi bilar sum bonus Tveir spildurnýggir Audi A4 við nummarplátunum LR 1 og LR vórðu handaðir eigarunum seinasta leygardag á Hotel Føroyum, f.v. Jens Mortan og Rigmor Rasmussen, eigarar av bili nr. LR 1, Fróði Clementsen, frá Bilasøluni v. Øssur Johannesen, René Pickardt, stjóri í LR-International, Øssur Johannesen, frá Bilasøluni v. Øssur Johannesen, og Jana Thomsen og Kenneth Samuelsen, eigarar av bili nr. LR Mynd: Magnus Gunnarsson Mikudagin 19. mai 2004 hevði Zakaris Reynagarð í Miðvági 25 ára starvsdag á Føroya Glugga. Zakaris byrjaði 3. hvítu- sunnudag í 1979 á Vatns- oyra Snikkaravirki p/f í Vatnsoyrum. Har starvaðist hann sum glasísetari fram til 1984, táið hann byrjaði á Føroya Glugga p/f. í Miðvági, sum er dóttirfelag hjá Vatnsoyra Snikkaravirki p/f. Føroya Gluggi p/f. fram- leiðir plastvindeygu og hurðar, ímeðan Vatnsoyra Snikkaravirki p/f. fram- leiðir úr timbri. Feløgini hava felags avgreiðslu. Zakaris hevur ábyrgd av framleiðsluni av hurðum. Hesar hurðar hava, eins og vindeyguni, roynst væl og eru sera vældámdar. Í fjør framleiddi Føroya Gluggi yvir 400 hurðar. Í sambandi við dagin, var lítil hugnaløta fyri øllum starvsfólkunum á Føroya Glugga og Vatnsoyra Snikkaravirki, har Zakaris fekk handaðan málning frá leiðsluni. Málningurin, sum Pól Skarðenni hevur málað, er av umhvørvinum við Kirkjar í Miðvági, sum Zakaris er uppvaksin og so sera stoltur av at vera kom- in frá. Zakaris er sonur Emil og Herdis Olsen. Navnið Reynagarð, hevur hann frá mammuni. Hann og Krist- ina Svabo eiga dóttrina Bjørk. Zakaris er sangari í bólkinum Toybil, sum hava verið nógv at hoyrt við lagnum "ein sjógarpur" á dansihitlistanum hjá Elis, ígjøgnum veturin. Zakaris Reynagarð, Miðvágur: 25 ára starvsdag á Føroya Glugga Zakaris Reynagarð við málninginum sum Pól Skarðenni hevur málað av umhvørvinum við Kirkjar í Miðvági NØVN Í VIKUNI Telefon 341800 - Fax 341801 - Fartelefon 216135 e-mail: maggi@sosialurin.fo Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t. Nú eru nakrar vikur síðani tey høvdu gullbrúdleyp, sum tey hildu í Danmark. Men vit loyva okkum kort- ini at rógva afturáaftur. 24. apríl 2004 høvdu Elin og Ásmundur Vágsheyg Jo- hannesen í Havn verið gift í hálvt hundrað ár. Tey eru kend fólk í høvuðsstaðnum. Øll tey, sum stóran part av seinnu helvt av síðstu øld gingu í Hoydølum, munnu komast við tey. Elin er fødd 12. apríl í 1931. Foreldrini hjá henni vóru Hildigarð, sum var dóttur Guðný og Jóannes bónda í Kirkjubø og Pauli Dahl, yvirlækni, sum var ættaður úr Vági. Ásmundur er føddur 4. september í 1930, og hann er ættaður úr Klaksvík. Foreldrini hjá honum vóru Anna Malena Vágsheyg úr Klaksvík og Jógvan Sigurd Johannesen, sum var ættaður úr Skopun. Ásmundur leyk matemat- iskt studentsprógv í 1950, tá ið studentaskeiðið húsaðist á VBV. Í 1954 leyk hann læraraprógv á Føroya Læraraskúla. Hann var fyrstu árini lærari í Ko m m u n u s k ú l a n u m , Millum- og Realskúlanum og á Argjum frá 1956 og til 1964. Í 1964 fór Ásmundur í starv á studentaskúlanum, sum tvey ár frammanundan var fluttur niðan í Hoydalar, og tað var har uppi, at Elin og hann vóru tey flestu av teirra virkisárum. Ásmundur var lærari í realskúlanum, og seinni undirvísti hann á HF skeiðnum, sum varð sett á stovn í 1974. Elin var á skrivstovuni og var harvið frá miðskeiðis í seksti árunum og fram í níti árini við til at mynda skúlan bæði innanhýsis og úteftir. Frá 1966 og til 1979 undir- vísti Elin eisini í fimleiki. Frá 1971 og fram til 1991 var Ásmundur fyristøðu- maður á kostdeildini í Hoy- dølum. Elin var húsmóðir á kostdeildini og kostlærar- inna á gentudeildini, og tey bæði búðu saman við børnunum í ovastu hæddini í nýggja húsi á gamla Sanatorinum. Elin og Ásmundur lut- tóku nógv í Havnar Fim- leikarafelag, tá ið tey vóru upp á tað besta, og 1958- 1959 var Ásmundur for- maður í felagnum. Fyrstu royndirnar við flogbólti í Føroyum mundu vera á Læraraskúlanum og Stu- dentaskúlanum. Ásmundur var formaður í flogbólts- deildini hjá ÍSF 1968-1972, og harvið var hann eisini stjórnarlimur í ÍSF. Elin gekk undan í at skipa fyri tiltøkum til frama fyri trivnaðin millum kost- næmingarnar í Hoydølum. Eitt nú var hon uppií at skipa fyri hungaløtum, og í tí sambandinum syrgdi hon fyri, at limir úr Havnar Sjónleikarafelag komu í Hoydalar at lesa upp, skemta og siga frá ymisk- um. Elin hevur á báðum síð- um politikk við sær í familjuviðførinum. Pápin var eitt skifti undir krígnum tingmaður fyri Fólka- flokkin, valdur í Suðuroyar valdømi, og á hinari síðuni var Jóannes Patursson abbi. Elin hevur ikki verið uppi í partapolitikki. Men hon hevur av og á givið seg til kennar í almenna orðaskift- inum, og hon hevur dugað væl at skriva beinrakið. Elin og Ásmundur eiga trý børn. Pauli í Sanda- gerði, lærari, er elstur. Hann býr í Vejle. Anna Erenbjerg, laborantur, er í miðjuni. Hon býr í Nak- skov, og Sjúrður Johanne- sen, sosialráðgevi, sum er yngstur, býr í Hoyvík. Barnabørnini hjá Elini og Ásmundi eru ellivu - seks dreingir og fimm gentur. Elin og Ásmundur gullbrúdleyp Dagurin 22. mai. Castus, deyður umleið ár 250. Saman við øðrum brendur á báli í Kartago. 23. mai. Desiderius. Tvey halgimenni bera hetta navn. Annar var biskupur í Langres í Fraklandi, tikin av døgum í 364 ella 411. Hin var biskupur í Vienne í Fraklandi, steinaður til deyða í 608. Týdningurin er hin ynskti. 24. mai. Ester. Drotningin, sum Esters bók í Gamla testamenti er skrivað um. Týdningurin av navninum er óvissur. Minningarorð um Leon Gunnar Johannesen 14.11.1988 22.03.2004 Dagurin tann 22. mars verður ongantíð gloymdur, tá tú so brádliga varð tikin frá okkum. Tað vardi meg ikki, Leon Gunnar góði, at eg skuldi sita og skriva minningarorð um teg, tað var tað allarsíðsta, eg hevði væntað, tá vit skiltust á verkstaðnum hjá pápa tínum beint áðrenn eg fór avstað síðsta túr. Eg møtti tær við kirkjuna um kvøldið sum eg fór avstað morgunin eftir, og sum altíð so antin nikkaði ella veittraði tú. Gott er at minnast aftur á tær góðu løturnar, vit høvdu saman í bátinum hjá pápa tínum, tá vit báðir vóru við gággulínu ella snellu. Somuleiðis vóru vit tríggir, pápi tín, eg og tú, eina náttina við línu. Eg minnist, at tann línan, tú hevði egnt fór út í fløkju, eg ilskaðist eitt sindur, men tá tann, sum eg hevði egnt fór út, ja tá fór hon í tveimum lopum. Tá flenti tú at mær. Tað var tí at vit høvdu tjumsað so nógv við teimum báðum í bilinum og bátinum. Men sama gjørdi, vit fingu nakrar fiskar. Eisini minnist eg vit tríggir vóru við snellu. Tú dugdi so væl við teimum. Sjóverk hevði tú, men tá so fiskurin kom á, so kom tú álíkavæl út úr húsin- um og tók inn sum onki. Ja, nú var tú blivin so vaksin, at tú so smátt skuldi byrja sjálvur við tykkara báti, men tað vildi lagnan so ikki. Ein stendur spyrjandi, hví og aftur hví, tú góði, ikki longur ert hjá okkum. Eg skilji bara onki. Ja, Leon Gunnar, nú ert tú saman við abbanum og pápabeiggjanum í einum nógv betri staði. Kanska tú álíkavæl ert spardur fyri nógv. Lagnan er so løgin hjá nøkrum av okkum, summi hava nógv størri sorgir enn onnur. Góðu Teddy, Irdi og Angeli, Gud styrki tykkum og hjálpi tykkum at koma ígjøgnum komandi tíðirnar og eg veit, Hann hjálpir okkum øllum, sum eftir sita, systkjum, ommum og abbanum hjá tær. Friður veri við minninum um Leon Gunnar Jo- hannesen. Farvæl, farvæl men ikki ævigt, nei, ein stuttan dag, eitt lítið tíðarskeið, so hittast vit har skilnaður er ei og inntil tað, farvæl. Pápabeiggin Ásvør Djurhuus 70 ár Fríggjadagin 21. mai fylti Ásvør Djurhuus í Havn 70 ár. Hon varð fødd á Viðar- eiði, haðani bæði foreldur hennara vóru. Mamman var Maja Matras, eitt av systkj- unum á Brekkumørk, og pápin Jógvan Joensen hjá Dála. Seinni fluttu tey til Klaksvíkar, tá Jógvan fekk fast starv sum lærari har. Ásvør tók læraraprógv í Havn í 1956. Hon var fyrst lærari í Klaksvík í tvey ár frá 1957, og frá 1959 til 1997 var hon lærari í Tórshavnar Kommunu- skúla. Hon hevur verið á fleiri ársskeiðum. Í 1965-66 var hon á Danmarks Lærerhøj- skole og 1975-76 á Fróð- skaparsetrinum. Hon hevur týtt fleiri barna- og ung- dómsbøkur. Umhvørvið hjá Ásvør hevur verið skúlin: pápin var lærari, mamman undir- vísti nógv í hondarbeiði í Klaksvíkar Skúla, sjálv var hon lærari, og Absalon Djurhuus úr Heiðunum, sum hon giftist við, hevur eisini verið lærari. Ásvør og Absalon eiga trý børn: Inga Malena, býr í Sandavági, og Jógvan og Einar búgva í Havn Eilif Samuelsen 70 ár Í dag, leygardagin 22. mai, fyllir Eilif Samuelsen í Havn 70 ár. Hann var fødd- ur í Fuglafirði, men hevur meginpartin av lívinum búð í Havn. Foreldrini vóru Rakul Malena Midjord og Steingrím Samuelsen, sum bæði vóru úr Fuglafirði. Eilif er úr stórum systk- inaflokki. Tey vóru ellivu - níggju dreingir og tvær gentur: Benny, Flemming, Eilif, Herbert, sum doyði 28. februar í 1996, Gunnar, Vilborg, Randi, sum doyði 11. november í 1995, Tor- leif, Aage, Hugo og Stan- ley. Borgarliga arbeiðið hjá Eilifi hevur verið lærari, men úti um landið man hann vera mest kendur sum politikkari. Hann tók læraraprógv í Haslev í 1958 og var so í Fuglafirði, í Hvalvík, Tórshavnar Kommunuskúla og á Venjingarskúlanum. Eisini hevði hann tímar á Lærara- skúlanum. Eilif var á árskeiði á Dan- marks Lærerhøjskole 1968- 69 í donskum máli og bók- mentum. Hann var formað- ur í Lærarafelagnum í 12 ár frá 1968, blaðstjóri á Skúlablaðnum 1947-81, limur í Landsskúlaráðnum 1992-94 og í Mentanar- grunninum 1986-94. Hann hevur havt stóran áhuga fyri sangi og tónleiki og var dirigentur fyri Kristiliga Sangkórinum. Eisini var hann formaður í Tórs- havnar Musikkskúla 1988- 94. Eilif er av góðari sam- bandsætt. Abbi hansara var Andras Samuelsen, for- maður Sambandsfloksins og fyrsti løgmaður undir Heimastýrinum. Eilif var tingmaður fyri Sambands- flokkin í Suðurstreymoy 1978-90. Hann hevur eisini verið landsstýrismaður tvær ferðir: 1981-85 og 1994-98. Bæði skeiðini umsat hann skúlamál, og í seinna førinum var hann mest í andglettinum sum landsstýrismaður í komm- unumálum. Hann var sera treiskur, tá ið hann vildi hava kommunurnar at gjalda skuld niður, áðrenn tær fóru at brúka pengar til nakað annað. Eilif er giftur við Katrini Hansen úr Saksun. Tey eiga tvey børn. Sigrun, sum er fødd í 1956, býr í Havnini, og Jákup, sum er føddur í 1959, býr í Klaksvík. Sigr- un eigur tríggjar dreingir: Rúnar, Høgna og Hugin. Jákup eigur dóttirna Beintu. C M Y K 13 12