mánadagur 31. mars 2014síða 58
‹ fyrra síða allar 60 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
34
nr. 3
I
31. mars 2014
Vinnublaðið
hjá Miðlahúsinum
Vágs Havn
portofvagur.fo
skjótasta leið til dygdargóðar tænastur
S
agt verður, at verður útlátið ikki skert,
fer tað at fáa álvarssama ávirkan, og tá
vendist ikki aftur. Tí er alneyðugt við
tillagingum og at minka útláið, sigur
veðurlagsráðið hjá ST.
Partar av frágreiðingini eru komnir undan
kavi fyrr, men klokkan eitt í nátt bleiv tan
endaligi samandrátturin almannakunngjørdur.
Í frágreiðingini verður millum annað
staðfest, at hitabylgjur og skógareldar fara at
ávirka heilsu okkara og at krevja støðugt fleiri
mannalív, minkandi matframleiðsla fer at raka
tey fátæku økini meint, og fleiri verða rakt av
sjúkum, sum smitta ígjøgnum vatn, mat ella
flogkykt.
Tann vandafulla dálkingin í býunum verður
tengd at veðurlagsdálkingini, og sagt verður,
at innan næsta aldarskiftið verður luftin so illa
dálkað summastaðni í heiminum, at partar av
árinum verður tað hættisligt at fáast við nakað
uttandura.
Tann 13. apríl kemur tann triðja
frágreiðingin frá ST, og hon fer at snúgva seg
um tiltøk, sum skulu skerja tað vandamikla
útlátið
Ræðandi frágreiðing
um veðurlagsbroytingar
Um allan heimin eru fólk, samfeløg og vistfrøðin rakt
av veðurlagsbroytingunum. Tað stendur at lesa í teirri
næstu frágreiðingini, sum ST almannakunngjørdi i nátt
Árni Joensen