mánadagur 31. mars 2014síða 59
‹ fyrra síða allar 60 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
35
Vinnublaðið
hjá Miðlahúsinum
nr. 3
I
31. mars 2014
Serkunnleiki í
Norðuratlantshavi
Tríggjar ferðir er Noma matstovan, ið
heldur til á Norðuratlantsbryggjuni í
Keypmannahavn, kosin heimsins besta
matstova, og matstovan hevur tvær av
teimum sonevndu Michelin stjørnunum.
Í fjør misti Noma heiðurin sum heimsins
besta matstova til eina spanska matstovu,
men Noma er framvegis høgt í metum.
Næsta ár flytur Noma til Japan at halda
til í tveir mánaðir. Kokkurin René Redzepi
og øll hansara starvsfólk fara at starvast á
matstovu í Japan, men tey ætla ikki at brúka
norðurlendskar rávørur, sum annars hava
eyðkent matgerðina á Noma. Í staðin skal
Noma í Japan brúka lokalar rávørur. Hetta
skrivar Noma á heimasíðuni.
Hetta er ikki fyrstu ferð, at Noma hevur
flutt í eina tíð. Tá ið olympisku leikirnir
vórðu hildnir í London, var Noma eisini til
staðar har.
Noma matstovan verður í Japan í tveir
mánaðir, og síðani verður flutt aftur til
Danmarkar.
Noma flytur
til Japan
Næsta ár skal Noma matstovan halda
til í Japan í tveir mánaðir