týsdagur 1. apríl 2014síða 10
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 2. apríl 2014 · Nr. 39
10
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
meldurin
Rannvá G. Fossaberg
Fuglar,
skálir,
tallerkar,
hálsprýi, ljósastakar, klokk
ur, lampuskermar og nógv
annað. Hetta eru alt lutir,
sum eru at finna í hølunum
í Vertshúsinum niðan fyri
Sjónleikarhúsið, har fyritøk
an Mikkalina Glas nú heldur
til. Hetta eru eisini lutir,
sum seinasta árið av álvara
hava fingið atgongd til nógv
føroysk heim, og við litum
sum gult, blátt, ljósareytt,
appilsingult og grønt kunnu
eyðkendu
glaslutirnir
veruliga seta lit á tilveruna.
- Eg havi av sonnum eina
litgleði. Eg elski litir. Hugsan
in við teimum litríku glas
lutunum er, at fólk skulu fáa
litir inn í heimið upp á ein
óflipputan máta. Tað haldi
eg, at teir ymsu glaslutirnir
megna,
sigur
Mikkalina
Norðberg, sum seinastu sjey
árini hevur fingist við glas
skering. Tað vil siga, hon til
evnar ymsar lutir burtur úr
glasi.
Hugskotið, at fáast við
glasskering á henda hátt og
seta egna fyritøku á stovn,
hevur verið so mikið gott, at
Mikkalina seinasta fríggja
dag fekk virðisløn fyri at
vera Ársins Íverkseti.
- Í roynd og veru havi eg
ongantíð sæð meg sjálva
sum ein íverkseta. Eg havi
meira sæð meg sum tann, ið
skal gera virðislønirnar til
vinnararnar, heldur Mikka
lina skemtiliga fyri, meðan
hon situr inni í handlinum,
sum eisini er hennara verk
staður, og hyggur út yvir all
ar teir ymsu
lutirnar, sum
standa frammi.
- Sjálvandi eri
eg fegin og ikki minst
errin um, at fólk eru
glað og virðismeta tað,
eg geri. Í eini slíkari vinnu
sum hesari gongur tað
upp og niður, og tá er gott
at hava eina virðisløn at
hyggja eftir fyri at minna
seg sjálvan á, at mann ger
okkurt rætt, sigur Mikka
lina, sum upprunaliga er
útlærd námsfrøðingur.
Altíð hugtikin av glasi
Hóast tað ikki eru færri enn
sjey ár liðin, síðani Mikkalina
av álvara fór at takast við
glaslist, hevur henni altíð
dámað glas í øllum av
brigdum.
- Áhugin hevur
ivaleyst verið størri
enn hjá flest øðrum fólkum.
Meðan onnur hava shoppað
klæðir og skógvar, tá vit hava
verið uttanlands og ferðast,
so havi eg hugt eftir glasi.
Ikki altíð fyri at keypa, men
eisini fyri at síggja og uppliva
tað, greiðir Mikkalina frá.
Spurd, hvat tað er, sum
ger glas so áhugavert, er hon
skjót at svara:
- Tað er okkurt livandi
við glasi. Tað organiska í tí,
tað gátuføra. Onkursvegna
er tað eisini hugtakandi á
tann hátt, at glas er sterkt
tilfar, men samstundis er
tað eisini skroypiligt, sigur
Mikkalina og vísir á tunnu
glasfuglarnar, sum standa
í vindeygunum og stóru,
tungu skálirnar, ið standa
á tveimum smáum borðum
inni í handlinum.
Eingin ivi er um, at kvinn
an, sum júst er vald at vera
ársins íverkseti, er kreativ.
Upp á fleiri mátar.
- Eg havi nokk altíð verið
kreativ, tí eg minnist, at eg
sum níggju ára gomul klipti
og seymaði mær eina skjúrtu
úr einum laki. Longu sum
barn dámdi mær væl at fáa
eitt hugskot og so at siga fáa
tað út gjøgnum fingrarnar,
fortelur Mikkalina.
Møguleikin var har
Hóast Mikkalina hevur ver
ið áhugað í glaslist í nógv
ár, var tað ikki fyrr enn fyri
sjey árum síðani, at hon valdi
at gera nakað ítøkiligt við
henda áhugan. Leingi hevði
hon hildið, at tað bar ikki
til at fáast við glasskering á
henda hátt, sum hon tekst
við í dag.
- Eg fann útav, at tað let
ur seg gera at arbeiða við
køldum glasi, og at hetta var
ein arbeiðsháttur, sum eg
saktans kundi brúka í Før
oyum, sigur Mikkalina, sum
fekk tað endaliga skumpið
til at byrja sítt egna glasvirk
semi, tá ein vinmaður, sum
er glasblásari í Danmark,
fortaldi henni, hvussu hon
skuldi bera seg at.
Alt fyri eitt fór Mikkalina
undir at savna eina rúgvu av
tilfari bæði á internetinum
og í bókum um glasskering
og neyðugu amboðini. Síða
ni var hon eisini á háskúla í
Danmark í tveimum umfør
um, har tey góvu frálæru í
glasskering. Síðani byrjaði
hon at rigga kjallaran heima
við hús til, soleiðis at hon
kundi fáast við ítrivið har.
Rættiliga skjótt sá hon, at
fólk vóru áhugað í tí, hon til
evnaði úr glasi.
- Saman við fleiri øðrum
vísti eg ta einu ferðina fram
í Múllers Pakkhúsið, og eg
minnist, at alt bleiv skrætt
burtur. Eg keypti amboð
og meira tilfar við teimum
pengunum, sum eg forvann
mær frá tí framsýningini, og
so gjørdi eg enn fleiri lutir,
fortelur Mikkalina, sum tá
lænti ein ovn úti í býnum.
Til ber næstan at siga, at
líka síðani fyrstu framsýn
ingina hevur tað gingið slag
í slag, og inntøkurnar frá
søluni av teimum ymsu glas
lutunum hava gjørt, at hon í
summar kundi flyta í hølini
í Verthúsinum, har hon bæði
hevur handil og verkstað.
Eisini hevur hon í dag sínar
egnu ovnar og onnur amboð
til at gera glaslutirnar við.
- Eg hevði eina kenslu
av, at hetta kundi blíva gott,
og eg valdi at fylgja tí góðu
kensluni. So leingi tú gert
tað, so kann ikki ganga heilt
galið, sigur Mikkalina.
Var noydd at tora
Mikkalina dylir ikki fyri, at
hóast tað hevur gingið henni
væl við glasfyritøkuni, so er
tað ikki bara bara sjálv at
fara undir eina fyritøku.
- Tú kanst ætla, at eg havi
havt svøvnleysar nætur, har
eg havi hugsað, um hetta nú
eisini var eitt gott hugskot
ella ikki. Eg hugsaði ”hvat
Mikka fylgir tí
góðu kensluni
- Onkuntíð skalt tú tora bara at leypa útí tað. So leingi tú hevur eina góða kenslu um
tað, so kann ikki ganga heilt galið. Tað havi eg funnið útav, sigur 52 ára gamla Mikkalina
Norðberg, sum er glasskeri og kend fyri litríku glaslutirnar. Nú er hon kosin at vera
Ársins Íverkseti 2014 og hevur stórar ætlanir við tí, sum einaferð bert var eitt ítriv