Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-04-01, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 1. apríl 2014síða 11

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

11 Mikudagur 2. apríl 2014 · Nr. 39 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 nú, um eg keypi ein ovn, sum kost­ar eini 100.000 krónur, og so tímir eingin at keypa frá mær”. Men onkursvegna var eg noydd til bara at leypa útí hesa avbjóðingina, tí eg kun­di líkasum ikki annað. Eg elski hetta arbeiðið, og tí var eg noydd at tora, fortelur Mikka­lina, sum sigur seg ikki hava kunnað klárað at stov­na egna fyritøku uttan holl­an stuðul frá teimum nærma­s­tu. - Eg havi funnið útav, at tá tú fert undir nakað stórt, sum tú veruliga brennir fyri, so eru tað nógv fólk, ið vilja lyfta uppgávuna saman við tær og royna at hjálpa upp á yms­ar mátar. Í roynd og veru kenni eg tað, sum havi verið bor­i­n á lógvum gjøgnum alt hetta, tí eg havi fingið so góða hjálp, sigur Mikkalina og undir­strikar týdningin av stuðli­num, hon hevur fingið frá manni og børnum. - Í nógv ár hevur meir ella minni alt snúð seg um Mikka­lina Glas, og tí er um­ ráð­an­di, at tú sum íverk­seti hevur familjuna við tær. Hetta fyllir simpilthen alt. Onkuntíð hugsi eg, at tað er ótrúligt, at tey hava hild­ið meg út so leingi, sigur Mikka­ lina og flennir. Síðani gerst smíl­ið meira álvarsamt. - Sjálvandi hevur tað verið stræv­ið, tí alt snýr seg um fyri­tøku­na, men eg havi tó ongan­tíð á hesi glasferðini hugsa, at eg droppi glasið. Eg havi altíð vitað, at tað er hetta, eg skal. Eg havi verið móð og ynskt, at eg kundi slept øllum í eina viku ella so, men nei, eg havi ikki í eitt sekund viljað slept øllum glasi­num, sigur Mikkalina. Stórar dreymar Tað, ið byrjaði sum ein dreym­ur, er í dag vaksið til eina fyritøku, har Mikkalina hev­ur fólk afturat sær í fyri­ tøku­ni. - Tað eru fleiri, sum hjálpa mær, men eg havi eina fasta, sum er her eini seks tímar hvønn dag. Tað merkir, at eg kann framleiða tað meira av glasi. At lutirnir eru blivnir so vælumtóktir ger eisini, at eg havi ráð til at keypa nýggj am­boð, meira tilfar, havi betri pláss og kann hugsa stórt, fortelur Mikkalina, sum tó vísir á, at í dag er Mikka­lina Glas ikki bara eitt spælipláss, sum hon kallar tað, men eisini fyri­tøka. Og tað hevur eina ávirk­an. - Tá eg nú havi bundið meg til húsaleigu og starvs­ fólka­lønir, so sigur tað seg sjálvt, at eg onkuntíð má fara á kompromis. Tað vil siga, at eg í ein ávísan mun fram­leiði mest av tí, sum eftir­spurn­ ingur er eftir. Men hinvegin merk­ir tað ikki, at eg geri onkr­ar ávísar lutir bara fyri at fáa pengar til húsaleigu. Alt, sum stendur frammi, eri eg errin av at hava gjørt, sig­ ur Mikkalina. Hon hevur gjørt sær tank­ ar um, hvat skal henda við fyritøkuni og teimum ser­ merktu glaslutunum næstu mán­að­irnar. - Eg havi ítøkiligar ætlanir, sum peika út í heim. Júst hvat tað er, vil eg ikki siga beint nú, men innan eitt ár, so skuldi eg gjarna havt selt rætti­liga nógvar klokkur og stór­ar skálir av landinum, av­ dúk­ar Mikkalina, sum tó ikki ætl­ar at gloyma føroyska mark­nað­in. - Tann marknaðurin er lítil og skjótur at metta, men eg hopi, at eg alla tíðina kann menn­ast og harvið menna mína glaslist, soleiðis at tað ikki bara verður tað sama, sig­ur Mikkalina. Onkuntíð hevur hon hug at fíl­ast á, at hon ikki byrjaði við glaslist, tá hon var yngri. - Var eg byrjað fyrr, so hevði eg eisini havt fleiri ár til at menna mínar vørur, men kanska kann eg verða við til at geva øðrum ungum íblást­ur til at fáast við glas­ sker­ing. Tað hevði verið stutt­ ligt, um Føroyar eisini kun­du blivi kendar fyri glas­list, sigur Ársins Íverkseti 2014. rannva@sosialurin.fo - Í roynd og veru havi eg ongan­tíð sæð meg sjálva sum ein íverkseta. Eg havi meira sæð meg sum tann, ið skal gera virðislønirnar til vinnararnar, sigur Mikkalina Norðberg, Ársins Íverkseti 2014 meldurin