Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-04-01, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 1. apríl 2014síða 14

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 2. apríl 2014 · Nr. 39 14 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Vilmund Jacobsen Tað er Sp/f Toft, sum nú eigur og rekur sjómansheimið í Runa­vík, og stjóri í felagnum er Edvard Mikkelsen, sum ei­ si­ni eigur og rekur fyri­tøku­ na EM-Asfalt. Jóan Magnus Rasmussen, sum er ein av eigarunum, sigur, at longu nú hava tey havt tær fyrstu gistingarnar, men alment verður húsið ikki latið upp fyrr enn um ein góðan mánaða ella so. - Síðan vit keyptu sjómansheimið, hava vit gjørt onkr­ar smærri umvælingar, eins og vit hava málað og puss­að kømur og rúm upp. Hann sigur, at samlaða talið av kømrum er 19. Her eru 13 tvímanskømur, ein suita og fimm einkultkømur. - Eg vil siga, at av 19 kømr­ um tilsamans, eru tey 17 nú í fínasta standi. Vit fara at taka hond um tey bæði, sum eftir eru og sum krevja dag­før­ingar, men eg vænti, at eisini hesi bæði seinastu verða liðug, tá alment verður latið upp. Hotel Runavík Spurdur, hvussu Sjó­mans­ heimið Hotel Runavík fer at kallast, sigur hann, at tað hava nýggju eigararnir ikki tik­ið endaliga støðu til enn. - Men, eg vænti, at navnið verður Hotel Runavík. Jóan Magnus heldur, at íløgan, sum Sp/f Toft hev­ ur gjørt, er spennandi, og eigararnir vóna, at brúk verður fyri hesum gist­ing­ar­ møgu­leika í Runavík. - Eysturoyggin er eitt lut­ fals­liga stórt og virkið øk­ið, og vit vóna og trúgva upp á, at brúk verður fyri, at Hotel Runavík aftur verð­ur ein virkin partur í um­hvørvi­ num, sigur Jóan Magnus Rasmussen. Hava havt fyrstu gistingarnar - Ætlanin er, at Hotel Runavík letur upp alment tíðliga í mai, men longu nú hava vit havt tær fyrstu gistingarnar, sigur Jóan Magnus Rasmussen, sum er ein av eigarunum Hotel Runavík, sum hevur tilsamans 19 kømur, er so smátt aftur við at gerast ein virkin partur í umhvørvinum í Runavík. Mynd: Vilmund Jacobsen Vilmund Jacobsen Tey trý pørini - ella seks skipini - sum í fleiri ár hava verið á gulllaksaveiði í sum­ mar­hálvuni, fara nú aft­ur at rigga til ver­ tíð­ina, sum stundar til. Teir fyrstu túrarnir verða vanliga gjørdir longu fyri hálvan apríl, og síð­an eru tey seks skip­ini, Polar­ hav, Stjørn­an, Vest­ men­ning­ur, Fram, Eyst­ur­búgv­in og Vest­ ur­búgvin, gjarna á gull­laksi til einaferð út á heys­tið. Í fjør keypti Tavan í Leirvík 9.500 tons av gull­laksi. - Vit eru klár at taka ímóti, sigur Jóan Mag­ nus Rasmussen á Tavu­ ni. Skipini aftur á gull­ laksa­ veiði Vilmund Jacobsen Norska heimasíðan lusedata. no veit at siga, at royndir við planktondúki á aliringum hava givið góð úrslit í stríð­ num móti lús, men alari, sum hevur roynt henda háttin í Føroyum, er ikki so av­gjørd­ ur. Tað veit heimasíðan hjá Fiska­aling at siga. Á fimm ymiskum støðum í Nord­land í Noregi eru royndir gjørd­ar við sonevndum plankton­dúkum, sum verða heft­ir á aliringar við tí fyri eyga at forða lúsini atgongd til fisk­in í ringunum. - Royndirnar, sum eru gjørd­ar í Noregi í 2012 og 2013, vísa, at dúkurin verjir væl móti lús í ringunum. Roynd­ ir vórðu gjørdar við seks og tíggju metra síðum dúkum. Á alistøðunum hjá Hidden­fjord í Sørvági og Mið­vági hava dúkarnir - ella skjúrt­ini, sum teir rópa tey - eisini verið roynd. Atli Gregersen, stjóri, sigur við heimasíðuna hjá Fiska­aling, at teir ikki hava somu góðu royndirnar, sum norð­menn vita at siga frá. Tað vísti seg nevniliga, at skjúrtini vóru ov veik til aliringar, sum liggja ov ut­ta­ laga. Tey toldu ikki veðrið, og skræd­naðu. - Slíkar royndir mugu tí gerast á deyðavatni, heldur Hidden­fjord-stjórin. Á innaru ringunum á Sørvágs­firði kundu skjúrtini brúk­ast, men Atli Gregersen held­ur ikki, at úrslitið haðani kun­nu brúkast sum nøkur roynd, tí har vóru skjúrt á øll­um ringunum. - Tí kann eingin saman­ bering gerast við ringar uttan dúk á somu leið, sigur stjórin í Hiddenfjord í Sørvági. Misjavnar royndir við lúsadúki Norskar royndir vísa, at lúsadúkur verjir væl móti lús, men føroyskar royndir vísa, at dúkurin heldur ikki, um ringarnir liggja ov uttarlaga Í Noregi hava teir góðar royndir við "dúki" sum verju móti lúsapláguni Annu Juul Thomsen í Nólsoy hevur fingið heiðursskjal frá Tórshavnar kommunu fyri sítt arbeiði at varðveita fornminni í Nólsoy. Sjóvar kommuna hevur í eina tíð hildið seyðinum uttan fyri hegnið, men í dag kemur seyðurin aftur á bøin. - Vit hava ringar royndir av vetrarfriðing, sigur borgarstjórin, Artur Johansen.