týsdagur 1. apríl 2014síða 15
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
15
Mikudagur 2. apríl 2014 · Nr. 39
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Tíðirnar
broytast.
Men
gamli
klassikarin hjá Charles Dickens er
framvegis ein góð og áhugaverd
lýsing av samfelagnum. Um alt tað
vakra og skitna, vit sum menniskju
sleipa við okkum ella renna ímóti
í lívinum. Um armóðina og ríki-
dømið í samfelagnum. Tann aftur-
vendandi søgan um góðlætið og
órættvísi, sum vit kunnu uppliva á
vegnum. Um markleysa kærleikan
og oyðileggjandi harðskapin. Hvør
sleppur at liva í yvirflóð, og hvør ið
skal vera takksamur bara at yvir-
liva. Um okkara mongu dreymar
og vónbrot.
Eg gekk upp trappurnar í skýl-
inum í Víkingahúsinum og hugsaði
um hetta fór at rigga? Hevði sjálvur
sæð sangleikin um Oliver Twist
í Palladium í London 1997, men
hetta vóru heilt aðrar umstøður.
Nú skuldi eg hoyra sangirnar á
mínum egna móðirmáli og síggja
nøkur bygdabørn syngja og spæla
sjónleik. Jú, hetta var djarvt og ikki
sørt forvitnisligt, tað sum felagið
Losjan Glotti hevði lokkað meg og
míni úr Klaksvík og down town í
Serpugerði at skoða.
Men tað var ein góð kensla at
koma inn í Víkingahúsið. Hetta
annars ráa rúmið var hugnaligt
og heitt at trína inn í. Fólk vóru
kom-in í góðari tíð og sótu spent og
bíðaðu í tilriggaða hølinum. Sjálvi
fingu vit gott pláss nærhendis
pallinum. Ljósið var dempað og
kulissarnar naknar og hugtakandi.
Og skymaðist tú runt, sást tú, at
við inngongdina var skrivað við
stórum bókstavum LONDON og
kenda stórbýarbrúgvin var teknað
framvið vegginum.
Klokkan varð átta og nærum á
slagnum komu tríggir dugnaligir
musikantar,
klæddir
út
sum
fátækir livibreyðtónleikar í 19. øld,
leikandi inn á pallin. Her var gjørt
nakað burturúr. Hetta boðaði frá
góðum. Við Kim Hansen á klaver,
Edward Nyholm Debess á bassi og
einum meira ókendum evnaríkum
unglingi á trummum, Josva Debes,
var tónlistarliga støðið lagt fyri
einum sera hugtakandi og góðum
sangleiki.
Aftaná fyrstu disharmonisku
tónarnar tustu børn í pjøkum og
vásaklæðum inn á pallin. Og brátt
fyltist høllin við klagusangi. Bleik
olmussudýr, sum kortini ikki riðu
heilt á merginum, sungu hart í kór
um vellingin og vánaligu korini
á barnaheiminum, meðan fínir
tænarar bóru kjøt, kakur, frukt
og aðrar bestubitar til tey ráðandi
vaksnu á staðnum.
Hetta var jú inniligt og hjarta
nemandi, og sum áskoðari kundi
tú lata tónleikin og sjónleikin fylla
eyguni og oyruni. Oliver Twist
er ein hendingaríkur leikur, men
bæði børn og vaksin stóðu sterk
á pallinum og gingu við lív og sál
uppí sínar leiklutir, so tú kundi
róliga lena tær aftaná og njóta at
vera undirhildin av góðum og væl
spældum sjónleiki.
Og tær nýtist hvørki at vera
leikstjóri ella listfrøðingur fyri at
koma til ta niðurstøðu, at leikurin
um gøtudrongin, Oliver Twist, hevur
fingið nakað av tí besta burturúr
livandi og leikandi tilfeinginum í
Eysturoynni. Tí syngjandi lætt er
tað ikki, at skula framføra slíkan
stórleik, sum er ætlaður bæði vaks
num og børnum.
Men sjálvur gjørdist eg jaliga
ovfarin. Og 11 ára gamla dótturin
sat eisini sum á nálum frá byrjan
til enda. Hóast vit frammanudan
kendu søguna, slapp øll familjan
bæði at flenna og tára og eisini at
fáa onkran minni hvøkkin, meðan
vælspældi tónleikurin fylgdi spenn
andi og fangandi gongdini á pall
inum.
Her vóru fleiri, sum spældu
framúr væl. Tú fært eina frálíka
mynd av tí listinlærda Fagin, av
unga og fríska Skálki, av tí ráðaríka
Harra Bumle og tí forfjónaðu Frú
Corney, sum í leiki og sangi komu
væl frá sínum leiklutum.
Men tað mundi hugtaka tey
flestu, at óspilti gøtudrongurin, í
leiki og sangi megnaði so væl at
fylgja Oliver frá neyðini í barna-
heiminum, vera millum tjóvarnar
í Londom og harafturat at finna
tónan í tí fína heiminum hjá Mr.
Brownlow. Tað var flott. Men stóra
stjørnan mundi vera Nancy, spæld
av Elsu Mariu Magusardóttir Olsen,
sum var ein serlig uppliving fyri
áskoðararnar, ikki minst við síni
sterku og vøkru rødd og sann-før
andi leiki.
At tað eisini eru amatørar í
rúgvuni bilar onki. Tað sum gjørdi
Oliver Twist til eina minnisríka løtu,
var spæligleðin og stemningurin,
sum leikararnir bóru við sær á
pallin.
Haldi at fleiri av statistunum
vóru fangandi og tryggir at síggja
til. Hetta gav leikinum ta góðu
ífyllingina av livandi menniskjum
í ymiskum gerandisstøðum.
Takk til Berg Rasmussen fyri eina
frálíka týðing og til leikstjóran, Riu
Tórgarð, fyri ein hugtakandi leik.
Tað er sanniliga ein stór uppgáva
at fáa so nógv sjálvboðin í fólk í
vikuvís at møta upp til venjing og
spæla sjónleik saman. Og øll hini,
sum stuðla og gera vakrar dreymar
til veruleika. Tey sum hava gjørt
búnarnar, sett hárið, smíðað pallin,
skapað ljóðið og ljósmyndirnar,
teskað og skapt stemning, vant
sangrøddirnar, samskipað og lagt til
rættis, skulu fáa seinastu klappini
frá vælnøgdum áskoðarum.
Tað var gott at sjónleikur varð
tikin framum sjónvarpið hetta
sunnukvøldið.
Steintór Rasmussen
Ein góður gøtudrongur
Túrurin til Gøtu var øðrvísi. Har var hvørki fótbóltur ella festivalur á skránni. Men hetta sunnukvøldið
mátti sjónvarp vera sjónvarp. Tann kendi fátæki gøtudrongurin, Oliver Twist, var komin til Føroyar.
Til sjálvan heimstaðin hjá Tróndi í Gøtu. Og hann skuldi vera at síggja í Víkingahúsinum.
ummæli