týsdagur 1. apríl 2014síða 16
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 2. apríl 2014 · Nr. 39
16
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Portrið verð
vága floghavn
Fyri 365 milliónir krónur fáa
føroyingar ein longdan flogvøll,
umframt nýggjan terminal og
tænastubygningar. Alt arbeiðið
er liðugt fyrsta dagin
Jón Brian Hvidtfeldt
Síðstu árini er talið av ferð
andi um Vága Floghavn økt
munandi. Stutt eftir aldar
skiftið fór talið fyri fyrstu
ferð upp upp 150.000 ferð
andi, og burtursæð frá eini
lítlari afturgongd í 2008-2009
hava pílarnir bara peikað
uppeftir. Í fjør fóru 236.564
ferðandi um Vága Floghavn,
og fyrstu mánaðirnir í ár vísa
eisini á vøkstur.
– Verandi terminalur er
bygdur til 100.000 ferðandi.
So
tørvurin
á
nýggjum
terminali er til staðar, stað
festir Jákup Sverri Kass.
Í juni kann stjórin á
Vága Floghavn taka í nýtslu
ein spildurnýggjan termi
nal, sum saman við øðrum
tænastubygningum kostar
144 milliónir krónur. Útbygg
ingin kemur í kjalarvørrinum
á einari aðrari stórari íløgu
í Vágum, tá 221 milliónir
krónur vórðu brúktar til
at leingja flogbreytina upp
í
1799
metrar.
Umframt
hesar íløgur á tilsamans
365 milliónir krónur kemur
ein eykarokning á smáar 30
milliónir krónur, tí gamalt
dynamitt varð funnið í lend
inum við vøllin. Allir pengar
nir eru tiknir úr Íleggingar
grunninum fyri Føroyar.
Mánadagin
varð
Vága
Floghavn dømt at gjalda
hagapartinum Ytri Suður
triðingur
eitt
endurgjald
á 10,6 milliónir krónur fyri
lendið og grótið, ið varð
ognartikið í samband við
at flogbreytin varð longd.
Enn er ógreitt, um dómurin
verður
kærdur
inn
fyri
Eystara Landsrætt.
Samanumtikið
gevur
stóra íløgan í Vága Floghavn
góðar møguleikar.
Longdi
vøllurin
gevur
longu møguleika fyri at
størri flogfør kunnu lenda í
Vágum, og er nýggi flotin hjá
Atlantsflog eitt talandi dømi
um tað.
– Nýggja farstøðin og
tænastubygningarnir fara at
betra munandi um heildar
upplivingina hjá teimum
ferðandi, samstundis sum
inntøkurnar hjá Vága Flog
havn væntandi fara at vaksa
enn meira, sigur Jákup Sverri
Kass.
jonbrian@sosialurin.fo
Árið í fjør var tað besta hjá
Vága Floghavn í søgu felags
ins. Talið av ferðafólki setti
met og ongantíð hevur
nettosølan verið størri.
Stjórin fyri Vága Flog
havn kann smílast, nú hann
leggur arbeiðið síðsta árið
fyri aðalfundin í almenna
partafelagnum.
Úrslitið
vísir eitt yvirskot á 4,3
milliónir
krónur
áðrenn
skatt, og 2,6 milliónir, tá
skatturin er goldin.
Úrslitið er sermerkt, tí
tað er tað besta hjá Vága
Floghavn, síðani umskipan
ina til alment partafelag í
2007. Sambært felagnum
sjálvum gav Vága Floghavn
hall, øll árini áðrenn felagið
varð lagt um til alment
partafelag.
Fyrsta
heila
roknskaparárið
hjá
P/F
Vága Floghavn, sum var
2008, vísti eitt hall á góðar
11 milliónir krónur. Árið
eftir reið um snarið við
einum 70.000 krónum í
yvirskoti, og bæði í 2010 og
2011 lá yvirskotið á umleið
eina millión. 2012 gav stórt
undirskot, heili 4,7 milliónir
krónur áðrenn skatt. Tí
er árið í fjør heili níggju
milliónir krónur betri enn
árið fyri.
– Góða úrslitið er liður í
miðvísari ætlan at menna
nýggjar inntøkumøguleikar,
samstundis sum eitt vakið
eyga verður hildið við út
reiðslunum, sigur Jákup
Sverri Kass.
Vága Floghavn hevur
lagt seg eftir at fáa inntøkur
frá
parkeringsgjøldum,
leigugjøldum og provisjóns
gjøldum av matarsølu og
tollfríari sølu.
– Ætlanin er, at hesar
inntøkur skulu vaksa enn
meira í framtíðini, sigur
Jákup Sverri Kass.
Vága Floghavn hevur,
saman
við
Atlantsflog,
stovnað felagið DutyFree,
sum skal standa fyri allari
tollfríu søluni í nýggja
terminalinum.
Samlaðu
inntøkurnar
hjá Vága Floghavn vóru
29,3 milliónir krónur í fjør.
Tað er somuleiðis tað mesta
nakrantíð.
jonbrian@sosialurin.fo
4,3 milliónir í yvirskoti