týsdagur 1. apríl 2014síða 17
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
17
Mikudagur 12. februar 2014 · Nr. 18
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Mikudagur 2. apríl 2014 · Nr. 39
ur víðkað
vága floghavn
Vit hava ein langan vøll og ein nýggjan terminal,
og tað ger okkara floghavn meira áhugaverda,
sigur Jákup Sverri Kass, sum væntar fleiri
enn 250.000 ferðandi um vøllin í ár
Allar fortreytir
til staðar
Jón Brian Hvidtfeldt
– Longdi vøllurin hevur
longu
givið
Atlantsflog
møguleikan at gera íløgur
í størri flogfør, sum bæði
eru bíligari í rakstri og geva
møguleikar at flúgva bein
leiðis til stórbýir úti í heimi,
sigur Jákup Sverri Kass við
adressu til Barcelona og
Milano.
– Umframt Airbus A318
flogførini hjá Atlantsflog
hava vit eisini sær Airbus
A320 á flogbreytini í Vágum,
leggur stjórin afturat.
Hóast fleiri sjarmutúrar
og royndir hjá floghavnini
at lokka útlendsk flogfeløg
hendavegin, so er Atlantsflog
framvegis einasti kundi hjá
Vága Floghavn.
– Áhugin frá øðrum flog
feløgum er vaksandi, men eg
fái ikki verið meira ítøkiligur,
ljóðar svarið frá Jákupi
Sverra Kass.
Stjórin sær stórar møgu
leikar í teimum útbyggingum
fyri smáar 400 milliónir
krónur, ið eru gjørdar í Vága
Floghavn síðstu árini.
–
Terminalurin
gevur
okkum møguleikar at tjena
pengar uppá mat og tollfría
sølu, og tað skal síggjast aftur
í
lægri
tænastugjøldum,
sigur Jákup Sverri Kass og
nevnir dømi, har floghavnin
hevur
givið
Atlantsflog
tænastugjøld fyri hálvan
prís í samband við teirra ser
tilboð í lágárstíð.
– Tað er hendavegin, ið vit
skulu. Málið skal alla tíðina
vera at gera tað so bíligt at
ferðast til og úr Føroyum
sum
tilber,
sigur
Jákup
Sverri Kass.
Tølini av ferðandi um
Vága Floghavn geva stjór
anum vind í seglini. Sum
nevnt í aðrari grein setti flog
havnin met við 236.564 ferð
andi í fjør. Og árið í ár verður
betri:
– Vit skulu upp um
250.000 ferðandi um Vága
Floghavn í ár. Tað er greiða
málið, og tað røkka vit, sigur
Jákup Sverri Kass sann
førandi, og heldur fram:
– Í fjør blivu vit størri enn
floghavnin á Akureyri, og í
ár blíva vit størri enn flog
havnin í Århus.
Umframt ein generellan
vøkstur í talinum av ferð
andi, so hevur nógva leit
ingarvirksemið
á
land
grunninum eisini ávirkan á
tølini. Sonevnda oljuflúgv
ingin ger mun, eisini hjá
Vága Floghavn.
Vøksturin hevur tó sínar
avmarkingar og avbjóðingar.
–
Tað
er
avmarkað,
hvussu
nógv
føroyingar
kunnu ferðast. So tað er av
gerandi neyðugt at fáa fleiri
útlendsk ferðafólk henda
vegin. Vøksturin má koma
uttanifrí, sigur Jákup Sverri
Kass.
Stjórin í Vága Floghavn,
sum sjálvur hevur eina fortíð
sum marknaðarleiðari bæði
hjá Smyril Line og Atlants
flog, sigur seg tí taka fult
undir við og stuðla ambitiøsa
málinum hjá Visit Faroe
Islands um at ferðavinnan
skal tvífaldast og geva minst
eina milliard í umsetningi í
2020.
Hóast árið í fjør er tað
besta nakrantíð hjá Vága
Floghavn,
so
er
stjórin
varin, tá hann skal meta um
fíggjarliga úrslitið fyri í ár.
– Vit noyðast at gera
nakrar eyka avskrivingar,
tí onkrir av gomlu bygning
unum við vøllin skulu takast
niður. Men grundraksturin
er framhaldandi sunnur og
góður, so tað sær gott út,
sigur Jákup Sverri Kass.
jonbrian@sosialurin.fo