týsdagur 1. apríl 2014síða 18
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 2. apríl 2014 · Nr. 39
18
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Minningarorð um Jákup Sólstein
Vágin blikaði, meðan eitt vár
lot andaði inn eftir Borðoyar
vík, nú ið Jákup Sólstein varð
borin út úr Kristianskirkjuni
mikudagin. Fyrsti góði vár
dagur var komin, taraskógin
kom undan á Borðoyavík -
av fyrsta hátrýstinum yvir
oyggjarnar í langar tíðir - og
líkasum heilsaði Jákupi, nú
hann á sístu ferð síni út í
Grøv segði Klaksvíkini far
væl. –
Kom at kenna Jákup í
sjeytiárunum, tá vit plagdu
at møtast til ymiskar fiski
vinnufundir í Havn. Annars
kom eg at kenna Palla Sólstein,
pápa Jákup, longu í 1950unum,
tá eg plagdi at sleppa við pápa
ella øðrum inn til Klaksvíkar
at avreiða hýsu. Fryntligir
menn at møta, hann og beiggi
hansara.
At koma inn á Stengurnar
í teimum døgum var eitt upp
livilsi fyri ein ungan drong
hvørja ferð. Har ýddi við lívi.
Kaiin lá avtakin við fiski,
meðan Grunningur, Draga
sund og Poppy lógu og tóku
ímóti fiski til bretska markn
aðin. Útróðrarmenn stóðu í
skúrinum umborð og egndu
til næstu setu, og dunkini av
Alpha motorum hoyrdust
runt vánna, ja, tá var gaman
at liva.
Í hesum umhvørvinum
vaks Jákup upp. Ei undur í at
hann seinni í lívinum kom at
virka innan hetta økið í eitt
heilt mannaminni við sera
stórum áhuga og hegni.
Sjáldan havi eg hoyrt so
mangar mansrøddir syngja,
sum hendan dagin í Christ
ianskirkjuni, tá íð Jákup varð
borin út, nú so nógvir menn
vóru komnir til jarðarferðina.
Tað rungaði í millum Háfjall og
Kjøl, tá sungin varð sangurin
hjá Mikkjali á Ryggi, har eitt
av versunum sigur: Tú fylgdi
mær við tíni verjandi hond, tá
smápiltar leiktu um hamrar og
strond, tá lívið var burtur, um
fótur vár gleið, tú studdi os
væl, so vit snávaðu ei.
Og síðani hornblásturin,
Amazing grace “Á náði rík
og dýrabar” fylti alt hválvið
í kirkjuni.
Jákup og eg komu at sita
saman í nevnd í Reiðarafe
lagnum og í øðrum feløgum
í mong ár. Jákup var hollur í
ráðum og kendi væl til skipa
rakstur og til tað, sum rørdi
seg innan hetta økið millum
feløg og manningar. Hetta
var ein serstøk tíð at minnast
aftur á, nú Jákup og so at siga
allir teir, sum tá sótu í hesum
ymisku nevndum, eru farnir
undir grønutorvu, og nýtt
ættarlið hevur tikið við.
Ætli ikki í hesum høpi at
skriva nakað um alt tað, sum
vit upplivdu saman á hes
um øki, í góðum tíðum og í
vónloysis tíðum, sum t.d. 92-
94, tá fiskivinnan og harvið
alt landið lá í andaleypi, með
an ravnar gorraðu í homrum,
fyri síðani aftur at verða við
til at uppliva eina rúkandi
uppgongd í fiskivinnuni og
øllum samfelagnum. Jákup,
eg vil takka tær fyri tíðina
sum nú bert er minnir.
Góða Borgarhjørt og synir
við familju, Alex og Fía við
familju.
Nú ið mjúkir várvindar
aftur anda inn eftir Borð
oyarvík, har sum Jákup fekk
mangt kóki, so minnir vakn
andi vár okkum á tað æviga,
sum ongantíð doyr.
Latið hetta verða uggi
tykkara á komandi døgum.
Harrin styrki tykkum í sorg
ini og sakninum, nú ið Jákup
er farin.
Russiski
rithøvundurin
Tolstoy skrivaði “Lívið er ein
dreymur, og tá eg doyggji, tá
vakni eg”
Ærað veri minnið um Ják
up Sólstein.
Osmund Justinussen
N.B, Hendan heilsan er eisini
frá núverandi nevnd í Føroya
reiðarafelag