týsdagur 1. apríl 2014síða 19
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
19
Mikudagur 2. apríl 2014 · Nr. 39
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Kristina Østerø
Í góðveðrinum í farnu viku
bar Jóngerð mær deyðboðini
av mammu síni. Eftir lítlari
løtu var fótafarið aftur í
barnaárunum, tá grønur bøur
var millum barnaheimini hjá
Jóngerð og mær. Eitt yðandi
lív - við sprøklutum hønum
og hana, sum vit argaðu illa,
hoppibondum
og
høsna
ringum. Minnisbrotini eru
mong. Vit kundu ganga
úti í hvítum løriftskóm alt
summarið. Hevði man dálk
að hesar, “hvíttaði” man teir
við eini tupu við onkrum
skúmkendum í, sum huldi
skittin. Á knøunum høvdu
vit sum oftast skruvur, -
plástur vóru óneyðug. Duttu
vit, vóru tað hendur og knø,
ið fyrst vóru fyri, tí vit sum
oftast gingu í sokkum upp á
økulin. Langbuksur høvdu
ikki rættiliga fingið fótin
fyri seg. Innan gluggarnir
hjá Kristinu stóðu allir hesir
vælrøktu urtapottarnir, ið
eg bara minnist altíð blóma
í reyðum og hvítum litum.
Tann, ið stýrdi øllum hesum
ævintýrliga, var Kristina.
Hon var sum nøkur ein unga
mamma. Í stórpunt-utum,
reyðum
fyriklæði
syrgdi
hon fyri, at alt gekk upp í
eina ruddiliga eind, inni sum
úti. Hon seymaði og bant og
tók okkum gentuóvitar við í
sínar verkætlanir. Vit fylgdu
trúliga við í sunnudagsskúla
í KFUM & K, tí har fortaldi
Kristina søgu uppi við pultin,
ikki úr eini bók men raðið
úr huganum. Og hon lovaði
okkum at hava bindiklubb,
sum var nokk so forkunnugt
tá. Vit elskaðu tað, tí so gjørdi
Kristina fruktsalat, og tað var
nakað, sum vit børn ikki vóru
von við. Lagið gjørdist eyka
gott, tá hon hevði blandað
sjokolátu uppí.
Kristina var ættað av
Húsum. Giftist við mikla
dalsmanninum Niels Østerø
í apríl 1950. Tey búsettust
á Ziskatrøð í Klaksvík og
fingu tvær gentur, Jóngerð
og Hansinu. Á Ziskatrøð var
lívligt, nógv børn heilt oman
til Ósánna. Jóngerð og tey
búðu ovast í brekkuni. Gomlu
foreldrini hjá Kristinu búðu
bæði inni hjá yngstu dóttrini
og doyðu út haðani. Haldi,
tað er fyrstu ferð, eg kunnaði
meg um deyðan, og tað sum
var aftaná. Tey vórðu grivin
í gamla kirkjugarði beint í
grannalagnum, og vit gjørdu
okkum nógvar tankar um,
hvat hendi aftaná deyðan.
Á luftini kundu vit mangan
gera
okkum
myndir
av
ommuni og abbanum uppi
í skýggjunum. Og vit vóru
samdar um, at vit høvdu sæð
tey og tey okkum.
Húsini hjá Kristinu og
Niels vóru rættiliga stóri
fleiri hæddum. Hesa tíðina
var vinnuliga sæð sera lívligt
í bygdini, helst á Stongunum
og Kósini. Tað var nógv ferð
á útróðrarflotanum tá og
tørvur á nógvum arbeiðs
fólkum. Tí búðu skyldfólk
hjá Kristinu bæði í lofts- og
kjallarahæddini. Eisini hýsti
Kristina onkrum skyldfólki,
ið gekk í framhaldsskúla úr
Kallsoynni.
Vit vildu so fegin, Jón
gerð og eg, byrja sama ár í
skúlanum. Men tað gekk
ikki. Hóast ikki mánaður var
ímillum okkum, var markið
1. jan. Og tá onnur var frá
des. og hin frá jan., var einki
at gera, hóast Niels royndi
at fáa tað at ganga upp. Vit
høvdu gjørt ein innsats sjálv
ar. Elsti beiggi mín, ið gekk í
skúla í Havn, hevði keypt
okkum stavingarbók, og vit
kýttu okkum. Men tað hjálpti
einki.
Kristina var í mangar
mátar ein serliga virkin og
arbeiðssom húsmóðir. Henni
tørvaði neyvan ráð, hon fór
bara í holt við tað, hon hevði
sum mál. Hon dugdi so ófati
liga væl til hendurnar. Eg
nevndi seyming og binding.
Men alt hon legði í tekning
og máling var ikki so lítið.
Postalínsmáling
gjørdist
eisini nakað, hon legði orku í
og dreying somuleiðis.
Hon var so ung í sinni, og
myndugleikin var ikki at fara
skeiv av. Løtt og prátingar
som, og var tað ein fragd at
fylgja henni ein lítlan part av
leiðini, nú hon eldist. Sama
trúfestið lýsti av hennara
fryntliga enni. Og hon var so
takksom fyri lívið og tað, hon
hevði fingið lut í.
Kristina fylti 85 seinasta
summar og helt føðingardag
fyri nógvum fólkum. Væl til
passar, vøkur og stórsmílandi
tók hon ímóti. Slætta væl
dámda dæmið helt sær upp
í ellisár.
Ein sterk persónligheit
hevur lagt frá sær. Hvíl í friði,
góða Kristina.
Poulina
Tøkk
Takk til øll tykkum, sum á ymiskan hátt
gleddu meg á mínum 80 ára degi.
Boði og Magni, takk fyri gott udnurhald og
Brandur fyri góðan sang og musik.
Øll systkinabørnini, takk fyri Hanus.
Eisini takk fyri allar tær góðu talurnar, yrking
og góða føroyska dansin.
Takk til tykkum ið bakaðu køkur.
Til allar gestirnar - takk at tit komu so
fjøllment - og gjørdi dagin festligan fyri meg
og takk fyri allar tær fínu gávurnar.
Anna Kirstin, takk fyri tann góða mætin tú
borðreiddi við - og sum vit øll kundi njóta í tí
hugnaliga umhvørvinum á Seglloftinum.
Vinarliga
Vigdis Sigmundsdóttir
eblaðið
sos.fo
eblaðið
sos.fo