týsdagur 1. apríl 2014síða 27
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
27
Mikudagur 2. apríl 2014 · Nr. 39
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Niels Uni Dam
– Vit hava ferðast nógva staðni
kring heimin og spælt tónleik, men
tað eru fá støð, ið hava vakt hesar
kenslurnar, sum Føroyar hevur. Alt
ferðaliðið tosar um at koma aftur,
og taka onkran við sær, eg havi
hug at koma við soninum hjá mær,
onkur annar við pápa sínum og so
framvegis, segði Thomas Dybdahl
við meg aftaná konsertina.
Fleiri av limunum komu til Før
oyar nakrar dagar áðrenn og sjálvur
kom Thomas til landið fríggjadagin.
Fríggjadagin vitjaðu teir við Gjógv
og leygardagurin varð brúktur í
Saksun, og føroyska náttúran berg
tók limirnar.
Hóast Thomas Dybdahl er eitt
kent navn í heimlandinum og hevur
klára seg væl bæði í USA og Evropa,
so er hann ikki eitt kent navn í Før
oyum. Túrurin til Føroyar lá mill
um eina konsertferð í Onglandi, ið
júst er liðug og eina ferð til USA í
sambandi við útgávuna av hansara
nýggjastu fløgu, ið kemur út har 4.
mai. Hann m.a. skal spæla konsert
í New York og undirhalda tí kendu
The Hotel Cafe í Los Angeles hvørt
mikukvøld í mai.
Fitt av fólki
Í forhøllini í Norðurlandahúsinum
áðrenn konsertina, var langt millum
tey, ið kendu meira til Thomas
Dybdahl enn, at tey høvdu hoyrt
einkult løg hjá honum á Youtube.
Men hóast hetta vóru heilt nógv
fólk komin á konsertina. Salurin
var ikki fullur men nóg nógv vóru
inni til at skapa eina góða konsert
kenslu.
Kenslan bleiv ikki minnið góð, tá
Dybdahl traðkaði á pallin. Við ein
um serstakliga vælspælandi bólki
aftan fyri seg, tók hann áhoyrarnar
við sær á eina ferð gjøgnum nýtt
og gott gamalt í sínum lagaskatti.
Tónleikurin, ið nokk best kann lýs
ast sum blúsíblástur poppur, varð
framførdur sannførandi. Sjálvur
sang Thomas og spældi gittar. Hann
hevði tveir aðrar gittarleikarar við
sær, annar spældi eisini tangentar
í summum løgum, bassur org
trummur vóru sjálvandi eisini, har
umframt var ein tangentleikari, ið
vant tónleik burturúr hammond
orglinum, og undirhelt við stutt
ligum viðmerkingum. Allir sum ein
osaðu teir av spæligleði, og gleði um
tónleikin.
Serliga bergtakandi røddin hjá
Dybdahl var forførandi, saman
beringarnar við Jeff Buckley og
Nick Drake vóru als ikki burturvið,
tí hetta er ein klassasangari.
Vøkur framførsla
Framførslan var sera sannførandi
á allan hátt, ikki minst í útsjónd,
bólkurin var ílatin í einum heldur
gamaldags stíli, við ljósum klædn
ingum, hvítum skjúrtum og ljósum
vestum, ið gav eina kenslu av
Amerika í fyrry helvt av farnu øld.
Blúskendi tónleikurin ljóðaði
nakað so øgiliga væl, at ljóðmaðurin
eigur stórt rós fyri sítt arbeiði, og
tað eigur ljósmaðurin eisini, tí ljósið
tyktiskt sum eitt væl skipað verk.
Tað hoyrdist væl, at hetta var
ein bólkur, ið var vanur at spæla
saman. Hetta var síðsta konsertin
konsertferðini í sambandi við
nýggjastu fløguna hjá Dybdahl, ið
fer til USA sum solistur.
Kom bara aftur
Við nógvu lógvabrestunum og
tendraðu áskoðarafjøldini, ið leit
aði sær út úr myrkrinum í salinum
í Norðurlandahúsinum til einar
Føroyar, ið júst høvdu hildið Earth
Hour, so var eingin ivi um, at Thom
as Dybdahl hevur vunnið sær
nógvar nýggjar fjepparar í Føroy
um.
Á Facebook síðu síni skrivaði
Thomas Dybdahl soleiðis í gjár:
Túsund takk tit, sum komu á kon
sert í Tórshavn í gjár. Tað var ein
fantastisk uppliving, allur túrurin
hevur faktiskt verið ein uppliving,
um tað skal sigast, og tað skal tað
jú. Vit koma aftur so skjótt, sum vit
sleppa, havið ein góðan sunnudag.
Tað er mín vón, at onkur av
føroysku festivalunum velur at taka
hendan bólkin aftur til Føroyar,
sum skjótast.
nud@sosialurin.fo
ummæli
– Vit vilja aftur til Føroya
Norski Thomas Dybdahl vitjaði Norðurlandahúsið við bólki sínum á leygarkvøldið, tað var ein framúrskarandi
góð konsert, men sambært Dybdahl sjálvum, vil hann aftur til Føroyar og ongantíð ov skjótt