Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-04-03, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 3. apríl 2014síða 4

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 4. apríl 2014 · Nr. 40 4 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 TÍÐINDI Leo Poulsen Tey vóru væl mannað, liðið sum var í Nólsoy týskvøldið at greiða frá um Ramsar ætl­ anina. Annie á Hædd fyri Fiski­ málaráðið, Maria Gunn­ leivs­dóttir Hansen og Suni Pet­ersen frá Umhvørvis­ stov­uni og Janus Hansen frá Náttúrugripasavninum. Hartil vóru eisini umboð fyri hini bæði Ramsarøkini í Føroyum, Skúvoy og Mykines, eisini við á fundinum. Eisini umboð fyri Tórshavnar komm­unu var við. Og nólsoyingar sjálvir hildu seg ikki aftur. Um 40 mundu vera møttir til kunn­ andi fundin. Annie á Hædd legði fyri og greiddi frá, hvat Ramsar­ sáttmálin var fyri nakað. Síð­ani greiddi Janus Hansen frá Náttúru­gripasavninum frá um týdningin av, at hava ein altjóða sáttmála fyri vátlendini kring heimin, og at enda tosaðu umboðini frá Umhvørvisstovuni um inni­ haldið í Ramsar sátt­mál­an­ um. Ávegis var so høvið at seta spurningar, og hetta høvið nýttu nólsoyingar. Og tað var skjótt, at tos­ ið fall á skjóttgangandi bát­ ar­nar, sum fura aftur og fram beint út fyri urðina og órógva lundan. Fundurin var samdur um, at hetta í hvussu er er ein stór hóttan móti lunda­stovninum. Aðrir lutir, ið vórðu um­ røddir, vóru rottan, og hvussu oyggin kundi haldast rottu­frí. Eisini fall tosið inn á kettuna, og har var nevnd Grannastevnu samtyktin herfyri sum forðar fyri hjá einari familju at hava fleiri enn eina kettu. Hvat er eitt Ramsarøki Annie á Hædd er deildarstjóri í Fiskimálaráðnum, og hon greiðir soleiðis frá um, hvat eitt Ramsar øki er: – Eitt Ramsar øki er eitt búøki, har sjófuglar halda til í Føroyum og tað er talan um eitt altjóða øki. Vit hava fingið útnevnt trý slík øki í Føroyum, og tey eru Nólsoy, Skúvoy og Mykines. Og tann størsti stovnurin er drunn­ hvítin, sum heldur til her í Nólsoy, og tí er tað skylda hjá landinum, at gera eina fyrisitingar- og verndarætlan fyri stovnin, sigur Annie á Hædd. Hetta var eisini endamálið við fundinum í Nólsoy týs­ kvøldið. – At finna fram til, hvussu vit best í felag fáa eina verndarskipan í lag fyri drunnhvítastovnin, utt­an at hon skal gera seg inn á livi­ kor og líkindi hjá fólk­in­um á staðnum, sigur Annie á Hædd. Tað hevur verið ein drúgv tilgongd at fáa útnevnd Rams­ar­øki í Føroyum. – Tann tilgongdin hevur verið drúgv. Ramsarsáttmálin fekk altjóða gildi í 1975, og her í Føroyum hava vit tikið undir við sáttmalanum fyri rúmari tíð síðani. Men tað var ikki fyrr enn í 2010, at veru­lig ferð kom á málið, sigur Annie á Hædd. 2010 var útnevnt at vera lívfrøðiligt margfeldisár, og tað var hetta, ið setti gongd á arbeiði at fáa Ramsarøki í Før­oyum. – Men í 2012 fingu vit so góðkent Nólsoy, Skúvoy og Mykines sum Ramsarøki. Men tað sum víðari skal henda er upp til okkum, og tí er tað so gott, at vit nú hava fingið Umhvørvisstovuna, Náttúru­gripasavnið og nóls­ oy­ingar sjálvar at samstarva um økið, sigur Annie á Hædd. Fyrsta toyggj Hon sigur, at nólsoyingar av­gjørt kunnu vera ernir av at verða kosnir sum eitt Ramsar­øki. – Tað er avgjørt stórt, tí Nólsoy hýsir heimsins størsta drunnhvítastovni, og tað er avgjørt nakað av vera errin av. Tí við tí fylgja eisini møguleikar - ikki bara forðingar og avbjóðingar - fyri Nóls­oynna og nólsoyingar, sigur Annie á Hædd. Sum er á slíkum fundum, var eisini eitt ávíst kjak. – Tað vóru fleiri røddir frammi, sum geva okkum, ið umboða myndugleikarnar, nakað at hugsa um í víðari tilgongdini, tí eitt er, hvat vit kunnu lesa okkum fram til í sáttmálanum nøkurlunda hvat, vit skulu gera. Men tað er eingin uppskrift fyri, hvussu ein verja fyri Ramsar­ økið verður skipað, og tað er eingin felags uppskrift, hvussu gerast skal í ymsu londunum. So í veruleikanum eru vit øll á byrjunarstøði og vit skulu øll læra av hesum, men tað, sum hevur størstan týdning er, at vit í sátt og semju arbeiða saman, sigur Annie á Hædd. Hon sigur, at hóast til­ gongdin hevur verið drúgv, so er ætlanin at fáa staðfest reglugerð fyri fyrsta Ramsar­ øki í Føroyum í hesum árin­ um. – Júst fyri Nólsoynna er ætlanin, at vit sklu hava eina fyrisitingarætlan klára fyri árslok, og síðani standa tvær oyggjar í kø, bæði Skúv­ oyggin og Mykines. Men júst tí, at Nólsoyggin er fyrst fyri mugu vit finna út av, hvussu vit skilabest gera, og har er tað fólkið á staðnum og tað kjak, sum hevur verið í kvøld er ógvuliga virðismikið, sigur Annie á Hædd. Ramsar sáttmálin setast í gildi í Føroyum Á fundi í Nólsoy vóru umboð fyri Fiskimálaráðið, Náttúrugripasavnið og Umhvørvisstovuna komin í oynna at greiða frá um Ramsar og um, hvussu skuldi farast fram hereftir Ramsar­ nevnd sett Ein fyribils nevnd fyri Nólsoy sum Ramsarøki er sett og er farin til verka Leo Poulsen Tað vera teir trígg­ir stovnarnir, Fiski­mála­ ráð­ið, Umhvørvisstovan og Náttúrugripasavnið, sum manna nevndina, men hon er eisini sam­ an­sett av lokalum kreft­ um. Stutt kann nevnast, at tað upprunaliga var Jens-Kjeld Jensen, sum tók stig til at fáa Nóls­ oy útnevnt til Ramsar­ øki, og tí er tað kanska náttúrliga hann, sum er ein av lokalu limunum í nevndini. Hansara heiti í nevndini er Rams­ar­ um­boðið í Nólsoy. Hartil koma so teir trígg­ir formenninir í teim­um trimum haga­ pørt­un­um í oynni, sum eru við. Teir eru Jógvan Thom­sen, Aksel á Botni og so Kaj Olsen, tó at ivi var reistur á fund­in­um, um hann nú var for­ maður. Tað merkir, at nevnd­ in telur sjey limir, men sagt var á fundinum, at einki var í vegin fyri, at onn­ur komu í nevndina. Tó skuldi ansast eftir, at nevndin ikki so stór, at hon gjørdist óar­beiðs­ før. Men enn ber til at rætta nevndina til. Júst fyri Nólsoynna er ætlanin, at vit sklu hava eina fyrisitingarætlan klára fyri árslok, og síðani standa tvær oyggjar í kø, Skúv­oyggin og Mykines. Men júst tí, at Nólsoyggin er fyrst fyri mugu vit finna út av, hvussu vit skilabest gera, og har er tað fólkið á staðnum og tað kjak, sum hevur verið í kvøld er ógvuliga virðismikið Annie á hædd Annie á Hædd, deildarleiðari í Fiskimálaráðnum Stórur áhugi var fyri at hoyra um Ramsar ætlanina