Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-04-03, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 3. apríl 2014síða 5

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

5 Fríggjadagur 4. apríl 2014 · Nr. 40 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 BankNordik er eitt sterkt norðurlendskt samtak við bankavirksemi í Føroyum, Danmark og Grønlandi og tryggingar virksemi í Íslandi og Føroyum. Fá banka- útbúgving í altjóða umhvørvi BankNordik er í eini spennandi menningartilgongd, og í løtuni sóknast vit eftir dugnaligum næmingum til bankan. Útbúgvingin tekur tvey ár og gevur góðar framtíðar starvsmøguleikar, eins og tú eftir lokna útbúgving hevur eitt sterkt grundarlag at byggja víðari á. Send tína umsókn við lívsrensli og avritum av prógvum til hr@banknordik.fo. Umsóknarfreistin er 1. mai 2014 Sum næmingur í BankNordik fært tú eina góða útbúgving umframt 450 starvsfelagar í 3 londum. Vilt tú vita meira? www.banknordik.fo/naemingar Fyrisitingar- og fíggjarleiðari til Marine Harvest Faroes Søkt verður eftir fyrisitingar- og fíggjarleiðara til Marine Harvest Faroes. Tú kemur at hava ábyrgd av fíggjarstýringini hjá Marine Harvest Faroes. Hetta inniber at hava ábyrgd av øllum fyrisitingarligum uppgávur, bókhaldinum og rapportering til móðurfelagið. Arbeiðsstaðurin verður á smoltstøðini á Hellunum. Vit vænta okkum, at tú hevur HD í roknskapi ella cand.merc.aud. og hevur royndir í fíggjar- stýring. At tú hevur teldukunnleika til vanligu office forritini, góðan kunnleika til Navision, dugir væl enskt, hevur samstarvsevni og dugir at arbeiða sjálvstøðugt. Starvið verður sett skjótast til ber. Løn sambært avtalu. Ynskjast fleiri upplýsningar, ber til at ringja til Hans Jákup Mikkelsen, stjóra, tlf. 791001. Umsóknir skulu vera okkum í hendi seinast 16. apríl 2014. Umsóknin skal sendast til: Marine Harvest Faroes P/F Ternubrekkan 3 695 Hellurnar att: Una Cornette Ella sum teldupost til hjm@marineharvest.fo Marine Harvest Faroes er alifelag við trimum alibrúkum og einari smoltstøð. Vit leggja serliga dent á góðan trivnað, og á góð arbeiðsviðurskifti. www.marineharvest.com