Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-04-03, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 3. apríl 2014síða 6

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 4. apríl 2014 · Nr. 40 6 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Marjun Dalsgaard Pengarnir arbeiða i vinnuni, sigur fiskimálaráðharrin, tá hann verður spurdur um, hví hann letur fiskirættindi út ókeypis, sum so kunnu selj­ast víðari. Men hendan út­søgning er beinleiðis skeiv. Pengarnir arbeiða ikki í vinnuni. Seinastu 10 árini hava reiðarar tikið 1,03 milliard úr fiskivinnuni, vísa tøl, sum Kári Petersen bú­skapar­frøðingur hevur greinað. Bara í uppsjóvar­ vinnuni er ein hálv milliard tikin út sum vinningsbýti sein­astu fýra árini, og tað er sann­líkt, at 2,2 milliardir verða tiknar út komandi fýra árini. Hetta eru 2 milliardir krón­ur, sum føroya fólk eigur í tilfeingi, og sum verð­ ur givið burtur til nakrar ein­ stak­lingar. – Tað finst eingin góður háttur at deila so nógvar pengar út uppá. Tað verður í besta føri tilvildarligt, hvør fær veiðurættindi, í ring­ asta føri vina- og kenninga­ politikkur, sum avgerð, hvør fær milliónir forerandi, sigur Kári Petersen. Hann heldur ikki, at tað er lógligt, at deila ríkidøminum hjá einum fólki út til einstaklingar á hendan hátt. Tølini skulu takast við tí fyrivarni, at summi reiðara­feløg hava eitt holdings­selskap, har tey seta vinnings­býtið inn. Tað kunnu tískil vera gjørdar íløgur í vinn­una við hesum peng­unum uttan at tað sæst á rokn­skap­inum. Hinvegin kunnu eis­ini stórar nøgdir av peningi vera tiknar út, sum ikki síggjast í tølunum, til dømis um skip verða seld við loyvum fyri fleiri hundratals milliónir. Einkarrætturin gevur stórt yvirskot Stóru yvirskotini á hundra­ tals milliónir krónur í fiski­ vinnuni standast av einkar­ rættinum, sum eitt felag fær, tá tað fær fiskirættindi. Orsøkin til, at landið skrivar einkar­rættindi út er, at tað er neyðugt at verja stovn­ in, men tað gevur tí felag­ num, sum hevur rætt at veiða á stovinum fyri­munir, sum vísa seg í millióna­ klassanum. Hetta yvirskotið átti, sambært nógvum bú­ skapar­frøðingum, at farið í lands­kassan, men tað ger tað ikki – tað kann tak­ast út sum vinnings­býti hvørt ár – og tað verður tað eis­ini gjørt, vísa tøl, sum búskapar­ frøðingurin, Kári Petersen hevur gjørt útfrá rokn­ skapar­greining hjá gran­ skoðara­virkinum, Januar. Kári Petersen hevur fyrr gjørt vart við, at hetta yvir­ skotið eigur at fara í lands­ kassan, tí føroya fólk eigur til­feingið, og einkar­rætt­ indi verða bara latin, fyri at stovn­ar­nir ikki skulu av­ oyðast. 2,2 milliardir í fórið Nýggja makrelavtalan førir við sær, at yvirskotið í pelag­ isku vinnuni verður enn størri, tí føroyingar fáa betur at­gongd til stovnin. Har­ aftrat eru endurmetingar av stovn­inum gjørdar, og tað merkir, at veiðan verður enn størri og tískil verður avreið­ ingar­virðið størri. – Yvirskotið hjá upp­ sjóvar­flotanum hevur verið um 250 mió. kr. seinastu ár­ini og eigararnnir hava sein­astu árini tikið um 150 milliónir út í vinningsbýtið um árið. Kom­andi 4-5 árini fer yvir­ skotið í pelagisku vinn­uni at vera góðar 750 milliónir krónur árliga, so roknast kann við, at eigararnir fara at taka sær um 5-600 milliónir út úr vinnuni um árið, sigur Kári Petersen. – Hetta merkir, at yvir eitt fýra ára skeið kunnu eigar­arnir taka sær um 2,2 milliardir út í vinningsbýti. Hyggja vit at tølunum, hava fel­øgini seinastu trý árini Útsøgning hjá fiskimálaráðharranum, Jacob Vestergaard, um, at pengarnir arbeiða í vinnuni, er beinleiðis skeiv. Seinastu 10 árini hava reiðarar tikið 1,03 milliardir út úr fiskivinnuni, og tað er sannlíkt, at nakrir fáir persónar taka 2,2 milliardir bara úr uppsjóvarvinnuni komandi fýra árini fiskivinnupolitikkur Hava tikið yvir eina milliard úr fiskivinnuni Í farnu viku segði Páll á Reynatúgvu frá tingsins røðarapalli, at hann hevði hoyrt, at Varðin í Gøtu hevur fingið eitt boð á 2,5 til 3 milliardir krónur frá einum útlendskum felagi. Ein stórur partur av hesum virðinum eru fiskirættindi, sum felagið hevur fingið latið ókeypis frá landinum