Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-04-03, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 3. apríl 2014síða 7

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

7 Fríggjadagur 4. apríl 2014 · Nr. 40 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 tikið alt yvirskotið út, so tað er sann­líkt, at teir gera tað fram­yvir eisini, sigur Kári Petersen. Útflutningsvirðið hækkar Útflutningsvirðið hjá pel­ ag­iska flotanum var 400 milliónir í 2008-2009 og kom uppá 1,03 milliardir í 2013. Frá og við í ár fer út­ flutnings­virðið at vera góðar 2 milliardir krónur orsak­að av nýggju makrel­av­taluni og endur­met­ingum av stovn­ inum. Tað er tí líkt til, at makrel­ veiðan í nøkur ár verður væl størri, enn hon hevur verið seinastu árini. – ICES-fiskifrøðingar hava hildið makrelstovnin verið um­leið 4 milliónir tons. Norð­menn halda hann vera umleið 9 milliónir tons. ICES mælti í fjør til, at heildar­veiðan kundi vera 544 túsund tons. Nú heldur ICES, at ráðiligt er at fiska 890 tús­und tons, sigur Kári Petersen. – Hetta kundi verið eitt gott høvið til at sett gjald á til­feingið. Avreiðingarvirði økist við 1.600 milliónum saman­borið við 2009, har tað lá á 400 milliónum, men hetta hevur ikki fingið politk­arar at broyta kós. – Føroysku politikararnir velja heldur at taka hesa upp­hædd frá Føroya fólki og geva eina milliardagávu til nakrar fáar ríkar reiðarar í staðin fyri at selja veiði­ rættindini og geva vanligum løntakarum ein skattalætta á 2.500 kr. um mánaðin, sigur Kári Petersen. 3 milliardir úr pelagisku vinnuni Leggja vit tær 500 miliónirnar aftrat, sum longu eru tiknar út úr pelagisku vinnuni, so eru vit uppi á 2,5 - 3 milliardum, sum nakrir einstaklingar kunnu taka sær til privata nýtslu bara í pelagisku vinnuni. Eru eigararnir umleið 10, so eru einar 275 milliónir krónur í part. Kári Petersen sigur seg hava torført við at skilja, at politikararnir í Føroyum halda tað gagnar vinnuni í Føroyum, at nakrir fáir vinnu­lívs­menn fáa 2,2 milliardir. Hann hevur fyrr verið inni á, at mátin, sum fiski­vinnan verður stýrd í Føroyum ríkar nøkur fá tilvildarlig fólk, og vit enda við at fáa eitt fámannaveldi. Tað vil siga, at at nøkur fá koma at eiga milliardir og har­við koma at eiga alt vinnulívið og koma at taka allar stórar avgerðir í sam­ felag­num. – Tað hevði verið nógv betri fyri føroyska búskap­ in, um politikararnir tóku eitt tilfeingisgjald, sum svar­ aði til virðið á veiðirættind­ unum, og góvu fólki ein skatta­lætta uppá 5-600 milliónir. Hetta hevði merkt, at skatturin hjá vanligum løn­takarum hevði verið um 2.500 kr. minni um mánaðin. Ein familja við tveimum inn­ tøkum hevði sostatt kunna havt um 5.000 kr. meir í tøkari inntøku um mánaðin, sigur hann. Vilja ikki loysa trupuleikan Ein slíkur skattalætti hevði eisini økt keypsorkuna nógv í Føroyum og fingið virksemið í gongd aftur og kundi fingið fólkastreymin at vent aftur til Føroya í staðin fyri støð­ ugu fráflytingina, sum hev­ur kostað Føroyum 2300 netto­ fráflytingar seinastu 10 árini, heldur Kári Petersen. – Niðurstøðan má vera, at meirilutin av føroyskum politik­arum ikki vil geva Føroya fólki skattalættan, sum kann geva hvørjari fam­ ilju 5.000 kr. eyka meira um mánaðin at liva fyri. Teir vilja ikki hava gongd á búskapin aftur. Teir vilja heldur hava fólkafráflyting enn fólka­ tilflyting. Meirilutin av før­ oyskum politikarum vil held­ ur geva nøkrum fáum ríkum reiðarum 5-600 milliónir krónur um árið komandi fýra árini, so teir kunnu heva sær 2,2 milliardir út úr fiski­ vinn­uni, sigur Kári Petersen. Jørgen Niclasen, fíggjar­ málaráðharri, hevur sagt, at tað ikki er gott fyri sam­ felags­búskapin, at koyra eitt stórt tilfeingisgjald bein­ leiðis inn í fíggjárlógina, men hetta nýtist ikki at vera nøkur forðing, sigur Kári Petersen. – Tað er møguligt at gera hesar broytingar í stigum, og tað er eingin ivi um, at selir lands­stýrið veiðurættindini til fiskivinnuna sum heild, er hetta ein varandi inntøka, sigur Kári Petersen. Tey tølini, sum hann byggir út­ rokn­ingar­nar, sum her eru nevndar á, eru ein­ans frá pelagisku vinnuni. marjun@sosialurin.fo fiskivinnupolitikkur Avreiðingarvirðið er farið úr 400 milliónum og upp í 2 milliardir, men landsstýrið vil ikki taka pengar fyri nýggju veiðirættindini uppsjóvarvinna – Eigararnir av pelagiska flotanum hava seinastu fýra árini tikið 500 milliónir út úr feløgunum sum vinningsbýti. Framyvir kunnu teir taka umleið 5-600 milliónir út um árið, í øllum førum næstu 4-5 árini, sigur Kári Petersen 2008 2009 2010 2011 2012 2013 2014 2015 Útflutningur av pelagiskum fiski 381 407 706 1102 1312 1346 2050* 2050* Søla 548 443 776 1027 1075 1150* 1850* 1850* Aðrar útreiðslur 238 167 266 379 428 430* 430* 430* Starvsfólkakostnaður 180 141 237 306 319 345* 555* 555* Avskrivingar 66 86 92 99 100 100* 100* 100* Úrslit áðr. óvanligt -34 0 160 235 214 275* 765* 765* Óvanlig inntøka 312 Skattur 49 6 30 48 46 61* 168* 168* Úrslit eftir skatt 229 -6 130 188 168 200* 597* 597* Vinningsbýti 74 70 125 151 146 150* 550* 550* Eginogn 425 120 135 369 420 Tøkur peningur 193 149 251 310 228 Tal av skipum 11 9 8 11 11 Keldur: Grannskoðaravirkið Januar, Hagstovan, tølini fyri 2013 til 2015 eru egnar útrokningar *METT Kári Petersen, búskaparfrøðingur, hevur mett um avreiðingarvirðið í pelagisku vinnuni fyri 2014 og 2015. Haraftrat hevur hann hugt eftir, hvussu nógv er tikið út sum vinningsbýti í fiskivinnnuni sum heild og í pelagisku vinnuni seinastu 10 árini. Tølini skulu takast við tí fyrivarni, at summi reiðarafeløg hava eitt holdingfelag, har vinningsbýtið verður koyrt í. Tað kunnu tískil vera gjørdar íløgur í vinnnuna við hesum pengum uttan at tað sæst í roknskapinum. Hinvegin kunnu eisini stórar nøgdir av peningi vera tiknar út, uttan at tað sæst í tølunum, til dømis um skip verða seld við loyvum fyri fleiri hundratals milliónir. Vinningsbýtið hjá pelagiska flotanum