hósdagur 3. apríl 2014síða 8
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 4. apríl 2014 · Nr. 40
8
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
TÍÐINDI
– Tað er syrgiligt at sleppa eini ætlan, sum
vit hava arbeitt við í tvey ár. Men vit renna
okkum bara í forðingar í Føroyum, og royna
nú í staðin okkara verkætlan í Danmark, sigur
Magni Laksáfoss, ein av stigtakarunum til
VITorku, sum vil bjóða vindorku til upphiting
Jón Brian Hvidtfeldt
– Ja, vit vaska talvuna reina.
Magni Laksáfoss ljóðar
sannførdur og sorgblíður í
senn, tá hann bókstaviliga
førir svampin eftir white
board’inum á skrivstovuni
hjá VITorku í J. C. Svabosgøtu
8 í Havn.
Talvan hevur síðstu løt
una verið brúkt til at tekna
upp søguna og gongdina hjá
hesum lítla, alternativa orku
veitara, ið hevur sett sær so
ambitiøs mál, at til ber at
tosa um eina kollvelting av
øllum tí føroyska orkumark
naðinum.
Málið hjá VITorku hevur
í stuttum verið at fáa før
oyingar at hita síni hús við
vindorku, heldur enn olju.
Hevur verið, tí nú er málið
slept, sambært Magna Laksá
foss.
– Vit hava arbeitt við
hesi verkætlanini í tvey ár.
Men vit renna okkum ímóti
allastaðni, og forðingarnar
tykjast ongan enda at fáa,
sigur Magni Laksáfoss upp
gevandi.
– Eg havi onga grundaða
vón um, at her hendir nakað
skilagott á økinum. Hvussu
leingi skulu vit tosa og leggja
til rættis, áðrenn tíðin er
komin til at fara ígongd, spyr
Magni Laksáfoss retoriskt.
Gjøgnum sína fakligu bak
grund sum búskaparfrøð
ingur hevur Magni Laksáfoss
í áravís tosað um oljuna sum
eina hóttan móti føroyska
búskapinum. Føroyska sam
felagið innflytir olju fyri 1,2
til 1,3 milliardir krónur um
árið, og hækkandi oljuprísir
á heimsmarknaðinum vilja
bara gera somu litrar enn
dýrari. Magni Laksáfoss met
ir seg hava granskað somikið
í altjóða oljuprísum, at hann
við vissu kann siga, at oljan
fer at vera munandi dýrari
at keypa. Tí er eftir hansara
tykki alneyðugt at føroyska
samfelagið ger seg so leyst av
oljuni sum yvirhøvur tilber.
– Her er vindorkan eftir
mínum tykki besta boðið,
sigur Magni Laksáfoss, sum
hevur eina ítøkiliga ætlan
um at seta vindmyllur upp,
sum skulu framleiða streym
til upphiting.
Saman við sær hevur
hann Thormann Kruse, ið er
útbúgvin veikstreyms-verk
frøðingur, og Torkil Zacha
riassen,
civilverkfrøðingur
innan maskintøkni.
Lagnunar speisemi vildi
tað soleiðis, at verkætlanin
hjá VITorku fekk mønu
stingin, tá málið kom á borðið
á gamla arbeiðsplássinum
hjá Magna Laksáfoss úti í
Fíggjarmálaráðnum á Argj
um.
– Fíggjarmálaráðið setir
høvuðsfokus á prísin, og at
allar uppgávur skulu bjóðast
út í fríari kapping. Og áðrenn
orkuveitingin kann bjóðast
út, skulu sonevndar ESCO-
kanningar gerast av øllum
bygningum. Tá misti eg
mótið, sigur Magni Laksáfoss
og slær uppgevandi út við
ørmunum.
Hóast fyrrverandi lands-
stýrismaðurin í fíggjarmálum
sigur seg skilja sjónarmiðið
við at bjóða uppgávur út, so
hevur hann ilt við at skilja
argumentatiónina fyri at
gera nýggjar kanningar av
øllum almennum bygningum
fyrst.
– Vit vita longu í dag,
niður í smálutir, hvussu
nógv olja verður brúkt til at
hita stóru, almennu bygning
arnar, argumenterar Magni
Laksáfoss.
Stóru, almennu bygning
arnir hava ein avgerandi leik
lut í verkætlanini hjá VITorku.
Bara Landssjúkrahúsið brúk
ar eina millión litrar av olju
um árið, ið er tað sama sum
eini 300-350 sethús.
– Tí gevur tað meining at
byrja har, men vit mugu hava
aðrar almennar bygningar
har í nærumhvørvinum við
beinanvegin. Neyðugt er at
fáa fleiri stórar brúkarar við
beinanvegin, sigur Magni
Laksáfoss.
Tilgongdin
Tað eru júst tvey ár síðani
at VITorka bjóðaði sær til at
hita eina røða av almennum
bygningum við vindorku,
sum felagið skuldi útvega
sær frá vindmyllum á Glyv
ursnesi og føra oman í Havn
ina við egnum neti. Longu í
upprunaliga tilboðnum, dag
fest 2. apríl 2013, lá ein trygd
um, at prísurin ongantíð
skuldi fara upp um dagsins
oljuprísur. Í fyrsta tilboð
num vóru nevnd Lands
sjúkrahúsið, Læraraskúlin,
Venjingarskúlin, Havstovan,
Vinnuháskúlin, Heilsufrøði
liga
Starvsstovan,
Fróð
skaparsetrið og fleiri aðrir
almennir bygningar í nær
umhvørvinum.
Fyri fyritøkuna hevði tað
týdning at fáa fleiri stórar
brúkarar við beinanvegin,
tí annars vildi íløgan í
vindmyllur ikki loysa seg.
Á
sumri
í
2012
fær
VITorka fyrstu metingina
frá Jarðfeingi, sum stað
festir at yvirskipða er ætl
anin sameinilig við tilmælini
í heildarætlanini hjá Vinnu
málaráðnum, ið mælir til
at elektrifisera upphiting
á
landi.
Men
Jarðfeingi
vísir samstundis á stórar
avbjóðingar,
sum
felagið
stendur frammanfyri. Bæði
viðvíkjandi loyvum til vind
myllur, tøkniligar avbjóðingar,
fígging
til
verkætlanina,
umframt at útvega kundar.
Hetta seinasta, kundarnir,
skuldi vísa seg at gerast
eitt kardinalpunkt í víðari
tilgongdini.
Fyri nýggju og ambitiøsu
fyritøkuna var neyðugt at
fáa ein stóran kunda, ið kundi
geva verkætlanini neyðuga
grundarlagið at standa á.
Upplagdi, stóri kundin vóru
almennu bygningarnir við og
kring Landssjúkrahúsið.
Karsten Hansen, lands
stýrismaður í heilsumálum,
vísir ætlanini áhuga og biður
Landsverk, sum umsitur allar
bygningar hjá tí almenna, um
eina meting av tilboðnum
frá VITorku. Metingina fær
landsstýrismaðurin í apríl
2013, eitt ár eftir at VITorka
fyrstu ferð bjóðar seg fram.
Eisini Landsverk vísir á
stórar óvissur. Einki fyri
reikingararbeiði
er
gjørt
fyri at útvega loyvi og lendi
á Glyvursnesi, og talið á
vindmyllum
sveiggjar
úr
15 til 50, alt eftir hvør stødd
á myllum verður vald. Eitt
nýtt distributiónsnet krevur
stórar útbyggingar og nógv
graviarbeiði fram við vegun
um í høvuðsstaðnum. Ein røð
av loyvum skulu útvegast frá
ymsum myndugleikum, sum
á einhvønn hátt hava eitt orð
at skula siga. Samanumtikið
ber verkætlanin brá av, at
hon er á byrjanarstøði, metir
Landsverk, sum við ávísum
fyrivarni eisini gevur verk
ætlanini rósandi orð við á
vegnum:
– Landsverk mælir til at
gera eitt ”letter of intent”
við VITorku um, at almennir
landsbygningar,
har
tað
verður mett hóskandi, verða
knýttir at vindorkuskipanini
hjá teimum, soleiðis eisini
Landssjúkrahúsið.
Fyrivarni hjá Landsverki
eru, at landið ikki skal gera
stórvegis íløgur fyri at binda
bygningarnar í skipanina,
og eisini skal landið fáa ein
fastan prís í 10 til 20 ár.
Tá
frágreiðingin
hjá
Landsverki kemur á borðið,
liggja longu tvær aðrar frá
greiðingar og metingar á
borðinum.
Jarðfeingi er komið við
síni endaligu meting av um
sóknini hjá VITorku. Og
Vinnumálaráðið hevur gjørt
sína niðurstøðu.
Í frágreiðing til Vinnu
málaráðið, dagfest 3. de
sember 2012, mælir Jarðfeingi
mælir frá at landið ger lang
tíðarsáttmála
við
felagið
VITorka um upphiting av
almennum
bygningum.
Niðurstøðan hjá Jarðfeingi
er, at hvørki tøkniliga ella
búskaparliga er loysnin hjá
VITorku tann besta fyri el
framleiðsluna.
Dagin eftir, 4. desember
2012, mælir Vinnumálaráðið
frá at taka av tilboðnum frá
VITorku.
– Harumframt kann ein
avtala um einkarveiting í
20 ár, sum ikki hevur verið í
almennum útboði, ikki metast
at vera í tráð við innkeyps-
VITorka
riggar av
– Eg havi onga grundaða vón um, at her hendir nakað skilagott á økinum, sigur
Magni Laksáfoss, sum ístaðin vil royna eydnuna við VITorku í Danmark