hósdagur 3. apríl 2014síða 9
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
9
Fríggjadagur 4. apríl 2014 · Nr. 40
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
og útboðspolitikk landsins,
skrivar Vinnumálaráðið í
brævi til Fíggjarmálaráðið,
dagfest 4. desember 2012.
Vónbrot
Fyri Magna Laksáfoss var
henda niðurstøðan eitt vón
brot.
– Eg var staddur í Týsklandi,
tá eg fekk niðurstøðuna frá
Vinnumálaráðnum. Ørindini
vóru at fáa fíggingina upp
á pláss, og eg stóð við eini
játtan um 70 prosent av fígg
ingini fyri eina rentu á tvey
prosent, sigur Magni Laksá
foss og heldur fram:
– Jú, eg fortaldi teimum um
boðini úr Vinnumálaráðnum.
Hetta skuldu jú vera okkara
samstarvsfelagar, so tílík boð
kundu ikki haldast loynilig.
Svarið var, at hatta var ein
støða, sum kundi broytast.
Útvega tú tær eitt ”commit
ment”, so eru vit við, vóru
boðini frá íleggjaranum til
mín, sigur Magni Laksáfoss.
Sambært Magna Laksá
foss er tað ein orsøk til, at
hann ikki vil upplýsa navnið
á týsku fyritøkuni:
– Tey vilja ikki setast í
samband við verkætlanir,
sum ikki gerast veruleiki.
Men tey vildu sjálvandi hava
sítt navn fram, so skjótt verk
ætlanin bleiv til nakað.
Tað var serliga niðurstøð
an hjá Jarðfeingi, 3. desember
2012, sum sveið fast hjá VIT
orku.
– Her steðgar Jarðfeingi
reelt okkara ætlan, sigur
Magni Laksáfoss ídag.
Kortini
helt
fyritøkan
fram við sínum arbeiði, og í
fjørsummar vórðu royndir
gjørdar við vindmyllurnar
í Neshaga, saman við SEV.
Sambært Magna Laksáfoss
vóru úrslitini góð.
Samstarvið
við
SEV
gongur tó ikki betri enn
væl, sambært stjóranum í
VITorku.
– So hvørt sum vit fingu
ábendingar um, at mynd
ugleikarnir helst ikki vilja
hava eitt alternativt distri
butiónsnet, afturat netinum
hjá SEV, so rættaðu vit okk
ara verkætlan eftir tí. Men
tað hevur higartil verið vón
leyst hjá okkum at sleppa
inn á netið hjá SEV, hóast
vit ikki meta okkum at vera
í
beinleiðis
kapping
við
SEV, tí vit brúka streymin
til upphiting, sigur Magni
Laksáfoss.
Tað markið vil tó, við ver
andi gongd innan orkuøkið,
hvørva so líðandi. Tí yvirskip
aði orkupolitikkurin leggur
upp til eina sonevnda elektri
ficering av okkara samfelag.
Tað merkir millum annað, at
upphiting í størst møguligan
mun skal gerast við loysnum,
ið brúka streym, heldur enn
olju.
Eftir at Innlendismála
ráðið varð niðurlagt er tað
nú Fíggjarmálaráðið, sum
hevur ábyrgdina av øllum
almennum bygningum. Eitt
aðalmál hjá ráðnum er, at
keyp av øllum vørum og tæn
astum skal bjóðast út í fríari
kapping. Hetta er álagt øllum
stovnum við rundskrivi frá 1.
oktober í fjør, og skal partvís
praktiserast á nýggja keyps
portalinum.
Tað setir VITorku í eina
vónleysa støðu, sambært
Magna Laksáfoss.
– Yvirskipað haldi eg, at
sjálvandi skal øll vindorka
bjóðast út. Men tú kast ikki
hava ymiskar, konkurrer
andi loysnir úti í bygning
unum kring landið. Tá missir
tú stýringina, og tí gevur
tað onga meining at bjóða
út orkuveitingina til hvønn
einstakan
bygning,
argu
menterar Magni Laksáfoss.
Hann trýr snøgt sagt ikki
uppá, at nakað sum helst fer
at henda, um orkuveitingin
til almennar bygningar skal
bjóðast út í fríari kapping.
– Hetta er óseriøst tos.
Nú er hálvt ár gingið, síðani
rundskrivið um útbjóðing
kom í gildi, og framvegis
er einki at frætta um, nær
orkuveitingin til almennar
bygningar verður bjóðað út.
Eg kann snøgt sagt ikki fyri
halda meg til tað, sigur Magni
Laksáfoss vónbrotin.
Farvæl
Tí er VITorka farin at rigga av
í Føroyum. Talvan er viskað
rein, og teir tríggir menninir
í fyritøkuni miðsavna seg nú
um danska marknaðin.
– Fyri okkum hevur hetta
verið ein lærurík tíð, og vit
hava fingið nógv sambond
uttanlands. Vit eru tí í ferð við
at fremja okkara verkætlan í
verki í Danmark, sigur Magni
Laksáfoss og heldur fram:
– Eg eri sannførdur um, at
tað er ein framtíð í at brúka
vindorku til upphiting. Hetta
er ein máti at gera okkum
leys av oljuni, og harumframt
liggja nógv arbeiðspláss í eini
tílíkari verkætlan. Men vit
koma ikki víðari í Føroyum,
og tí vaska vit nú talvuna
reina.
TÍÐINDI
Jón Brian Hvidtfeldt
– Jú, hatta er eitt gott hug
skot. Og jú, tað gongur ov
seint við at gera okkum
sum samfelag leys av oljuni
og í staðin velja grønar
orkuloysnir.
So langt er Kári Mort
ensen,
orkuserfrøðingur
hjá Jarðfeingi, samdur við
Magna Laksáfoss. Teir báð
ir hava samskift nógv um
ætlanina hjá VITorku, og
tá Jarðfeingi er at rokna
sum serkunnleikin á orku
økinum, so kom frámæli
frá Kára Mortensen illa við
hjá VITorku.
– Her steðgar Jarðfeingi
reelt okkara ætlan, sigur
Magni Laksáfoss í aðrari
grein her á síðunum.
Kári Mortensen hevur
eina aðra fatan av støðuni.
– Trupulleikin er, at
VITorka biður um atgongd
til allar almennar bygn
ingar, sum tey skulu hita
við teirra alternativu orku
loysn. Tað kann eg sum
myndugleiki ikki viðmæla,
sigur Kári Mortensen.
Sambært orkuserfrøð
inginum á Jarðfeingi er
bitin hjá VITorku snøgt
sagt ov stórur at gloypa í
einum.
– Verkætlanin hevur
ikki prógvað seg enn. Alt
ov fáar royndir eru gjørdar,
og vit mangla at síggja í
verki, at verkætlanin eisini
virkar. Áðrenn tað verður
gjørt, kunnu vit ikki leggja
upphiting av eini røð av
almennum bygningum upp
í hendurnar á fyritøkuni,
sigur Kári Mortensen.
Tí hevur hann mælt
Magna Laksáfoss til at
byrja í smáum.
– Eg haldi at Jarðfeingi
hevur gjørt nakað fyri at
stuðla undir verkætlanini
hjá VITorku. Men okkara
tilmæli er, at tey byrja við
eini minni royndarætlan.
Tað kundi til dømis ver
ið ein royndarætlan við
einum hitaketli á Lands
sjúkrahúsinum, sigur Kári
Mortensen.
Far ígongd
Grundleggjandi
heldur
Kári Mortensen tó, at tað
má vera upp til fyritøkuna
sjálva at prógva sítt virði.
– Tað ber til at søkja
um loyvi til seta upp vind
myllur, eins og onnur,
neyðug loyvi. Hava tey
eina fantastiska orkuloysn,
fíggingina upp á pláss og
eina røð av kundum, so er
bara at fara ígongd. Men
harfrá og til at gera at
gongdina til eina røð av
almennum bygningum til
eina fortreyt er eitt rímu
liga langt stig at fara, sigur
Kári Mortensen.
Hann vísir tí staðiliga
aftur, at Jarðfeingi hevur
forðað VITorku í at seta
upp eina orkuskipan.
– Eg fái ikki skúgvað
allar aðrar ætlanir til viks
fyri júst hesari verkætlan.
Eg havi snøgt sagt ikki
argumentini til at gera tað,
sigur Kári Mortensen og
heldur fram:
– Men hevur VITorka
sera góð gott argument
fyri síni ætlan, so er bara
at fara ígongd. Ein fyritøka
má prógva sítt virði, og í tí
liggur eisini at útvega sær
kundar. Tað kann ikki vera
okkara uppgáva á Jarð
feingi at gera tað arbeiðið.
Verkætlanin
Í tilgongdini hevur VITorka
eisini søkt SEV um loyvi at
keypa teirra yvirskotsorku.
Tað er tann framleiðslan, ið
annars hevði farið til spillis.
Men heldur ikki tað ber til,
sambært Magna Laksáfoss,
tí SEV sigur seg ikki hava
nakra slíka.
– Eg skilji argumenta
tiónina hjá SEV, tí í dag
arbeiðir
felagsskapurin
bara við einum slagi av
streymi. Og sjálvt tá tøknin
um stutta tíð ger tað møgu
ligt at differentiera streym
framleiðsluna, so vil tað
eisini vera trupult hjá
orkufelagsskapinum at lata
einum einstøkum keypara
bíligan yvirskotsstreym. Tí
tá mugu atlit eisini takast
til
aðrar
stórbrúkarar,
sum kanska eisini vilja
keypa yvirskotsstreym. So
ja, myndin er eitt sindur
meira kompliserað, sigur
Kári Mortensen.
Politikkurin
Hóast VITorka einki við
mæli fær frá Jarðfeingi til
sína ambitiøsu verkætlan,
so tekur Kári Mortensen
sum nevnt partvís undir
við Magna Laksáfoss.
– Tí kann Jarðfeingi taka
undir við eini minni roynd
arverkætlan. Og vit vilja á
ongan hátt seta okkum í
vegin fyri teirra verkætlan.
Men í síðsta enda er tað
upp til fyritøkuna sjálva at
prógva sítt virði.
Sambært Kára Morten
sen gongur rætta vegin,
hóast hann er samdur við
Magna Laksáfoss í, at tað
gongur ov seint.
– Vit vildu ynskt, at tað
gekk skjótari. Men tað er
ikki rætt, at einki hendir,
sigur Kári Mortensen og
vísir á vindmyllulundina
hjá SEV í Húsahaga sum
dømi.
– Eisini verður arbeitt
við ítøkiligum vind/vatn
pumpuskipanum bæði í
Vestmanna og í Suðuroy,
sum fara at gera orkufram
leiðsluna munandi meiri
grøna. Og alsamt fleiri
leggja um frá olju til el og í
dag eru fleiri hundrað hús
hitað við hitapumpum,
sigur Kári Mortensen.
VITorka má
prógva sítt virði
Verkætlan hjá VITorku er áhugaverd, men
fyritøkan kann ikki vænta at fáa Jarðfeingi
til at viðmæla, at tað almenna bindir seg til
júst hesa loysnina nógv ár inn í framtíðina. Vit
mæla til, at fyritøkan byrjar í smáum, við eini
royndarverkætlan, sigur Kári Mortensen
Grundtankin í hugskotinum
hjá VITorku er at stýra orku
nýtsluni eftir framleiðsluni.
Princippið er, at vatntangar
úti í hvørjum einstøkum
húsi verða brúktir til at
goyma hitan, ið eitt hita
likam framleiðir úr bíligari
vindorku.
– Verður nógv orka
framleidd, so kunnu vit
á einfaldan hátt stýra
ketlunum, soleiðis at orkan
verður brúkt júst tá. Vit
flyta okkum frá at stýra
framleiðsluni eftir nýtsluni
til at stýra nýtsluna eftir
framleiðsluni. Tað er ein
týðandi fortreyt, tá arbeitt
verður við vindorku, sigur
Magni Laksáfoss.
Hugskotið