hósdagur 3. apríl 2014síða 10
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 4. apríl 2014 · Nr. 40
10
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Vilmund Jacobsen
Seinastu tríggjar vikurnar
hevur
verksmiðjuskipið
Norðborg verið í dokk á
Skála og Jón Rasmussen,
skipari, sigur, at talan er um
5-ára eftirlit, samstundis sum
botnurin er vorðin málaður.
– Vit hava gjørt fimm túr
ar tilsamans í ár, og eg haldi,
at tað hevur gingið hamp
iligt. Vit vóru fyrst tríggjar
túrar á svartkjafti, síðan ein
lodnutúr, og so vóru vit aftur
ein svartkjaftatúr.
Skiparin vísir á, at prís
urin fyri frystan svartkjaft
til matna ikki er serliga góð
ur í løtuni, og tá pakningur,
landingar-og
flutningsút
reiðslur eru drignar frá, hava
teir havt umleið 2,30-2,50
krónur eftir fyri hvørt kilo.
– Marknaðarlondini til
svartkjaftin eru serliga Rus
land og Kina, men fiskur er
eisini seldur til onnur lond,
sigur hann.
Jón Rasmussen væntar,
at Norðborg verður liðug í
dokkini á Skála fríggjadagin,
men teir ætla ikki at fara á
svartkjaftaveiði aftur, fyrr
enn fiskurin kemur aftur í
føroyskan sjógv.
– Svartkjafturin plagar
at koma aftur í føroyskan
sjógvi nú í apríl og plagar at
vera her tað mesta av mai
mánaði eisini.
Skiparin sigur, at enn er
trupult at siga, nær Norðborg
fer á makrelveiði í summar, tí
nú sleppa føroysk skip aftur
at fiska ein part av makrel
kvotuni í norskum sjógvi.
– Nú sáttmáli aftur er
landanna
millum,
gevur
hetta okkum møguleikar at
taka makrelin seinni, um tað
vísir seg, at tað loysir seg at
bíða nakað, sigur Jón Ras
mussen, skipari á verksmiðj
uskipinum Norðborg.
Norðborg tríggjar
vikur í dokk á Skála
Norðborg hevur verið á
fýra túrar á svartkjafti
og ein lodnutúr í ár
Mynd: Dávur Winther
Hesa tíðina fáa út
róðrarbátarnir og aðr
ir bátar væl av toski,
men sum vanligt er,
kemur minni burtur
úr fíggjarliga, tí virk
ini fáa minni burtur
úr fiskinum í gýting
artíðini.
Hetta sæst eisini
á prísinum á Fiska
marknaðinum. Mána
dagin fór toskur III fyri
12,51 krónur í meðal, og
í gjár var prísurin kom
in niður á 11,57 krónur
fyri kilo.
Ørvísið er við hýs
uni, men tað er heldur
ikki so nógv av hýsu á
uppboðnum hesa tíð
ina. Til samanbering
ar kann tó nevnast, at
mánadagin var meðal
prísurin á hýsu III 18,30
krónur og í gjár 17,87
krónur.
Eitt, sum eisini lýs
ir støðuna, er, at í gjár
fingu tann størsti tosk
urin og tann minsta
hýsan sama meðal
pris.
Vár
fiskurin
bíligur
– Vit settu
okkum fyri,
at vit skuldu
seta borgaran
í miðdepilin
og at bøta um
trivnaðin, bæði
hjá borgaru
num og hjá
vinnulívinum
Tað sigur Pauli T. Petersen,
borgarstjóri í Vestmanna.
Og hann heldur, at tað
hevur eydnast.
– Vestmenningar eru øgi
liga glaðir og vinnufyritøkur
nar ganga væl. Men tað týdn
ingarmesta er, at fólkatalið í
Vestmanna vaks 38 fólk í
fjør.
Og nú ber hetta frukt,
soleiðis heilt ítøkiliga, tí í
Vestmanna streyma alsamt
meira pengar inn í kommun
ukassan sum skattainntøka.
Higartil í ár hevur Vest
manna
kommuna
sostat
fingið hálvtsætta prosent
meira inn í skatti, enn fyrsta
ársfjórðing í fjør, ella til
knappar 460.000 krónur.
Og serliga hevur síðsti
mánaðin skarað framúr, tí í
mars var Vestmanna komm
una bara 51.000 krónur frá at
fáa tríggjar milliónir krónur
inn í skatti, sum er ein vøkst
ur upp á 13,5 prosent, saman
borið við mars í fjør.
Vestmenningar eru
øgiliga glaðir
Pauli T. Petersen er borgarstjóri í Vestmanna
Hóast løgreglan
hevur videoupptøku
tól í bilinum, so eydn
aðist ikki at finna
persónin, sum sunnu
kvøldið á motorsúkklu
koyrdi undan løgregl
uni í Havnargøtum
– Vit eru ordiliga glaðar í
dag, søgdu Súsanna Wint
her Poulsen og Súna Mørk
mikudagin. Tær hava fyri
reikað tilhalds- og virkishús
ið fyri sálarveik, Fountain
Húsið, lat upp mikudagin.
Ferðandi duga als ikki
at síggja nýggju ferða
seðlaskipanina sum nak
að framstig, men heldur
sum eitt rímiliga stórt
afturstig nú í 2014.