Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-04-03, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 3. apríl 2014síða 12

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 4. apríl 2014 · Nr. 40 12 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Føðingar Tann 14.februar fingu Hanna Flóvinsdóttir og Hjálmar Dam eina dóttur. Hon vigaði 4250 gr og var 55 cm long 24. mars fingu Øssur Andreassen, Kvivik, og Edna Magnussen, Tórshavn, ein son. Hann var 54 cm langur og vigaði 3470 gr. 31. mars fingu Annika Háberg og Andrias Johannesen, Argir, eina gentu. Hon var 54 cm long og vigaði 4530 gr. 10. mars fingu Tóra Grothsdóttir Nolsøe & Jógvan Páll Krosslá, Tórshavn, ein son. Hann var 54 cm langur og vigaði 3770 gr. Tann 21. desember fingu Herdis Ellingsgaard Petersen og Ebbe Frederiksberg Petersen, Keypmannahavn, eina dóttur. Hon vigaði 3428 gr og var 52 cm long. Leygardagin 1. mars fekk Helena hendan fitta beiggjan. Hann vigaði 3900 gr og var 57 cm langur. Foreldrini eru Signa og Hans Pauli við Misá í Leirvík. 21. februar kl 12:32 fingu Mourits Tavsen og Marta Næs Tavsen ein son. Hann vigaði 3125 gr og var 51 cm langur. Tøkk Vit vilja hjartaliga takka tykkum øllum sum á ein og hvønn hátt hjálptu og gleddust saman við okkum á hjúnabandsdegi okkara og dópsdegnum hjá Jósef tann 23. november 2013. Vit høvdu ein ógloymandi dag, sum vit minnast aftur á við stórari gleði. Jógvan, Laila og Jósef Gullbrúdleyp Tann 4. apríl hava Sólrun og Óli Abrahamsen verið gift í 50 ár. Dagurin verður hildin fyri innbodnum í Kelduni í Skálafirði.