hósdagur 3. apríl 2014síða 13
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
13
Fríggjadagur 4. apríl 2014 · Nr. 40
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Til minnis um Jákup Sólstein
Tað kom dátt við at hoyra
deyðsboðini av Jákupi tann
22. mars. Hóast livimátin ikki
var so góður var tað ringt at
skilja, at hesin sera livandi
maður ikki var longur okkara
millum.
Vit báðir høvdu hóast mót
partar nógv saman í mong ár.
Hann kom í nevndina í reið
arafelagnum í 1985, og hann
gjørdist formaður í 1991. Vit
góvust báðir í 2007.
Tað er eingin ivi um, at
Jákup var við til at gera reið
arafelagið til eitt sterkt felag.
Hetta gjørdi hann millum
annað við at skipa fyri, at
reiðarafelagið fekk sína egnu
skrivstovu, sum burturav
tók sær av áhugamálum
reiðaranna. Undan tí hevði
felagið skrivstovu saman við
arbeiðsgevarafelagnum.
Vit báðir høvdu sum felags
áhugamál, at tað skuldi ganga
væl hjá fiskiflotanum, so at
tann “lagkøkan”, sum kom
til býtis, skuldi vera so stór
sum gjørligt. Sum mótpartar
skuldu vit royna at býta hesa
lagkøku so kristiliga sum
gjørligt.
Í góðum tíðum var hetta
uppá seg lætt. Í ringum tíð
um var tað ábyrgdin hjá
báðum at fáa tað at bera til.
Hetta kundi saktans vera
strævið hjá báðum pørtum.
Vit gjørdu nógvar avtalur
millum feløgini hesi mongu
árini. Roynt var at fáa greið
ar linjur og greiðar reglur.
Øll hesi árini kom tað ikki
fyri, at vit vóru ósamdir um,
hvat vit høvdu avtalað, tað
er ikki nøkur sjálvfylgja. Tað
sum eisini fyribyrgdi hesum
var, at vit altíð kundu tosa
saman. Tað var neyvan vika,
at tað ikki varð ringt.
Jákup hevði eitt lætt lyndi,
og hann var altíð hugnaligur
at vera saman við, eisini tá
ósemjur kundu vera. Men
hesar blivu altíð loystar frið
arliga. Jákup dugdi ofta væl
at skilja sjónarmiðini hjá
fiskimonnum, eins og hann
eisini dugdi væl at grund
geva fyri sjónarmiðini hjá
reiðarum.
Í okkara tíð fekst millum
annað eftirlønarskipan til
fiskimenn, sum reiðarar eis
ini rindaðu til av sínum parti.
Annars eru tað løntakararnir
sum beinleiðis og óbeinleiðis
rinda alla sína eftirløn.
Jákup var sonur Elsu Ber
gittu og Jens Paula Sólstein.
Jens Pauli kom at starvast
hjá Kjølbro í 1919, og har kom
hann at vera í fremstu røð í
hesi fyritøku alt sítt virkna
lív. Tað sama gjørdi Jákup. Í
1958 byrjaði Jákup at arbeiða
í handlinum hjá Kjølbro á
Varpinum, og miðskeiðis í
1960-unum fór hann at ar
beiða á skrivstovuni. Tá livdi
gamli Kjølbro enn, og hann
var nevndarformaður í parta
felagnum. Í 1979 fór Jákup at
arbeiða við skipunum burt
urav, og tey vóru nógv. Her
var tað eisini hansara upp
gáva at gera avrokningar.
Tær hevur hann gjørt í tús
undatali. Her var ordan í
tingunum, og avrokningar
komu eisini til tíðina. Hann
tænti Kjølbro fyritøkuni í 52
ár, og tilsamans man tað tátta
í 100 ár, at báðir feðgarnir
arbeiddu hjá hesi fyritøku
undir ymiskum leistum.
Jákup hevði nógv onnur
álitisstørv. Hann var í stýr
inum fyri ALS, hann var í
tryggingini, og við tí áhuga
hann hevði fyri seyði kom
hann eisini í hagastýri í
Klaksvík.
Áhugin fyri skipum hevði
hann alla tíðina. Her er eisini
eitt minni um Jákup. Hetta
er bókin Føroysk Skipasøga
við skipsmodellum hjá Hans
J. Fuglø, har útgávan var
skipað av Jákupi og Jógvan
við Keldu. Tað eintakið hann
gav mær er eitt kært minni.
Og so var hann eisini við
í Klaksvíkar Hornorkestur,
sum eisini setti sín dám á
jarðarferðina.
Hann kendi ótrúliga nógv
fólk, eisini uttanlands. Og
hetta vóru ikki bara fiski
vinnufólk. Hann plagdi sam
an við Borgarhjørt at vera á
bóndagarðsferiu í Danmark,
og tey gjørdist væl við vertin
á garðinum.
Nú tey fyri kortum vóru
niðri hittu tey ikki hendan
vertin, tí hann var burtur
staddur. Tá ið hann kom
aftur og frætti, at støðan ikki
var góð, kom hann til Føroya
at vitja Jákup. Tað var gott
lag á monnum, at Jákup
helt við danan, at nú mátti
hann koma aftur í heyst í
gullbrúdleyp. Jákup hevði
gott mót til tað síðsta, hóast
vónirnar vóru vánaligar, og
hann gramdi seg ikki, hvussu
tað enn stóð til. Heilsuna
hevði hann annars havt góða,
ongan sjúkradag.
Jákup giftist í 1964 við
Borgarhjørt, dóttir Sonnu og
Poul Huus í Syðrugøtu. Borg
arhjørt havi eg altíð kent, tí
vit gingu í Gøtu skúla saman
og vóru nakað javngomul.
Tey fingu synirnar Jens
Paula, Poul og Sjúrð. Poul
býr í barndómsheiminum hjá
Borgarhjørt í Syðrugøtu.
Eitt gott minni um Jákup
er eisini, tá ið vit vóru í Íslandi
saman, tá ið hann gjørdist 70
ár í 2010. Sum altíð var hann
eisini tá eggjandi at vera
saman við.
Tað var nemandi at hoyra
í kirkjuni prestin Hanus á
Gørðum greiða frá tí góða
ummæli, sum synirnir góvu
pápanum. Abbabørnini eru
sjey í tali, seks gentur og
ein drongur, og tað var ikki
hissini, sum tey vóru hans
ara eitt og alt.
Jákup var kirkjumaður
um ein háls eins og pápi
hansara var tað. Og tað var
eisini ein fullsett kirkja sum
henda vakra mikudagin í
seinastu viku sýndi Jákupi
tann seinasta heiður.
Vit minnast Jákup við
virðing.
Óli Jacobsen
Jákup Sólstein skrivar enn eina ferð undir ein sáttmála
Reiðaraumboð á samráðingum í 2004. V.f. Jógvan Norðbú, Jákup
Sólstein, Jónsvein Knudsen. Hesir eru allir farnir
Starvs
dagar
25. mars var sannur hátíðar
dámur á Skúlaheiminum í
samb. við at tvey av okkara
trúføstu starvsfólkum hava
starvast á TST í ávikavist 40
og 42 ár.
Yngva Skaalum hevur
starvast á skrivstovuni á
TST í 40 ár og Ninna An
thoniussen hevur starvast
á Skúlaheiminum í 42 ár.
Borðreitt varð við góðum
morgunmati, og nógv fólk
nýttu høvi at heilsa uppá
tær báðar.w
75 ára føðingardagur
1. apríl fylti Martin Andrea
sen í Vági 75 ár. Dagurin
verður hildin heima á
Fossavegi 32 tann 5. apríl,
frá kl. 14.00 til 19.00. Øll eru
hjartaliga vælkomin.
60 ára føðingardagur
Leygardagin 5. apríl verður
Osla Gøthe, Toftir, 60 ár.
Dagurin verður hildin við
brunch í Skótahúsunum
í Runavík millum kl 11.00
og 17.00. Øll eru hjartaliga
vælkomin.
70 ára føðingardagur
Tann 26. apríl verður Kaj
Olsen, Skála, 70 ár. Dagur
in verður hildin í Bygdar
húsinun í Leirvík kl. 18.00.
Tey, ið ynskja at halda
dagin saman við Kaj verða
vinarliga biðin um at siga
frá áðrenn 14. apríl á tlf.
211612/441365 ella T.post
olsen.skala@gmail.com