Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-04-03, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 3. apríl 2014síða 14

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 4. apríl 2014 · Nr. 40 14 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Í fleiri túsund ár eru orð ment og broytt, og júst hesin førleiki at orða seg er serstaki munurin á dýri og menn­ iskja. Hóast orð bert eru spjaldur fyri at eyðmerkja ávís­ ar lutir, hugsanir, gerðir og eyðkenni, so hava tey ymisk­ an týdning, serstaka persónligheit og fjøl­broyttan lit. Smágentan lurtar og hoyrir munin á: “Á, tú ert pen” og “Ver pen!”. Sama orð, men ymiskan týdning í kon­tekst­ inum og ymiskt tónalag. Soleiðis gongur fjøltáttaða sam­skifti, á skrift og í talu, har orð hava grundleggjandi týdning fyri sosialu verurnar. Í huga­havinum verða tey goymd, fyri síðani at verða latin í serstaka málbúnan. Nýtslan og samansetingin av orðum er persónlig, og er samband ímillum menniskju. Júst hetta samband hevur avgjørda ávirkan á gerandisdagin. Serstaka gávan við orðum gevur okkum møguleika at skriva niður, og siga tað, vit halda hevur týdning. Við orðum siga vit øðrum, hvørji vit eru, hvussu vit kenna okkum, og hvat vit hugsa - eisini kunnu orð ávirka og broyta viðurskifti í lívi okkara. Møguliga duga vit ikki veruliga at síggja týdningin í orðum, uttan at hava upplivað, at orð vit skriva ella siga eru politiskt ókorrekt, ella at virðingin fyri tí, vit skriva og siga, er burtur. Mitt í órættvísi og ótolandi umstøðum nýta tvær gentur orð sum linna og skriva tankar sínar í dagbók. Anne Frank í Hálandi og Malala Yousafzai í Pakistan. Hóast ólíkar umstøður og frá hvør sínari tíð, hava tær tað til felags, at tær valdu at klæða hugsanirnar í búna og geva øðrum av hugahavi sínum. Uttan iva hevur hvørgin teirra hugsað, hvønn týdning dagbókin fór at fáa. Tí orð kunnu nevniliga broyta um­ støður, kanska ikki her og nú, men innlitið onnur fáa í lívið hjá teimum, sum siga søguna, gevur møguleika at gera og krevja broytingar. Soleiðis gongur við tíðini og orðinum. Undir alskyns umstøðum er umráðandi, at orð, sum kunnu vera við til at upplýsa og broyta viðurskiftini, verða nýtt. Eisini í Føroyum hevur tað týdning at orð verða sett á persónligar hugsanir, sum kunnu upplýsa og broyta verandi umstøður. Onkur vil siga, at føroyska samfelagið er ov smalt, og ov tungt er at gera broytingar, ella at okkum tørvar ikki altíð at seta orð á alt. Lættari er møguliga at lesa um onnur, sum seta orð á ynskir um broytingar og/ella dreymar, enn sjálvi at gera tað. Men hvussu er í fólkaræðisliga samfelagnum, har vit á pappírinum hava tað gott. Er vælferðin ein forðing, ella er hóskandi heldur at spyrja, tá ið vit hava tað so gott, hví hava vit tað so ikki betri? Tí nýggjar samfelags avbjóðingar vilja altíð vera partur av gerandisdegnum, og júst hesar geva okkum avgjørda orsøk at nýta orð. Nýtslan av orðum, í skrift og í talu, og samansetingin er jú persónlig, og er samband ímillum menniskju. Tá vit siga okkara søgu, fara nøkur at kenna seg aftur, og søgan fer at stilla persónliga einsemi, og onnur fara at síggja nakað, tey annars ongantíð høvdu havt møguleikan at sæð ella hoyrt. Júst hetta samskifti við orðum hevur avgjørda ávirkan á gerandisdagin. Hesi orð, sum bæði Anne og Malala nýta so meistaraliga, og sum føroyingar avgjørt eiga at nýta meira – tí orð kunnu broyta umstøður. Tóra við Keldu lærari EYGA MÁLIÐ Orð kunnu broyta umstøður Útlegging av eldraøkinum til kommunurnar – ein politisk kastibløka Annfinn Brekkstein Býráðslimur í Tórshavnar kommunu fyri Sambandsflokkin Tað virkar sum um, at ongi stórmál ella størri politiskar verkætlanir, sum landins politisku myndugleikar taka sær av eydnast ella verða gjøg­numførdar professionelt og eftir einari væl skipaðari og fullfíggjaðari ætlan. Van­ liga enda størri polit­isk­ar verk­ætlanir í kaos og stór­ um ósemjum – nak­að, sum er skaðiligt fyri sam­f­elags­ bygn­aðin og effek­tivi­tetin í sam­felagnum. Ein útlegging av heima­ tæn­astuni og eldrarøktini til kommunurnar at umsita og hava ábyrgdina av, krevur dygdargóða fyrireiking og neyva planlegging. Tað er serliga týdningarmikið fyrst at definera og fáa yvirlit yvir allar verandi og nýggjar upp­ gávur og tænastur hjá komm­ unum framyvir, og síðan tryggja neyðuga fígging. Lat meg gera greitt, at eg haldi, at hesar uppgávur inn­ an eldraøkið verða best loyst­ ar í kommununum (nær­um­ hvørvinum), og tí taki eg eis­ini undir við, at eldra­øk­ið verður lagt út til komm­un­ur­ nar at umsita. Tað eru eftir hondini greið tekin um, at henda verkætlan ikki er nóg væl fyrireikað - nú er tann beri politikkur komin í málið, umframt politiskar gitingar um fíggingartørv. Tað er at undrast yvir og óskiljandi, at tað ikki er gjørt eitt neyvt yvirlit yvir fígg­ ingar­tørvin, grundað á rokn­ skapartøl, útrokningar o.a. Eg fari tí at heita á Komm­ unu­samskipan Føroya um at upplýsa fylgjandi: 1. Hvørjar verða upp­gáv­ ur­nar og tænasturnar hjá komm­unum at loysa í 2015 – býtt á høvuðsøki og undi­r­øki 2. Hvørjar nýggjar uppgávur og tænastur skulu komm­ unurnar loysa í 2015 – upp­gávur sum landið ikki loysir í løtuni – býtt á høvuðsøki og undirøki 3. Hvussu nógv hevur landið rindað í útreiðslum fyri tey somu øki og undirøki,  sum kommunurnar skulu yvirtaka – hetta, tá landið tók sær av uppgávunum og tænast­u­num í 2014 4. Hvussu nógv skulu komm­unurnar rinda í út­reiðsl­um fyri nýggjar upp­gávur og tænastur Tað er politiskt og fakliga óseriøst at gera hetta álvars mál til eina kastibløku mill­ um landspolitikarar og kommu­nalpolitikarar. Báðir partar eiga at leggja kvalifiseraðar og væl grundaðar metingar á borðið um fíggingartørvin hjá komm­unum fyri tíðarskeið 2015-2020 viðvíkjandi heima­ tænastu og eldrarøkt. Enn eitt høgg aftrat móti um­døm­in­um hjá Føroyum sum fiski­vinnutjóð Kjartan Hoydal kjartanhoy@gmail.com Gørnini hjá Anitu hava staðið úti í meira enn ein mánað utt­an at nakar myndugleiki letur við seg koma! Hetta er fúl skomm og kann koma før­oysk­um umdømi harðliga aft­ur um brekku. Søgan um Anitu var longu sorg­ar­søga í spurninginum um trygd og viðurskifti hjá mann­ingini, umborð á einum skipi undir føroyskum flaggi, og við føroyskum fiskiloyvi. Í Degi og Viku 31.mars 2014 varð upplýst, at gørnini hjá Anitu hava staðið úti í 5 vikur. Eing­in tykist hava ábyrgd av he­sum. Reiðaríið umber seg við ­óvanligum viðurskiftum. Fisk­iveiðieftirlitið sigur seg hava tosað við reiðaríið, men at eing­in heimild er til at gera ann­að. Málið er ikki tikið upp av fiskimálaráðnum. Hetta er ein um­hvørv­ is­gøla av teimum stóru og kann, sum so nógv annað í Anitu mál­inum, raka Før­ oy­ar hart. Garna­veiða er longu sum er undir hørð­um at­finn­ing­um, tí vandi altíð er fyri tí sum verður kallað “ghost­fish­ing” á enskum. Um gørn­ini ikki verða røkt sum tey skulu – ella mist – fiska tey fram­veg­is, fiskurin rotnar í gør­n­u­num og fer fyri skeyti. Hetta er or­søk­in til, at Føroyar í NEAFC hava verið við til at banna gørnum í altjóða sjógvi. Vit skulu ikki gloyma, at um­hvørv­is­fel­ags­ skap­ir eru líka ágangandi móti veiði á djúphavinum, sum móti grindadrápi. Ein á­hald­andi herferð er móti djup­havs­fisk­i­skapi, og serliga veið­an við gørnum og troli standa fyri skotum. Eg havi í altjóðahøpi altíð ført fram, at er veiðan við gørn­um nóg væl umsitin, og eft­ir­lit­ið er nóg gott, kann hendan veiða við gørn­um verða akkurát líka so burð­ ar­dygg, sum veiða við øðr­ um reiðskapi. Hetta er ringt at verja, tá so ræðandi dømi koma fram um, at einki eftirlit tykist at vera við garn­ a­veiðuni ­undir Føroyum. Føroyar hava havt bann móti garn­a­veiðu í nógv ár, men hava sambært kunn­gerð undantikið 4 skip og ein út­ róðr­ar­bát, sum hava loyvi at veiða svartkalva og havtasku við gørn­um á ávísum leiðum á djúp­um vatni. Í kunngerðini um garn­ a­veiðu er ásett, at ”tá fisk­i­ før við ­loyvi sambært hesi kunn­gerð fara inn at av­ reiða, og gørnini standa úti, skulu ikki ganga meiri enn 72 tímar, til skipið aft­ur er á fiskileið og fer at draga”. Fisk­i­veiðieftirlitið kann í serligum førum veita und­ an­tak viðvíkjandi tíð­ar­freist­ ini. 72 tímar er 3 døgn, men gørn­ini hjá Anitu hava stað­ ið í sjónum nú í meira enn 35 døgn. Nógvur fiskur er komin í, og rotnaður í gørnunum. Hvussu kann hetta bera til? Greiðar revsireglur eru i lóg um vinnuliga fiskiskap, t. d. “§ 43. Verður komið fram á ó­lóg­ligan reiðskap í sjónum ella reið­skap, sum ikki er merkt­ur sambært galdandi regl­um, verður reiðskapurin inn­drig­in, um tað ikki kann verða greitt, hvør eigur hann.“ Vit hava eisini bann móti út­blak­ing. Hetta er ikki út­ blak­ing, men hevur sama úrs­lit. Fiskur verður veiddur, sum ikki kemur til høldar, í hes­um føri tað við lít. Eg skilji ikki á nakran hátt, at fiskiveiðieftirlitið, løg­regl­ an, fútaskrivstovan og fisk­i­ mál­a­ráð­ið lata standa til, og ikki við øllum møguleikum, sum eru í lógini, gera nakað við hetta málið. Nógvir spurningar eru við røtt­um settir við umsitingini av lóg um vinnuligan fisk­i­ skap­, serliga síðani 1999. Um eitt so lýsandi dømi um brot á lógina, ongar avleiðingar fær, so man síðsti kordelur í tí togi, sum varð tvinnað í lóg um vinnuligan fiskiskap í 1994, vera kvettur.