hósdagur 3. apríl 2014síða 15
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
15
Fríggjadagur 4. apríl 2014 · Nr. 40
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
tíðargrein
Hans Pauli Strøm
fyrrverandi landsstýrismaður
Tórbjørn
Jacobsen
Karin
Kjølbro
Hans Pauli
Strøm
Sámal Petur
í Grund
Jógvan
Sundstein
Edmund
Joensen
Jógvan
við Keldu
FarGen, ein víðskygd verkætlan
fyri føroyska heilsugransking
og heilsutænastu
M
angan spyrja vit okkum
sjálvi, hvussu tað ber til,
at ein fær so ringa sjúku
at dragast við og ein annar sleppur
undan ella kemur snikkaleysur
burturúr tí. Serliga um vanlagnan
rakar fólk í ungum ella í góðum
árum. Onkuntíð hava vit júst ikki
annað svar, enn at hella til lagnu
ella tilvild.
Kortini halda vit okkum vita,
at tað dulda svarið er onkustaðni í
samspælinum millum okkara lívs
umstøður, umhvørvi og ættarbregði,
tá ið tað um heilsu og sjúku ræður.
Ein nýggjur og munagóður
háttur at koma fram til betri vitan,
er at granska í okkara íbornu ættar
ligu ílegum.
Eitt ramaskríggj á
Tinghúsvegnum
Søgan byrjar við einum ramaskríggi
ein heystardag í løgtinginum fyri 15
árum síðani. Onkur tingfólk upp
dagaðu, at landsstýrið ætlaði at fáa
eitt samstarv í lag við íslendskar
heilsumyndugleikar
og
gitnu
granskingarfyritøkuna DeCode um
møguleikarnar fyri ílegugransking
í Føroyum. Øsing stóðst burturúr,
og Helena, táverandi landsstýris
kvinna, og Pál, sum eisini tá var
undangongumaður í føroyskari
heilsugransking, vórðu løgd undir
loyniligar ætlanir um at selja før
oysku fólkasálina til útlendskar
íleguspekulantar.
Ætlanin endaði ta ferðina við
ongum. Men tann konstruktivi
parturin av kritikkinum førdi
til, at áherðsla nú varð løgd á at
skapa neyðugar lógar- og rættar
karmar m.a. fyri viðkvæmari per
sónsgransking, so sum t.d. ílegu
gransking.
Sterk lóggáva fyri
persónsvernd
Eftir nøkrum árum varð bygt upp
eitt sterkt og fjøltáttað lógarverk við
tilhoyrandi virknum fyriskipanum,
sum alt hevði til endamáls at tryggja
persónsvernd og rættarstøðu hins
einstaka mótvegis myndugleikum,
almennum eins og privatum stovn
um og fyritøkum.
Hornasteinar í hesum lógarverki
vóru:
• Lóg um vísindasiðsemisnevnd, ið
setir ítøkilig krøv til heilsufrøði
liga gransking út frá menniskjum
ella menniskjatilfari (1999),
• Lóg um sjúklingarættindi ella
rættindi einstaklingsins í sam
bandi við heilsuverkið, herundir
kravið um sonevnt upplýst
samtykki (2002),
• Lóg um persónsupplýsingar,
ið setir neyvar treytir fyri inn
savning, viðgerð og skráseting
av persónsupplýsingum (2001),
og
• Dataeftirlitið, skipað at hava
eftirlit við og tryggja persóns
rættindini í samband við per
sónsupplýsingalógina.
Sjálvur kenni eg hetta dygga lógar
verkið væl frá tí gjølliga nevndar
arbeiðinum í løgtinginum.
Føroyar einasta land við
serstakari ílegulóg
Sum krúnan á verkinum, til tess
at ongin ivi á nakran hátt skuldi
valda um persónligu verju, trygd
og rættindi hins einstaka júst í
sambandi við ílegugransking, fóru
vit frá byrjanini av míni tíð sum
landsstýrismaður undir at gera eina
lóg burturav um ílegugransking.
Ílegulógin varð samtykt 10. mai
í 2005. So stóra undirtøku varð tað
eydnast at skapa fyri málinum, at
lógin bleiv samtykt við 31 atkvøðum
fyri, ongari blankari og ongari
ímóti!
Árið eftir varð Ílegusavnið sett
á stovn (undir leiðslu av núverandi
stjóra á Landssjúkrahúsinum), til
tess at skipa, byggja upp og fyrisita
karmarnar og fyritreytirnar fyri
ílegugransking í Føroyum.
Vert er at bíta merkja í, at júst í
Føroyum eru vit serliga væl fyri til
tess at tryggja persónsvernd hins
einstaka í samband við viðkvæma
heilsugransking, tí Føroyar eru mær
vitandi einasta land í heiminum,
sum hevur eina ílegulóg burturav
til persónstrygd og regulering av
Framhald á næstu síðu