Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-04-03, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 3. apríl 2014síða 16

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 4. apríl 2014 · Nr. 40 16 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 øllum viðurskiftum í samband við ílegugransking! Føroyar hava fyrimunir til ílegugransking Sum eitt lítið land, landafrøðiliga av­markað frá øðrum og við okkara serstøku søgu, hava vit serliga fyrimunir fram um onnur lond at menna ílegugransking: • føroyingar egna seg serliga væl til ílegugransking, tí vit eru arvaliga ella genetiskt rætti­ liga einsháttaði við tað, at fólk­ ið í høvuðsheitum stavar frá nøkrum fáum land­náms­monn­ um í 9. øld, og fólkið er vaksið síðani tá uttan stórvegis ávirkan uttanífrá, • ættartræð føroyinga er rætti­liga fullfíggjað í fleiri øldir aftur­eftir, sammett við onnur lond, út frá skrivligum keldum, kirkju­bók­ um, fólkateljingum o.ø. • og so hava vit eitt heilsuverk á høgum stigi við tí mest fram­ komnu kunningar- og sam­ skiftistøkni (talgilda heilsu­ skipanin) og við góðum skráset­ingum av diagnosum og sjúku­viðurskiftum, eisini aftur­ eftir. Tað eru júst hesi ættarligu og skipanarligu sereyðkenni okkara, sum gera, at altjóða granskarar síggja serliga stórar møguleikar í føroyskari ílegugransking Hugsjónirnar um ílegugransking Frá fyrsta degi, tá lógin varð gjørd, debatterað og samtykt, vóru greiðar politiskar hugsjónir aftan fyri viljan til at stimbra føroyska ílegugransking: • Heilsupolitiska hugsjónin, at menna okkara førleikar at lekja og fyribyrgja sjúkur, við at fáa vitan fram um sjúkuelvandi orsøkir, sum higartil hava ver­ið duldar, og út frá tí kunna seta skjótari og beinraknari diag­ nosur, gera og geva virknari heilivág og veita viðgerð við minni hjáárinum. • Fólkaheilsupolitiska hugsjónin, har tað júst um fyribyrging verð­ ur mett, at íleguvitan verð­ur eitt tað týdningarmesta frambrotið, tí her fáa vit møguleikan at staðfesta sjúkur og sjúkuorsøkir nógv skjótari enn áður, og tí betur fyribyrgja teirra oyðandi fylgjur. • Granskingarpolitiska hug­sjón­ in, at byggja upp og menna før­oyskan heilsu­gransk­ingar­ før­leika og vera við til at skapa eitt sterkt og dynamiskt gransk­ ingarumhvørvi: - bæði fyri læknafrøðilig og onnur vísindafólk í okkara heilsuverki, - og at draga føroyskar grans­ karar og tøkniligar ser­ frøðingar, ið nú arbeiða uttan­lands, higar at arbeiða, - og síðst, men ikki minst, at draga útlendskar granskarar, granskingarfyritøkur og gransk­ingarkapital higar. • Nýggja Granskingarparkin INOVA er grundað á hesar hug­ sjónir, har drívmegin og eitt høv­ uðs­mál frá fyrsta degi júst hevur verið gransking í menn­iskja­ ílegum eins væl og djóraílegum (serliga fiskaílegum). • Vinnupolitiska hugsjónin í ílegu­ gransking varð nógv um­rødd í politisku viðgerðini, og løgdu tingfólk stóra áherðslu á, eisini at síggja hesa gransking sum ein tátt í vinnuligari fjølbroyting í Føroyum. M.a. við at menna ein serstakan vinnugeira, ið kann skapa eina virðisøking grundað á læknafrøðiliga og tøkniliga vitan úr ílegugransking. Og eis­ ini vekja áhuga hjá út­lendskum fyritøkum fyri vinnuligari gagnnýtslu av teirri vitan og tøkni, sum verður ment í Før­ oyum, og har virksemið verður staðfest í okkara samfelag. Hví FarGen ? Síðani vit settu Ílegusavnið á stovn er næstan komið á mál við at skráseta alt tað føroyska ættar­træið – eitt ar­beiðið sum Lands­skjala­savnið stend­ur fyri. Har­um­framt eru um 20 ein­stak­ar granskingarverkætlanir farnar ígongd. Í so máta hevur ílegu­ gransk­ingin fingið eina góða byrj­an. Men verandi virksemi í føroysku ílegugranskingini hevur ikki ta vídd og tey perspektivir, sum lógu í politisku hugsjónunum og inten­ tión­unum frá 2005-06. Talan er oftast um rættiliga smáar og av­mark­aðar verkætlanir. Og vit eru ikki komin út um, at tað í høvuðs­heitum enn bara eru virkandi sjúkra­hús­læknar, sum taka sær stundir til av­markað gransk­ingarevni, ið hava teirra ser­ liga áhuga. Talan er sum heild um ein­staklingaverkætlanir, ið ikki in­vol­ vera fleiri persónar, ikki eru ser­liga ressursukrevjandi, m.a. fíggjar­liga, og sjálvdan eru longri­varandi verk­ ætlanir ella partar í størri heild. Ógviliga avmarkað er tí eisini, hvussu nógv fáast burturav við hetta í Føroyum, og hvussu stórur partur verður gjørdur í Føroyum. Helst er vavið ov lítið til at eitt reelt granskingarumhvørvi kemur fram í Føroyum á hesum øki, og vinnulig útlit eru ring at síggja, um bert verður hildið fram á hesum støði. Tí er FarGen neyðugt, fyri at lyfta føroysku ílegugranskingina upp á eitt hægri stig, við at fremja í minsta lagi fyrsta umfar av verk­ætlanini: at útvega neyðugu fakprofessionellu, tøkniligu, fíggj­ ar­ligu og organisatorisku fyri­ treyt­irnar fyri at kunna fara í holt við at savna, skráseta og lesa ílegu­upp­ lýsingar frá einum stórum hópi av føroyingum – eini túsund eru nevnd í fyrstu syftu - og gera hesar atkomiligar fyri gransking hjá før­ oyskum einsvæl og útlendskum granskarum, granskingarstovnum og fyritøkum, eftir treytum, ið verða settar av føroyska Ílegusavninum, og sum skal fara fram í føroyskum grankingarumhvørvi. FarGen móti Helicopter Science Minnist væl, at tað var í hes­um sambandi at eg undir lógar­arbeið­ in­um í 2005 fyrstu ferð hoyrdi um “helicopter science” – at ein út­ lendsk fyritøka kundi koma og seta seg á ríka vísindatilfeingi í einum landi og fara avstað við tí til egna gagnnýtslu og vitanar- og virðisøking aðrastaðni. Bert við eini skipan við so stórari professionellari tyngd sum FarGen kunnu vit tryggja okkum móti slíkari “helicopter science” – at vitanarskapanin, før­ leika­menningin og virðisøkingin fer fram í føroyska samfelagnum. FarGen altjóða toppfundur í Føroyum Eitt gott dømi um vísindaligu tyngd­ina í FarGen var stóra altjóða ráð­stevnan FarGen Summit 2013 á Hotel Føroyum 19.-20. sept. 2013, sum FarGen f y r i ­s k i p a ð i . Yvir hundrað lut­ tak­arar við nógv­um útlendskum granskarum vóru á ráðstevnuni – harav fleiri av sterkastu og gitnastu ílegugranskarum í heiminum. Nakrir teirra eru við at manna vísinda­liga ráðgevaratoymið aft­an fyri FarGen. Ein av niður­støð­unum var, at FarGen kann blíva ein av teim mest spenn­andi og týðandi altjóða ílegu­gransk­ingar¬verkætlanunum komandi árini. Keðiligir byrokratiskir fótonglar Í Heilsumálaráðnum hevur aðal­ stjór­in fingið tvey embætisfólk (í Kringvarpinum kallað “arbeiðs­bólk­ ur”) til at skriva lands­stýris­mann­ inum eitt “tilmæli” um FarGen. Hesar 21 síðurnar hjá em­bæti­ sfólkunum eru eitt langt byro­ kratiskt ákærurit móti FarGen, skriv­að uttan minstu fatan av teim víð­skygdu hugsjónum, ið longu frá byrjan vóru frá politiskari síðu um stovnanina av føroyskari ílegu­gransking, og sum júst finna sítt besta afturljóð í FarGen verk­ ætlanini. Tey hava so fingið lands­ stýrismannin (ið annars breggjaði sær á FarGen Summit 2013 um hesa stórfingnu føroysku verkætlan), til at hálsa um og steðga stuðlinum til FarGen – og harvið taka kvørkratak um verkætlanina. Vegurin fram fyri FarGen Havi kannað ákæruritið hjá em­ bætisfólkunum gjølla. Har er snøgt sagt onki, sum ikki kann greiðast av misskiljingum og møguligum neyv­ari útgreiningum og áset­ ing­um í verkætlanarlýsingini av FarGen. Onki. Tað einasta sum krevst er positivur vilji, til at Heilsu­málaráðið, Ílegusavnið og FarGen setast við borðið og fara alt ígjøg­num, at greiða møguliga mis­s­kiljingar og fløkjur og gera tær til­lagingar í verkætlanini, sum tey koma fram til. Mær vitandi er FarGen longu farið í ein tættan og positivan dia­log við Ílegusavnið um hetta. Eg gleði meg til at hoyra aftur frá teimum, so at FarGen aftur verður sett á skinnarar við neyð­ugari upp­ bakking og stuðli frá heilsu­politiska myndugleikanum. Á hesi slóðini finst tilfar um Ílegusavni, føroyska ílegugransking og FarGen: www.genetics.gov.fo tíðargrein Framhald av síðu 15 Eitt gott dømi um vísindaligu tyngd­ina í FarGen var stóra altjóða ráð­stevnan FarGen Summit 2013 á Hotel Føroyum 19.-20. sept. 2013, sum FarGen fyriskipaði. Yvir hundrað luttakarar við nógvum útlendskum granskarum vóru á ráðstevnuni – harav fleiri av sterkastu og gitnastu ílegugranskarum í heiminum. Nakrir teirra eru við at manna vísindaliga ráðgevaratoymið aftan fyri FarGen. Ein av niðurstøðunum var, at FarGen kann blíva ein av teim mest spennandi og týðandi altjóða ílegugranskingar¬verkætlanunum komandi árini Hans Pauli Strøm