hósdagur 3. apríl 2014síða 17
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
17
Fríggjadagur 4. apríl 2014 · Nr. 40
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
tíðindi
Leo Poulsen
Petur Elias Petersen er ÍSF
forseti og hevur verið tað
seinastu fýra árini. Men sum
nevndarlimur í ÍSF eigur
hann 19 ár á baki.
- Eg varð valdur í starvs
nevndina hjá ÍSF í 1995, og
frá 95 fram til 2005 var eg
skrivari í starvsnevndini. Tá
fór Sverri frá, og eg gjørdist
næstformaður, sigur Petur
Elias Petersen.
Hvat er so hent í hansara
tíð sum ÍSF starvsnevndar
limur.
- Ein stór førleikamenn
ing er farin fram í sersam
bondunum. Nevndarlimirnir
eru nógv meira mentir at sita
har, og so hava vit eisini fingið
tvey starvsfólk í umsitingina,
sum er ein stór hjálp, sigur
Petur Elias Petersen.
Hetta merkir, at ÍSF nú
hevur eina veruliga fyrisiting
í mun til fyrr, tá ein skrivari
arbeiddi tvei tímar um dagin.
- Hetta er kanska størsta
framstigið
innan
felags
skapin nakrantíð, tí tað
avlastar forsetan so ómeta
liga nógv. Nú kann fyri
sitingin taka sær av fyri
spurningum og øðrum, sum
formaðurin annars skuldi
taka sær av um kvøldarnar,
og tað er ein stór hjálp, sigur
Petur Elias Petersen.
Eisini er ein dopingnevnd
sett, eins og eitt Ítróttasavn
er sett á stovn.
- Annars haldi eg, at
størsti munurin er, at ser
sambondini eru vorðin fleiri
og størri, eins og ítrótturin
er vaksin, sigur Petur Elias
Petersen.
Góður arbeiðsgevari
Sjálvur hevur hann altíð
havt stóran áhuga í at verið
við har hann kann gera ein
mun.
- Eg føli framvegis, at eg
kann gera ein mun, og tað er
eisini tí, at eg havi verið við í
ÍSF í skjótt 20 ár, sigur Petur
Elias Petersen.
Hann sigur, at tað ongantíð
hevur ligið so væl fyri hjá sær
á vøllinum, og tað er helst tí, at
hann endaði í nevndini hjá SÍF
longu 14 ára gamal.
- Starvið sum ÍSF forseti
krevur nógva tíð, sjálvt um
fyrisitingin nú avlastar ein
heilan deil.
Hetta er sjálvboðið ar
beiði, og eg geri nógv burtur
úr at halda tað skilt burtur
frá mínum dagliga arbeiði.
Tað krevur sjálvandi nakað
av mínum arbeiðsgevara, og
har má eg siga, at han altíð
hevur víst stórt forstáilsi fyri
ikki bara mínum starvi sum
ÍSF forseti, men sanniliga
eisini gjørdi tað tey 28 árini,
Heðin Mortensen stóð á
odda fyri ÍSF, sigur Petur
Elias Petersen.
Alt arbeiði innan ÍSF fer
fram um kvøldarnar og um
vikuskiftið.
- Tað er so ógvuliga gott
at hava ein forstandandi
arbeiðsgevara,
tí
tað
er
neyðugt tá farast skal til
ymsar fundir uttanlands,
sum vara í ein dag ella tveir,
sigur Petur Elias Petersen.
Hann sigur, at tað er hent
nógv gott og mennandi hesi
árini, hann hevur sitið í
starvsnevndini hjá ÍSF.
- Tað allarbesta, sum er
hent í mínari tíð í ÍSF er, at
vit hava fingið lønt starvs
fólk á skrivstovuna, sum
kann avlasta meg. Men tað
er sjálvandi hent nógv ann
að positivt í mínari tíð sum
limur í starvsnevndini hjá
ÍSF, sigur Petur Elias Peter
sen.
Veddingarpengar
Ein av heilt stóru broyting
unum hjá ÍSF var, tá vedd
ingarpengarnir komu.
- Tað, at vit gjørdust ein
partur av ágóðanum hjá
Danske Spil, og veddingar
pengarnir byrjaðu at koma,
loysti upp fyri so ógvuliga
nógvum. Vit fáa jú meira
pening harfrá, enn vit fáa
frá landinum, so tað hevur
kollossalt at siga, sigur Petur
Elias Petersen.
Veddingarpengarnir eru
sostatt ein av hornasteinun
um undir rakstrinum av ÍSF.
- Tað gav eisini møguleika
at seta starvsfólkini á skriv
stovuni, men gav eisini rúm
fyri ítróttaráðgevunum, sum
hava umleið 10 ár á baki nú,
sigur Petur Elias Petersen.
Sum aðrar batar nevnir
hann, at 30.000 krónur mark
ið er eisini nakað, sum er at
fegnast um.
- Tað er so nakað, vit kun
nu
takka
politikarunum
fyri, at teir settu eitt mark á
30.000 krónur, sum leiðarar,
venjarar og onnur kunnu fáa
skattafrítt, sigur Petur Elias
Petersen.
- Teir báðir ítróttaráð
gevararnir hava til upp
gávu at stuðla feløgum og
sersambondum
í
ymsum
spurningum, og teir veita
sína ráðgbeving úti í feløg
unum ella í sersambondun
um, sigur Petur Elias Peter
sen.
Av øðrum týdningarmikl
um, sum er hent seinastu tíð
ina, nevnir hann Leikmeti.
- Hetta er eitt samstarv
millum FK og ÍSF og hevur til
endamáls, at skifta pylsur og
annað út við sunna frukt. Tað
er jú eitt av endamálunum
hjá ítróttinum, at hann er
heilsusunnur, og tí gevur tað
meining at bjóða børnum og
ungum møguleikan fyri at
fáa heilsusunna frukt heldur
enn til dømis pylsur, sigur
Petur Elias Petersen.
Betri karmar
ÍSF forsetin er ikki í iva um,
at ítrótturin hevur størri
týdning, enn fólk geva sær
far um í gerandisdegnum.
- Ítrótturin er sosialur,
upplýsandi og mennandi.
Tað ger tey ungu fólkini
tilvitað um, hvussu mann
uppførir seg, og tey fáa eina
kenslu av samleika. Tað er
nakað sunt og mennandi,
tey møta upp til, sigur Petur
Elias Petersen.
Hann heldur, at tað hevur
nógv at siga, tað arbeiðið,
sum ítróttaleiðarar og -venj
arar gera.
- Ein kanning herfyri vísti,
at samfelagsliga virðið av
sjálvbodnum arbeiði svarar til
55 milliónir krónur um árið, og
eg vildi ynskt, at politikararnir
skiltu, hvussu stórt sjálvbodna
arbeiðið í veruleikanum er,
sigur Petur Elias Petersen.
Hann viðgongur tó, at tað
gongur rætta vegin.
- Vit kunnu eitt nú taka
Tórshavnar kommunu sum
hevur gjørt av, at ítróttahallir
og vallir skulu verða ókeypis
hjá feløgunum í ár, sigur Pet
ur Elias Petersen.
Hann heldur tó, at okkurt
kundi verið betri enn tað er.
- Eitt nú hava vit onga
borðtennishøll og tað merkir,
at borð skulu trillast aftur og
fram og tað merkir, at tann
tímin, tú hevur at venja í,
knappliga bara gerst40-50
minuttir, tí restin av tíðini fer
við at trilla borð, sigur Petur
Elias Petersen.
Hann nevnir eisini boga
skjótingina í Havn, sum ong
an veruligan vøll hevur til
skjótingina.
- Eisini ítróttahallirnar
eru ov fáar, tí tað krevur
nógv at fáa alt at ganga upp,
sigur Petur Elias Petersen.
Annars verður ikki gjørt
so nógv burtur úr 75 ára
degnum sjálvum.
- Ítróttasavnið hevur latið
bók gjørt um seinasta 25 ára
skeiðið, og hon verður løgd
fram fríggjadagin, og um
kvøldið verður ein døgurði fyri
innbodnum. Annars hevur
stjórnin gjørt av, ikki at brúka
meira pening til dagin, tí hann
fer jú frá teimum ungu, sigur
Petur Elias Petersen.
Ynskiligt við betri kørmum
ÍSF fyllir í dag, fríggjadagin 4. apríl, 75 ár, og í tí sambandi hava vit sett
forsetanum, Petur Elias Petersen, stevnu til eitt prát um tíðina í ÍSF
Starvslýsing:
Sølufólk til Kemilux
Við ágrýtni og nærlagni ert tú sannførandi og seljandi.
Samstundis veitst tú, at vørurnar, tú selur, eru gjørdar
við atliti til føroysku náttúruna. Jú meira tú selur, tess
betri er tað fyri náttúruna.
Tú arbeiðir sjálvstøðugt og fært nógv samband við okkara viðskiftafólk, tá tú
vitjar tey og bjóðar fram okkara vørur og tænastur. Umframt okkara vørur til
reingerð bjóða vit eisini eitt stórt úrval av pakkitilfari og arbeiðsklæðum.
Hevur hetta tín áhuga ert tú vælkomin at senda eina umsókn við lívsrensli,
avriti av møguligum prógvum og øðrum viðkomandi til kemilux@kemilux.com
í seinasta lagi mánadagin 7. apríl.
Vilt tú frætta nærri, so vinarliga set teg í samband við Rebecku,
rr@kemilux.fo, tlf. 210937, ella Arna, ag@kemilux.fo, tlf. 210931.
1979-1990 valdur í nevndina í SÍF
1994-2002 liðleiðari hjá A-landsliðnum hjá monnum
1995-2003 valdur í Róðrarsambandið
1995 valdur í starvsnevndina í ÍSF
1995-2005 skrivari í ÍSF
2005-2010 næstformaður í ÍSF
2010- forseti í ÍSF
FAKTA
- Tað allarbesta, sum er hent í mínari tíð í ÍSF er, at vit
hava fingið lønt starvsfólk á skrivstovuna, sum kann
avlasta meg, sigur Petur Elias Petersen, ÍSF forseti