Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-04-03, síða 18
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 3. apríl 2014síða 18

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 4. apríl 2014 · Nr. 40 18 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 tíðindi Leo Poulsen Tað var við eitt sindur av iva, at Uni Arge tók við av­ bjóðingini at skriva søgu ÍSF's seinastu 25 árini. - Í fyrstani helt eg, at tá talan var um ÍSF var tað so um­fatandi, at eg metti ikki at tað bar til at gera eftir so av­ markaðari tíð og í einari bók. Men eg fekk so at vita, at so um­fatandi skuldi tað ikki vera, sigur Uni Arge. Hann fór undir upp­gávu­ na í januar í fjør, og fríggja­ dagin verður bókin so løgd fram. - Eg byrjaði við einari samanum tøkuav menn­ing­ ini innan føroyskan ítrótt. Ser­liga Oyggjaleikirnir í Før­ oy­um í 1989 gav fleiri ítrótta­ grein­um rættiliga luft undir veing­ir­nar, og vit hava í dag til dømis tvey stadions til frælsa­n ítrótt, eins og vit fingu fleiri feløg til frælsan ítrótt, sigur Uni Arge. Hann nemur eisini við tann øgiliga áhuga, sum føroysk luttøka í unda­n­ kapp­ing­unum tilEM og HM og Landskrona tíðin fekk fyri føroyskan fótbólt. - Vit hava kent eina stóra menn­ing av føroyskum ítrótti, men vit hava eisini følt eitt stórt afturstig inn­ an ávísar ítróttagreinir. Fyri einum 20 árum síðani lut­ tóku eini 90 bátar í kapp­ rógv­ingini, í dag er talið 40, og tað er ein avbjóðing fyri róður­in, sigur Uni Arge. Støðan er nøkurlunda hin sama innan hondbóltin. - Árini 76 til 80 var stóra tíðin innan hondbólt í Før­ oy­um, tá vit luttóku í C HM, og tá kappingin var hildin í Føroyum, var tað størsta ítrótta­hending í søguni. Men hond­bóltur er farin nógv aftur síðani tá, og eisini tað er ein avbjóðing frameftir, sigur Uni Arge. Fyrsta luttøka í OL Hinvegin er estetiski fim­leik­ urin gingin nógv fram eftir at hann fekk altjóða viður­ kenning í 2005. - Fimleikararnir liggja væl fyri í altjóða høpi, og HM kappingin verður hildin í Føroyum í 2015. Eisini svimj­ ing­in fekk eitt dyk eftir at Mark Spitz vann sjey kapp­ ingar við OL í München í 1972, og árini eftir fekk føroysk svimjing luft undir veing­ ir­nar. Og 40 ár eftir, luttók fyrsti føroyingurin í OL í svimj­ing, tó undir donskum flaggi, sigur Uni Arge. Talan er sjálvandi um Pál Joen­sen, sum var við til OL í Lon­don í 2012. - Føroysk viðurkenning í OL høpi verður eisini um­ rødd, og hví tað ikki hevur eydnast. Eisini verður nomi við, hvussu stóran týdning ítrótta­veddingin hevur fyri rakst­urin hjá ÍSF, sigur Uni Arge. Nomi verður við ÍSB og teirra olympisku luttøku. - Teir hava so verið við til parao­lympisku leikirnar átta ferð­ir, og eru fult á støði við aðr­ar altjóða svimjarar, sigur Uni Arge. Øll sersambond eru sjálv­ andi nevnd í bókini. - Tað er kortini ikki tað sama sum, at líka nógv verður gjørt við hvørt ser­ samband sær, men tað fekk eg at vita, at tað var í lagi, sigur Uni Arge. Bókin er størri í vavi enn van­ligar bøkur og síðutalið ligg­ur um 260. - Hon er gjørd so stór við vilja, fyri at hon ikki skuldi gerast ov tjúkk. Hon er ógvuliga litrík og so er hon umbrotin á slíkan hátt, at hon er áhugaverd og spenn­ andi, sigur Uni Arge. Bókin verður sum nevnt løgd fram fríggjadagin mill­ um klokkan 15 og 17. Uni Arge hevur skrivað bók um seinasta 25 ára skeiðið hjá ÍSF Ítróttin ment seg seinastu árini Seinastu 25 árini hevur ítróttin yvirhøvur ment seg ógvuliga nógv, og tað er serliga Oyggjaleikunum og upptøkuni hjá øðrum í altjóða samband fyri at takka