Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-04-03, síða 28
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 3. apríl 2014síða 28

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 4. apríl 2014 · Nr. 40 28 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 ítróttur fótbóltur Jóannes Hansen Trý tey seinastu vikuskiftini hevur landskappingin verið á dagsskrá. Í vikuskiftinum, sum stendur fyri framman, held­ur landskappingin frí. Tað kemst av, at fyrsta um­ farið í steypakappingini er á dagsskrá. Innleiðandi um­ farið var 15. mars, tá ið Giza/ Hoyvík vann 2-0 á B71 og tá ið Undrið vann 2-1 á MB. Í 1. umfari eru átta dystir. Sjey verða spældir í morgin, og ein – grannauppgerðin í Gundadali – verður spældur sunnudagin. Tað er longu nú greitt, at tvey feløg í bestu deild­ini nú beinanvegin verða varpað úr kappingini. Hetta kemst av, at lutakastið lagaði tað soleiðis, at um­ framt HB og B36 verður ein upp­gerð aftrat millum feløg í bestu deildini. Steypa­vinn­ ararnir tvey tey seinastu árini, Víkingur, fáa vitjan av Skála. Fyrsta steypakappingin var í 1955, og síðani hevur tað verið kappast á hvørjum ári um ísafjarðarbikar, ísa­ fjarðar­súlur og løg­mans­ steyp. Harvið er 2014 útgávan nummar 60 í røðini. Stikkvegur út í Europa Í føroyskum fótbólti snýr tað seg fyrst og fremst um at vinna FM og so um at vinna steypa­kappingina. Umframt heiðurin av at vinna og róman kring sigurs­ harrarnar, so telur tað serliga nógv, at sigur í steypa­kapp­ ingini veitir trygd fyri altjóða luttøku næsta kapp­ ingár. Í kappingini, sum tað nú verður farið undir, vil tað siga, at tann, sum vinn­ur finaluna 30. august, tryggj­ar sær rætt at taka lut í euro­ peisku kappingini á sumri í 2015. Soleiðis hevur tað verið síðani 1991, tá ið B36 vann steypa­finaluna og í 1992 sum fyrsta føroyska felagið í 1992 luttók í europeisku steypa­kappingini. Henda kappingin er ikki til longur, men steypavinnararnir kring Europa vinna sær rætt at taka lut í Europa League, sum kapp­ingin nú nevnist, har steypa­vinnarar og tey fel­øg­ini, sum stóðu seg væl, men ikki rukku europeisku meist­ara­kappingini, spæla. Í fjør var Víkingur steypa­vinnari, og harvið er tað greitt, at víkingarnir í summar skulu luttaka í euro­ peiskum fótbólti. Í fyrraárið var tað eisini Víkingur, sum vann steypakappingina. Tí vóru víkingarnir og Sigfríður Clementsen eisini síðsta summar í europeiska eld­inum. Luttøkan í fjør var minn­ilig, tí tá eydnaðist tað Víkingi at vinna samantalt á Inter Turku úr Finlandi. Á Svanga­skarði var úrslitið 1-1, og so gjørdu víkingarnir tað bragdið at vinna 1-0 í Finlandi. Sigursmálið skoraði Hanus Jacobsen við brots­sparki, tá ið tað restaðu tíggju minuttir. Dysturin og úrs­litið vórðu kend um allan heimin, tá ið tað seinni vísti seg, at armenski dómarin var blandaður upp í vedding í sam­bandi við henda dystin. Víkingur skrivaði før­ oyska steypasøgu og fót­ bólts­søgu við at kvalifisera seg til næsta umfarið. Tá gekk minni væl, tí rumenska FC Petrolul Ploiesti vann 4-0 á Svangaskarði og 3-0 á heima­vølli. Tann minni tætt við Steypakappingin er møgu­ leikin hjá teimum smáu at kappast á jøvnum føti við tey stóru. Harvið er eisini møgu­leiki fyri, at tey smáu við at spíla seg út ella at spæla yvir evni, sum tað verð­ur tikið til, kunnu basa teimum stóru. Hetta er ikki ókent, og ein av orsøkunum plagar at vera, at tey stóru ikki taka uppgávuna í nóg stór­um álvara. Tann minni verður undirmettur. Í Onglandi var tað púra óvæntað í fjør, tá ið Wigan, sum flutti niður úr bestu deild­ini, vann finaluna ímóti silvur­vinnarunum í Manchester City 1-0. Síðsta ferðin, at eitt lið úr næstbestu deildini vann steypa­finaluna í Onglandi, var í 1980. Ta ferðina vann West Ham, sum var í næst­ bestu deildina, á Arsenal. Úrslitið var 1-0, og málskjútti var navnframi Trevor Brooking, sum ofta var mið­ vallari á landsliðnum, og sum síðani hann gavst at spæla hevur arbeitt sum við­merkjari í fjølmiðlunum og okkurt skifti hevur verið venjari. Í Føroyum er tað ongantíð komið fyri, at felag úr næst­ bestu deildini hevur vunnið steypafinaluna. Men tað er meiri enn so komið fyri, at felag í næstbestu deildini hevur spælt seg í finaluna. Í áttati árunum var annað finaluliðið ikki færri enn tríggjar ferðir úr næstbestu deildini. Fyrsta ferðin var í 1980, tá ið HB vann finaluna 2-0 ímóti NSÍ, sum um tað mund­ið var í næstbestu deild­ini. Og tiltikið er tað, tá ið Royn í 1983 stríddi seg í final­una, sum hvalbingar tó taptu 5-1 ímóti GÍ. Ta ferðina vann Royn samantalt í tveim­um hálvfinalum ímóti HB, sum annars hevur verið steypaliðið framum øll onnur. Úrslitini vóru 2-2 í Hvalba og 4-3 til Royn í Gunda­dali! Triðja ferðin var í 1987, tá ið ÍF, sum tá var í næstbestu deildini, spældi seg í finalu ímóti HB, sum vann 3-0. Løgmanssteypið Fram til 1988 varð spælt um bikar og súlur, ið av ís­lend­ ingum av Ísafirði vóru latnar føroyingum at kappast um. Søgan um hvussu tað kom í lag, at íslendingar góvu føroy­ingum steyp at kappast um, er søgd fleiri ferðir áður, so hana verður tað ikki gjørt meiri við í hesum um­far­ inum. Í 1989 var fyri fyrstu ferð kappast um steypið, sum løg­ maður hevði givið at kapp­ ast um. HB hevði vunnið ísa­fjarðarbikarið til ognar í 1964 og síðani tríggjar súlur – í 1973, 1980 og 1988. HB vann fyrsta løgmanssteypið Føroyskur fótbóltur hevur síðani 1955 kappast í steypakappingini, sum inntil 1988 bar heitið eftir steypagevarunum av Ísafirði, og síðani 1989 hevur borið heitið eftir steypinum, sum løgmaður letur Á gáttini til 60. steypa­ kappingina 1989 HB 1990 KÍ 1991 B36 1992 HB 1993 B71 1994 KÍ 1995 HB 1996 GÍ 1997 GÍ 1998 HB 1999 KÍ 2000 GÍ 2001 B36 2002 NSÍ 2003 B36 2004 HB 2005 GÍ 2006 B36 2007 EB/Str. 2008 EB/Str. 2009 Víkingur 2010 EB/Str. 2011 EB/Str. 2012 Víkingur 2013 Víkingur 2014 Løgmanssteypið 1989- HB . . . . . . . . . . . . . . . . . . 5 B36 . . . . . . . . . . . . . . . . . 4 EB/Streymur . . . . . . . . . 4 GÍ . . . . . . . . . . . . . . . . . . . 4 KÍ . . . . . . . . . . . . . . . . . . . 3 Víkingur . . . . . . . . . . . . . 3 B71 . . . . . . . . . . . . . . . . . 1 NSÍ . . . . . . . . . . . . . . . . . 1