hósdagur 3. apríl 2014síða 29
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
29
Fríggjadagur 4. apríl 2014 · Nr. 40
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
ítróttur
fótbóltur
til ognar, og B36 vann annað
løgmanssteypið til ognar.
Frá 1995 og fram til 2004
var steypakappingin skip
að í bólkum. Fýra lið vóru
í hvørjum bólkinum, og so
vóru fjórðingsfinalur, hálv
finalur og finala.
Bólkaumfarið varð eisini
ætlað sum venjing undan
landskappingini, men tað
varð hildið uppat við hesum,
tá ið landskappingin í 2005
varð víðkað úr 18 og upp í
27 umfør. Úrslitini í bólka
umfarinum bóru viðhvørt
boð um, at tað var ivasamt,
hvussu nógva venjing dystir
nir góvu. Størsta sigurin
vann HB 2. mai 1995. Úrslitið
ímóti Skansanum var 22-0!
Bygdirnar størri leiklut
Hóast tað tey seinnu árini
ikki hevur ligið so ræðið fyri
hjá HB, sum tað gjørdi nógvu
tey fyrstu árini, so er sigurs
vanda havnarfelagið fram
vegis tað, ið hevur vunnið
løgmanssteypið
flestar
ferðir.
Merkisvert er tað tó, at
tey seinastu árini hava tað
verið bygdirnar, sum hava
vunnið
steypakappingina.
HB hevur ikki vunnið síðani
2004, og síðsti finalusigurin
hjá B36 er skrásettur at vera
í 2006.
Seinnu árini hava tað
verið
bygdafeløgini,
ið
hava sett dagsskránna. EB/
Streymur hevur vunnið fýra
ferðir, og Víkingur hevur
vunnið tríggjar ferðir. EB/
Streymur vann í 2007 minn
iliga finalu 4-3 á HB, og í 2008
var tað aftur undirhaldandi,
tá ið EB/Streymur vann 3-2
ímóti B36. Síðani tá hava
tað
verið
Víkingur,
EB/
Streymur og ÍF, sum hava
verið í finalunum. ÍF tapti
ímóti EB/Streymi í 2010 og
2011. Víkingur hevur vunnið
tríggjar finalur á EB/Streymi
3-2 í 2009, í 2012 endaði tað
3-3 og Víkingur vann síðani
brotssparkskappingina, og í
fjør vann Víkingur 2-0 á EB/
Streymi.
Longu undan fyrsta um
fari er tað greitt, at annað av
stóru feløgunum í Gundadali
longu sunnudagin verður
varpað
úr
kappingini.
Sunnudagin bresta HB og
B36 saman.
60 ára úrslit
Leygardagin og sunnudagin
verður fyrsta umfar í 60. út
gávuni av føroysku steypa
kappingini. 2014 er fyrsta
útgávan í aðru fjórðingsøld
av kappingini um løgmans
steypið.
HB
hevur
vunnið
26
steypafinalur, GÍ, sum ikki
er til longur, vann 6 steypa
finalur, TB, KÍ og B36 hava
vunnið 5 finalur, EB/Streym
ur hevur vunnið 4 finalur,
Víkingur hevur vunnið 3
finalur, NSÍ hevur vunnið
2 finalur og VB og B71 hava
vunnið eina ferð í part.
Eina ferð – í 1970 – varð
finalan ikki spæld, tí tað
fekst ikki semja um, hvar HB
og KÍ skuldu spæla.
Fyrsta umfar 2014
Lutakastið til fyrsta umfar
lagaði seg soleiðis, at í seks
av uppgerðunum er tað felag
úr bestu deildini, sum skal
dystast við felag í lægri deild.
Harvið er talan um greiðar
favorittar.
EB/Streymur skal spæla
ímóti
Giza/Hoyvík,
sum
spælir í 2. deild, B68 skal
spæla ímóti Royn, sum spælir
í 3. deild, og ÍF skal spæla
ímóti Undrið, sum spælir í
2. deild. Tað er lítið sannlíkt,
at nakað av feløgunum í 2.
og 3. deild skal gera nakað
við liðini í Effo-deildini. Men
talan er um steypakapping,
og tá er møguleiki fyri tí
mest óvæntaða.
Í
uppgerðini
millum
havnarfeløgini er tað greitt,
at HB skal hava annan mál
verja. Teitur M. Gestsson
varð so mikið illa skaddur
síðsta sunnudag ímóti KÍ, at
hann ikki verður førur fyri
at spæla. Heðin Stenberg er
leigaður av Argjum og heim
um ánna at hjálpa HB.
Tað er eisini greitt, at
miðverjin
Jonas
Flindt
Rasmussen ikki verður á KÍ
liðnum ímóti 07Vestur. Jonas
sá reytt ímóti HB, og áset
ingarnar siga, at leikbann
fyri reytt kort er galdandi
í næsta dysti. Umframt
nýggjan mann í miðverjuna,
har tað væl kann hugsast,
at Ísak Simonsen fær høvi
at royna seg, so fáa fleiri
aðrir á KÍ beinkinum høvi at
royna seg. Heðin Klakstein,
Álvur F. Christiansen og Atli
Danielsen eru ikki tøkir.
Hjá Víkingi er miðvallarin
Hans Jørgen Djurhuus tøk
ur aftur, eftir at hann tvey
tey seinastu umførini hevur
verið leikbannaður í lands
kappingini.
joannes@sosialurin.fo
Leygardagin 5. apríl:
Giza/H - EB/Str.
Johan Petur Michelsen kl. 17.00
FC Suðuroy - NSÍ
Eiler Rasmussen kl. 15.00
B68 - Royn
Bent Tommy Linklett kl. 16.00
AB - TB
Ransin N. Djurhuus kl. 15.00
ÍF - Undrið
Rúni Gaardbo kl.
KÍ - 07Vestur
Rói Jacobsen kl. 17.00
Víkingur - Skála
Páll Augustinussen kl. 15.00
Sunnudagin 6. apríl:
HB-B36
Dagfinn Forná kl. 15.00
1955 HB
1956 TB
1957 HB
1958 TB
1959 HB
1960 TB
1961 TB
1962 HB
1963 HB
1964 HB
1965 B36
1966 KÍ
1967 KÍ
1968 HB
1969 HB
1970 strikað
1971 HB
1972 HB
1973 HB
1974 VB
1975 HB
1976 HB
1977 TB
1978 HB
1979 HB
1980 HB
1981 HB
1982 HB
1983 GÍ
1984 HB
1985 GÍ
1986 NSÍ
1987 HB
1988 HB
Ísafjarðarbikarið og súlurnar 1955-1988
HB . . . . . . . . . . . . . . . 21
TB . . . . . . . . . . . . . . . . 5
KÍ . . . . . . . . . . . . . . . . . 2
GÍ . . . . . . . . . . . . . . . . . 2
B36 . . . . . . . . . . . . . . . 1
VB . . . . . . . . . . . . . . . . 1
NSÍ . . . . . . . . . . . . . . . 1
Verandi steypavinnararnir verja steypið
heima móti uppflytarunum av Skála