mikudagur 28. juni 2000síða 8
‹ fyrra síða allar 13 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
15
tíðindablaðið sosialurin
Nr. 121 - 28. juni 2000
14
tíðindablaðið sosialurin
Nr. 121 - 28. juni 2000
JÁKUP MØRK
Tað gongur skjótt fram á við
at avgreiða EM-endaspælið.
Kanska ov skjótt vildi onkur
hildið. Tað kennist so stutt
síðani alt byrjaði, í hvussu
so er hjá teimum, sum við
spenningi høvdu sæð fram
til størstu europeisku fót-
bóltshendingina í ár.
Nakað annað er so, at hjá
teimum, sum ikki hava hug
at nýta vøkru summar-
kvøldini
framman
fyri
skíggjan, man tað helst
kennast sum ein lætti, nú tað
bert eru tríggir dystir eftir
at avgreiða.
Figo yvir øllum
Fyrsti dysturin leygardagin
stóð millum Portugal og
Turkaland. Frammanundan
var mett, at Turkaland helst
var veikasta liðið av teimum
átta, sum høvdu vunnið seg
úr bólkaspælinum, og tað
var í hvussu so er ein sann-
roynd, at Portugal var betra
liðið leygardagin.
Portugisar hava seinasta
tíggjuáraskeiðið havt fleiri
sera góðar ungdómsárgang-
ir, sum eisini hava vunnið
ymisk heiti fyri U-landslið,
men aloftast hevur hetta
ikki verið nóg mikið, tá tal-
an so gjørdist um kappingar
millum A-landslið.
Hetta er nú um at broy-
tast, og ikki minst er hetta
Barcelona leikaranum, Lo-
uis Figo at takka. Av fleiri
serfrøðingum verður hann
mettur sum besti leikari í
heiminum júst nú, og leyg-
ardagin var hann so í øllum
førum besti maður á vøll-
inum.
Einsamallur var hann tó
á ongan hátt, tí Portugal
hevur eisini fleiri aðrar leik-
arar, sum so sanniliga eisini
hava sínar dygdir, men ein-
gin teirra er í sama flokki
sum Barcelona leikarin.
Farvæl til Hagi
Sæð í bakspeglinum var tað
eingin ivi um, at Italia var
betra liðið, tá teir seinna-
partin leygardagin royndu
seg móti Rumenia.
Mál frá Totti og Inzaghi,
sum framhaldandi hava fult
álit frá Zoff, syrgdu fyri ital-
ska sigrinum, men tað, sum
ein beit mest merki í, var
syrgiliga farvælið hjá Hagi,
tá hann royndi at spæla
sjónleik fyri at ogna sær
brotsspark.
Dómurin fyri hetta var
gult kort, og tá Hagi fram-
manundan hevði ognað sær
eitt slíkt, var bert ein vegur,
út.
Sostatt varð talan um eitt
syndarlit farvæl til kanska
størsta rumenska leikaran í
søguni. Ikki tí, bulmikil er
hann ikki, men í sínum
skóm nr. 37 hava hansara
167 sentimetrar givið okk-
um øllum minniligar løtur
framman fyri skíggjan, og
ikki at gloyma, tá hann á
Svangaskarði var við at
tryggja rumenskan sigur á
okkara útvaldu.
Bert spell, at seinast al-
tjóða kapping hansara við
landsliðnum beyð upp á
fýra gul kort í teimum trim-
um dystunum, sum hann
fekk loyvi at vera við.
Italska liðið tykist nú vera
komið rættuliga fyri seg.
Enn hevur spælið ikki nátt
teimum stóru hæddunum,
men líkt er til, at teir hava
megnað at blandað saman
gomlu italsku verjudygdir-
nar við effektivum álops-
spæli, og so er spurning-
urin, hvussu langt hetta
røkkur.
Hollendingar ræðandi
Fyri at fara aftur til Italia,
so skulu teir so sanniliga
gera sítt ítarsta, um tað skal
eydnast teimum at steðga
hollendsku vertunum.
Her var einki roks av nøk-
rum slag, tá teir sunnudagin
royndu seg móti Jugoslavia.
Patrick Kluivert vísti brád-
liga, hví hann verður mettur
sum eitt gott boð til heitið
sum besti málskjúttin í EM,
tá hann átti seinasta orðið í
fýra teimum fyrstu hollend-
sku málunum.
Seinni
eydnaðist
tað
Overmars at ogna sær tvey
mál, áðrenn Savo Milosevic
at enda fekk pyntað nakað
um úrslitið fyri jugoslavar.
Alt eftir bókini
EM: Allir fýra favorittarnar vunnu í teimum fýra fjórðingsfinalunum,
sum vórðu leiktar um vikuskiftið
Hóast jugoslaviska málið
ikki fekk týdning fyri enda-
liga úrslitið, so forðaði hetta
í øllum førum fyri, at Jugo-
slavia setti met fyri enda-
spælinum.
Undan hesi kapping, vóru
teir nevnliga eitt av tveim-
um londum, sum høvu roynt
at tapt við fimm málum í
einum endaspæli (0-5 móti
Danmark í 1984), men enn
er ongantíð komið fyri, at
nakað lið hevur tapt við seks
málum í endaspælinum.
Hvussu leikur fer í hálv-
finaluni móti Italia, er sjálv-
andi ilt at gita um. Líkt er
tó til, at talan verður um ein
dyst millum vandamikla
hollendska álopsspælið og
trygga italska verjuspælið.
Raul gjørdist syndarin
Seinasta fjórðingsfinalan
var millum Spania og Frak-
land, og hyggjararnir, sum
høvdu sett seg til rættist
sunnukvøldið, mundu sita
trælabundnir allan dystin á
tamb.
Talan var um eina endur-
tøku av finaludystinum fyri
16 árum síðani, og eins og
ta feðrina, gjørdist talan um
ein franskan tvey mála sig-
ur.
Franski fótbóltskongurin,
Zidane, legði Frakland á
odda, tá hann sendi eitt frí-
spark upp um spanska ver-
jugarðin og niður nærmasta
málhorn, men tað gekk tó
ikki long tíð, fyrr enn Men-
dieta hevði javnað upp á
brotsspark.
Djorkaeff legði tó Frak-
land fram um aftur, og so
var at kalla liðugt við mál-
skjótingini.
Fronsku viðhaldsfólkini
fingu sær tó ein hvøkk, tá
italski dómarin móti end-
anum av dystinum bríkslaði
fyri enn einum brotssparki
til Spania.
Mendieta, sum jú hevði
skorað frá ellivu metrum
fyrr í dystinum, var tá út-
skiftur, so abyrgdin varð í-
staðin løgd á ungu herð-
arnar hjá spanska fótbólts-
prinsinum, Raul.
Ungi framherjin misnýtti
tó gylta møguleikan, og í-
staðin fyri longda leiktíð,
noyddust spaniólarnir so-
statt vónbrotnir av vøll-
inum.
Verður spennandi
Hálvfinalurnar standa so
fyri framman í kvøld og
hóskvøldið, men meðan tað
í fjórðingsfinalunum tóktist
lætt at gita um vinnaran,
tykjast hálvfinalurnar væl
javnari.
Flestu vilja helst vera við,
at Holland og Frakland er
dreymafinalan, men skal
hetta verða veruleiki, skulu
tey hvør í sínum lagi vinna
eina sera torføra hávlfinalu.
Portugal og Italia hava
bæði víst sera góðan fótbólt
undir endaspælinum, og tey
vilja helst gera tað, tey eru
ment, til at koma fram til
seinasta dystin.
Undir øllum umstøðum er
líkt til, at talan verður um
tveir sera spennandi dystir
tey bæði kvøldini.
Leika og lær
FSF hevur nú givið út bók, sum
verður nýtt í samband við fót-
bóltsskúlarnar, sum í hesum
døgum eru kring landið
Spanski fótbóltsprinsurin, Raul, gjørdist stóri syndarin,
tá hann brendi brotsspark móti Fraklandi
Portugisiskir áskoðarar fegnast um, at lið teirra nú er í
hálvfinaluni fyri fyrstu ferð síðani 1984
JÁKUP MØRK
Bóklingurin, sum eitur
leika og lær, er fyrst og
fremst ætlað fótbólts-
skúlunum, men harum-
framt er einki at ivast í,
at venjarar kring alt land-
ið kunnu fáa stóra gleði
av henni.
Skal vera spæl
Sum heitið á bókini sigur,
so verður við fótbólts-
skúlunum lagt upp til, at
børnini skulu læra, meðan
tey spæla. Tað vil siga, at
venjingin skal skipast
sum eitt spæl. Heilt í tráð
við grundsjónarmiðju-
num i fótbóltinum, sum
jú í botn og grund er eitt
spæl, hóast tað mangan
kanska verður tikið fyri
meira.
Í bókini verður greitt
frá teimum venjingum,
sum verða nýttar á skúla-
num. Frágreiðingarnar
eru stuttar, neyvar og lætt-
skiljandi, og harumframt
er til fleiri teirra teknaðar
myndir, soleiðis at tilfarið
er sera lætt atkomuligt.
Eisini hjá teimum, sum
ikki fáast so nógv við
ástøðiliga partin av venj-
ingini.
Uppbyggingin av til-
farinum er eisini sera ein-
føld, soleiðis at venjingar
innan ymsu fótbóltskyn-
strini verða bólkaðar fyri
seg. Hetta er eisini við-
virkandi til, at bæði leik-
arar og venjarar verða
meira tilvitaðir um, júst
hví ein ávís venjing verð-
ur framd, og hendan til-
vitanin átti eisini at bøtt
um úrtøkuna úr venjing-
ini.
Til øll
Sum nevnt, er bóklingur-
in eisini eitt frálíkt ar-
beiðsamboð hjá øllum
teimum, sum fáast við at
venja lið í yngru deildum.
Hóast lítil í vavi, kann
Leika og lær í mangum
førum nýtast sum hug-
skotsbanki, soleiðis at
venjarin altíð hevur onkr-
ar venjingar við hondini,
sum kunnu nýtast í eini
knappari vending.
Hetta er fyrstu ferð, at alt
tilfarið til fótbóltsskúlan
er samskipað á føroysk-
um, og eru tað teir báðir,
Jógvan Martin Olsen og
Mourits Foldbol, sum
hava lagt bóklingin til
rættis.
Tekningarnar
hevur
Regin Debess gjørt.
Patrick Kluivert ovurfegin eftir fyrsta málið móti
Jugoslavia
HEINI Í SKORINI
Fríggjadagin var fyrsti dyst-
ur í endaumfarinum í bestu
føroysku
kvinnudeildini
leiktur, og var hetta ein sera
týdningarmikil dystur. Tað
vóru risarnir í føroyskum
kvinnufótbólti, og føroysk-
um fótbólti sum heild, KÍ
og HB, sum brustu saman í
Klaksvík. Áðrenn dystin var
HB liðið sera skert, við tað
at fleiri av lyklaleikarunum
ikki vóru við, og tað stóð
so illa til, at tá dysturin í
Klaksvík var bríkslaður í
gongd, vóru HB kvinnurnar
bert 10 leikarar!
Hesum gjørdu KÍ kvinn-
urnar sær so avgjørt dælt av,
og tá liðini fóru til hálvleiks,
var støðan heili 4-0 til KÍ,
KÍ flúgvandi byrjan
upp á endaspælið
Í vikuskiftinum var sett hol á endaspælið í bestu føroysku kvinnudeildini. Í
bólki A komu HB, VB og Skála víðari úr innleiðandi umfarinum, meðan KÍ,
B36 og NSÍ komu víðari í bólki B. KÍ fekk eina flúgvandi byrjan uppá
endaspælið móti einum skerdum HB liði, meðan tað gekk sum vænta í hinum
báðum dystunum
og tá var alt í roynd og veru
avgjørt.
Seinni hálvleikur var eis-
ini eitt stórt álop á HB mál-
ið, og tá avtornaði í Klaks-
vík, var endaliga úrsliti 8-0
til KÍ.
Tann altíð vandamikla
Rannvá Andreasen skeyt
ikki minni enn fýra mál
fríggjadagin, og ein annar
stórur leikari í føroyskum
kvinnufótbólti, Malena Jo-
sephsen, skeyt tvey mál.
Síðani skeyt tann eitt sindur
meiri verjukendi tvíburði
Rannvu Andreassen, Ragna
Andreassen, eitt mál, með-
an Margit Joensen eisini
kom á máltalvuna við ein-
um máli.
Eitt sindur keðiligt fyri
dystin og spenningin at HB
kvinnurnar
av
góðum
grundum vóru so skerdar,
og vit kunnu uttan iva vænta
at síggja ein meiri spenn-
andi dyst, næstu ferð hesi
bæði liðini møtast. Men tað
er spurningurin, um hetta í
síðsta enda ikki kann gerast
ein sera kostnaðarmikil
dystur fyri HB, tí umframt
at hava mist trý stig, er hetta
sera ringt fyri teirra mál-
úrtøku, sum eisini kann
koma at vera avgerandi tá
avtornar.
Tryggur B36 sigur
Í Havn tók B36 leygardagin
ímóti Skála, sum tryggjaði
sær luttøku í endaspælinum
í síðsta innleiðandi leikum-
fari við einum sigri á AB.
Stríðið lá leingi ímillum
Skála og GÍ um triðja plássi
í bólki A, og nakað óvæntað
vóru tað skálakvinnurnar
sum drógu longra stráðið.
Skála var sum sagt í Havn
og vitjaði B36, og hesin
dysturin endaði ikki serliga
óvæntað við einum sigri til
B36. Dysturin endaði við
einum sannførandi 4-0 sigri
til havnarkvinnurnar, hóast
tær máttu leika uttan fleiri
av vanligu føstu leikarum
teirra.
Skála byrjaði væl, og
kláraði so nøkunlunda at
halda B36 kvinnunum, og
hálvleiksstøðan var 1-0 til
B36. Men í seinna hálvleiki
gekk betri í hond hjá B36,
og endaliga úrslitið gjørdist
sum sagt 4-0. Sólva Joensen
skeyt tvey av málunum hjá
B36, meðan Sólgerð Viderø
og Maria Vang báðar fingu
hvør sítt mál. So B36 fekk
endurreisn eftir at tær taptu
4-1 inni í Runavík seinasta
vunnin tapt
mál-
d
v - j - t
mál
mál munur
stig
1 HB
10 9 - 0 - 1
55
3
52
27
2 VB
10 9 - 0 - 1
58
7
51
27
3 Skála
10 5 - 0 - 5
17
46
-29
15
4 GÍ
10 4 - 1 - 5
26
29
-3
13
5 AB
10 1 - 2 - 7
13
52
-39
5
6 Sumba
10 0 - 1 - 9
4
36
-32
1
vunnin tapt
mál-
d
v - j - t
mál
mál munur
stig
1 KÍ
8
8 - 0 - 0
36
8
28
24
2 B36
8
5 - 0 - 3
37
17
20
15
3 NSÍ
8
4 - 1 - 3
21
25
-4
13
5 EB/Str.
8
1 - 1 - 6
4
29
-25
4
4 B71
8
1 - 0 - 7
11
30
-19
3
vunnin
tapt
mál-
dystir v
-
j
-
t
mál
mál munur
stig
1 KÍ
1
1
- 0
- 0
8
0
8
3
2 B36
1
1
- 0
- 0
4
0
4
3
3 VB
1
1
- 0
- 0
4
2
2
3
4 NSÍ
1
0
- 0
- 1
2
4
-2
0
5 Skála
1
0
- 0
- 1
0
4
-4
0
6 HB
1
0
- 0
- 1
0
8
-8
0
Støðan, 1. deild kvinnur
Bólkur B
Bólkur B
Endaliga støðan í bólkaspælinum
KÍ fekk eina dreymabyrjan, tá tær á heimavølli hølvaðu eitt skert HB lið igjøgnum
Mynd: JH
Bólkaspælið
Halltóra Joensen
VB
21
Annika Godtfred
HB
16
Eyðfríð Christiansen
HB
13
Rannvá Andreasen
KÍ
13
Rakul N. Joensen
B36
10
Malena Josephsen
KÍ
9
Guðrun í Lágabø
VB
9
Heidi Jacobsen
GÍ
8
Irdi Hansen
NSÍ
8
Laila Jespersen
VB
8
Maria Johnson
HB
7
Kristbjørg Isaksen
GÍ
6
Rannvá Augustinusen
VB
6
Elin Kathrina Haraldsen AB
5
Vivian Thorleifsson
HB
5
Maibritt Olsen
NSÍ
5
Máltindurin, 1. deild
Rannvá Andreasen
KÍ
4
Guðrun í Lágabø
VB
4
Sólvá Joensen
B36
2
Malena Josephsen
KÍ
2
Maria Vang
B36
1
Sólgerð Viderø
B36
1
Margit Joensen
KÍ
1
Ragna Andreasen
KÍ
1
Irdi Hansen
NSÍ
1
Lesið
-tað
loysir
seg
vikuskiftið, hóast tann dyst-
urin var týdningarleysur
fyri B36.
NSÍ kløkkaði VB
Í Vági tók eitt í løtuni væl-
leikandi VB lið ímóti ein-
um NSÍ liðið, sum eisini
sær út til at vera væl fyri.
VB endaði á øðrum plássi í
bólki A bert eitt mál aft-
anfyri HB, hóast tær fingu
trý stig móti HB uttan yvir-
høvur at spæla dystin, men
tær hava leikt væl í ár, og
vera uttan iva ringar at
syfta.
NSÍ er eisini komi væl
við seinastu dystirnir, og
tær vunnu sum sagt seinasta
vikuskiftið sera óvæntað 4-
1 á B36. Hóast hetta var VB
liðið ein ov stórur biti hjá
NSÍ, og dysturin endaði við
einum 4-2 sigri til VB,
hóast NSÍ var á odda 2-0.
Hálvleiksstøðan var 2-1
til NSÍ, men síðani gekk alt
galið hjá NSÍ í seinna hálv-
leiki, og VB vann sostatt 4-
2.
Tað var ein leikari í Vági
leygardagin, sum skaraði
framúr, og tað var Guðrun í
Lágabø. Leygardagin vísti
hon sín týdning fyri liðið
við at skjóta øll fýra málini
hjá VB. Irdi Hansen kom
eisini enn einaferð á mál-
talvuna við einum brots-
sparkið, meðan Maibritt Ol-
sen skeyt hitt málið hjá
NSÍ.
Sostatt hava KÍ, B36 og
VB lagt seg á odda við sig-
rum í fyrsta dysti í enda-
umfarinum, meðan HB,
Skála og NSÍ ikki fingu na-
kað stig hetta vikuskiftið,
men serliga HB kunnu vit
vænta meiri av seinni í ár
enn úrsliti í Klaksvík boðar
frá. Nú fer kvinnufótbólt-
urin í summarfríð, og
byrjað verður aftur at leika
30. juli. Tá vera dystirnir
eftir ætlan B36-VB, NSÍ-KÍ
og Skála-HB.
Dystirnir hetta vikuskiftið
vóru hesir:
KÍ-HB
8-0
KÍ: Rannvá Andreassen 4,
Malena Josephsen 2, Ragna
Andreassen
1,
Margit
Joensen 1.
B36-Skála
4-0
B36: Sólvá Joensen 2,
Maria Vang 1, Sólgerð
Viderø 1.
VB-NSÍ
4-2
VB: Guðrun í Lágabø 4.
NSÍ: Irdi Hansen 1, Maibritt
Olsen 1.