hósdagur 3. apríl 2014síða 34
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Sosialurin nr. 40 · 4. apríl 2014
2
VIKUSKIFTI
Miðlar
Eyðun Klakstein
eydun@sosialurin.fo
Talgilta tíðarrákið ger, at børn brúka
meira og meira tíð til elektroniskar
miðlar, og tað er vanliga góðtikið, at
soleiðis er tíðin. Skalt tú hava samband
við børn ella vekja teirra áhuga, skal tað
næstan gerast við og umvegis teldur,
teldlar og onnur elektronisk tól.
Í Danmark tekur miðlahúsið
Berlingske Media nú eitt óvanligt stig
– beint ímóti tíðarrákinum.
Mikudagin kunnugjørdi Berlingske,
at tey fara undir at geva eina nýggja
avís út. Eina avís, sum skal venda sær
til børn í aldrinum millum 6 og 12 ár.
Kids’ News kallast blaðið, sum skal
koma út eina ferð um vikuna.
Hjálpa børnum
Kids’ News skal geva donskum børnum
vinklar upp á søgur, sum eru frammi
í tíðini. Tey skulu frætta um Sýria og
Krim, men tey fáa eisini at vita, hvat
Justin Bieber hevur tikist við, og hvussu
tey kunnu seta hárið.
– Vit halda, at tað manglar ein avís
fyri børn. Børn verða bombarderað av
øllum hugsandi upplýsingum, men tað
manglar onkur at hjálpa børnunum
at navigera í miðlahavinum, og tað
skal nýggja avísin gera, sigur Lisbeth
Knudsen, sum er stjóri fyri Berlingske
Media.
Kids’ News kemur út fyrstu ferð
25 apríl og kemur frameftir út hvønn
fríggjadag. Blaðið verður 24 síður stórt.
– Vit hava kannað umstøðurnar sera
væl, og greiningin vísur, at bæði børn
og foreldur mangla nakað, tá ið tey ikki
eru online, sigur hon.
Ansið
væl eftir
gentunum!
Redaktørur: Eyðun Klakstein
Útgevari: Sosialurin, www.sosialurin.fo
Sniðgevi/umbróting: Pætur Eyðunsson Jensen, Sosialurin
Forsíðumynd: Teitur Hvidbro / Mynd: Ingi Sørensen
klumman
Berlingske Medie gongur ímóti tíðarrákinum
og ger nýggja prentaða avís til børn
Viðhvørt blívi eg so glað, at eg eigi synir.
Teir eru lítlir enn, men um ikki so nógv
ár fara genturnar í teirra flokki at byrja at
sminka seg, at tosa um slankikurar, at nýta
brósthaldara, hóast tað ikki nýtist fyrrenn
nógv ár seinni, og at fáa tað ringt við seg
sjálvar.
Tí soleiðis sær veruleikin út. Gentur
millum 8 og 11 ár eru glaðar og hava gott
sjálvsálit. Gentur úr 12 ár og uppeftir eru
oftani tunglyntar, hava ringt sjálvsálit, og
í summum førum byrja tær at skaða seg
sjálvar.
Kanningar, sum eru gjørdar um allan
vesturheimin, vísa hetta, og tað er dapurt fyri
okkara gentubørn.
Eg og familjan plaga at svimja hvønn
fríggjadag saman við nøkrum øðrum
familjum. Í brúsirúminum saman við øllum
mammunum og børnunum leggi eg oftani
til merkis, at smágentur hyggja uppá naknu
kropparnar. Onkuntíð koma onkrir fittir
spurningar um boppir og hár, men oftast
hyggja tær bara.
Og tað er so GOTT, at tær hyggja - at
tær síggja hvussu normalir, vælfungerandi
kvinnukroppar síggja út – við dellum,
appelsinhúð, hangiboppum og arrum.
Tí hvussu ofta síggja gentur normalar
kroppar, ið ikki eru viðgjørdir í Photoshop
ella øðrum forritum?
Ógvuliga sjálvdan er svarið tíanverri.
Tær verða gøddar við myndum av
anorektiskum modellum og háttum, sum
tær skulu gera fyri at síggja líka út sum
modellirnar. Tá tær síðani finna út av, at tað
er ógjørligt at náa (eftirsum modellirnar eru
viðgjørdar í Photoshop), gerast tær keddar og
kenna seg lítið verdar.
Eg veit, at hetta kjakið er elligamalt, men
tá ONKI broytist, og genturnar bara fáa tað
verri, so kann tað ikki sigast nóg ofta! Tit eru
fantastiskar, júst sum tit eru skaptar – tað,
tit síggja í bløðum, netinum og sjónvarpi, er
ikki veruleikin – hann finna tit í nærmasta
svimjihyli. Far bara og hygg!
So segði
hann...
Donsk børn
fáa nýggja avís
– Eg renni onkuntíð 130-140 kilometrar
um vikuna um veturin, men eitt sindur
styttri og skjótari teinar um summarið
Marnar Djurhuus, sum setti føroyskt met
í hálvum marathon farna vikuskiftið
Inna
Törnroos
Ein nýggj prentað avís fyri børn – tað ljóðar løgið, men er veruleiki í Danmark