hósdagur 3. apríl 2014síða 37
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Sosialurin nr. 40 · 4. apríl 2014
5
VIKUSKIFTI
Samrøða
Rannvá G. Fossaberg
rannva@sosialurin.fo
Tað eru tey fæstu 18 ára gomlu, sum
hava verið ígjøgnum eins nógv og
Teitur Hvidbro úr Havn. Í hálvttriðja
ár var hann álvarsama sjúkur av
blóðkrabba, eisini nevnt leukæmi, og
mátti alla hesa tíðina vera knýttur at
barnadeildini á Ríkissjúkrahúsinum í
Keypmannahavn, har hann fekk við
gerð.
Sjúkrahússong, tablettir, dropp,
fepur og pína var í næstan trý ár part
ur av gerandisdegnum hjá Teiti.
– Sjálvandi hevur tað verið ótrú
liga hart. Tað ringasta var at vera
burturi frá familju, vinfólkum og
annars øllum tí kenda í Føroyum í so
langa tíð, sigur Teitur, sum seinasta
summar fekk at vita, at nú var hann
frískur og kundi fara heim til Føroya
aftur.
– Tað eru nokk tey bestu boðini,
eg nakrantíð havi fingið, sigur Teitur
Hvidbro. Hann velir at fortelja sína
søgu, tí tað eru nógv fólk, sum ikki
vita, hvat tað vil siga at vera tann
áringur og blíva raktur av eini so
álvarsamari sjúku sum blóðkrabba.
Var illa fyri
Tað byrjaði alt fyrst í desember í 2010.
Allan jólamánaðin kendi Teitur, sum
tá var 15 ára gamal, seg ikki væl.
Hann bleiv við at vera sjúkur, hevði
fepur og spýði.
– Eg hugsði ikki, at tað var nakað
álvarsamt, men eg merkti bara,
hvussu illa fyri eg var. Og so helt eg
sjálvandi, at tað var løgið, at eg ikki
bleiv frískur aftur, soleiðis sum mann
vanliga verður, tá mann er sjúkur,
greiðir Teitur frá.
Beint eftir at jólini og nýggjárið
vóru farin aftur um bak, fór Teitur
til læknan, tí hann kendi ongan bata
yvirhøvur. Ymsar royndir blivu tiknar,
og so var ikki annað at gera enn bíða
eftir nærri boðum.
Longu nakrar tímar seinni ringdi
læknin heim til foreldrini hjá Teiti.
– Eg lá á sofuni og svav, tá mamma
kom inn í kamarið og segði við
meg »Teitur, nú er okkurt alvorliga
galið. Vit mugu beinanvegin fara á
barnadeildina á Landssjúkrahúsinum,
tí læknin skal fortelja okkum okkurt
um, at tú ert sjúkur«, fortelur Teitur,
sum minnist væl ta løtuna.
– Bæði mamma og babba grótu, og
rættiliga skjótt kom omma til okkara,
og hon græt eisini. Sjálvur sat eg bara
og visti ikki heilt, hvat eg skuldi halda
um støðuna, minnist Teitur.
Á barnadeildini fortaldi læknin,
at út frá blóðroyndunum, sum vóru
gjørdar, kundu tey við næstan fullari
vissu siga, at Teitur hevði blóðkrabba,
tí øll tølini bendu á tað.
– Eg hugsaði ikki ordiliga nakað,
beint tá hann fortaldi tað. Mamma og
babba grótu, men eg visti ikki heilt
sjálvur, hvussu eg skuldi reagera upp
á tey boðini. Ein sjúkrasystir bað meg
leggja meg á eina briks, og so fekk eg
okkurt dropp í hondina. Tá hugsaði
eg »Ná, nú byrjar hetta«, sigur Teitur,
sum ikki reiðiliga visti, hvat hann
hevði í væntu næstu tíðina.
– Eg havi ongantíð kent nakran,
sum hevur krabbamein, men hinvegin
hoyrir mann javnan um krabbamein,
og tí visti eg, at hetta var rættiliga
álvarsamt. Men akkurát hvat tað var,
sum eg skuldi ígjøgnum næstu tíð
ina, tað hevði eg ikki hóming av, sigur
Teitur.
Hann vísir á, at tað ikki var soleið
is, at hann beinanvegin fór at hugsa
um deyðin, tá hann fekk at vita, at
hann hevði krabbamein.
– Tá tú ert 15 ár, hugsar tú ikki um
deyðan, og tað gjørdi eg heldur ikki,
hóast eg fekk staðfest blóðkrabba.
Glað, skallut børn
Longu næsta dag fór Teitur til Dan
markar við fyrsta flogfarinum tann
dagin. Mamman var við honum, og
hon royndi at fyrireika sonin upp á
tað, hann kundi vænta at síggja á
deildini fyri krabbameinssjúk børn á
Ríkissjúkrahúsinum.
– Mamma fortaldi mær, at eg fór
at síggja ting, sum eg ikki hevði upp
livað fyrr. Skallut, hálvdeyð børn,
sum vóru øgiliga illa fyri. So tað var
eg fyrireikaður uppá, fortelur Teitur,
sum bleiv koyrdur við einum Falck-
bili beinleiðis úr flogfarinum og til
Ríkissjúkrahúsið.
– Eg haldi ikki, at eg kendi meg so
sjúkan júst tá. Eg havi eina mynd, har
eg júst eri komin inn í bilin at liggja,
har eg smílist og geri ein tummil upp
til myndatóli, sigur Teitur.
Teitur
vann á
– Tá tú ert 15 ár, hugsar tú ikki um deyðan. Tað gjørdi eg heldur ikki,
hóast eg fekk krabbamein. Men onkursvegna broytist alt, og einki er,
sum tað plagar, og tað setur nakrar tankar í gongd. Soleiðis sigur 18
ára gamli Teitur Hvidbro, sum í tvey og eitt hálvt ár var til viðgerðar
fyri blóðkrabba á Ríkissjúkrahúsinum. Í dag er hann frískur, hóast
hann dragist við onkur hjáárin av teimum mongu kemoviðgerðunum
blóðkrabbanum