hósdagur 3. apríl 2014síða 38
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Sosialurin nr. 40 · 4. apríl 2014
6
VIKUSKIFTI
mynd: ingi sørensen
Hann minnist væl ta løtuna, tá hann
kom inn á barnadeildina fyri krabba
meinsrakt børn.
– Øll vóru so blíð, minnist eg. Og so
sá eg nógv skallut, men glað børn. Tá eg
hugsi um tað nú, so var stemningurin
heilt okey, hóast har vóru børn og tann
áringar, sum øll vóru ógvuliga sjúk,
sigur Teitur.
Tað er serliga eitt av starvsfólkunum,
sum Teitur minnist væl.
– Longu fyrsta dagin heilsaði eg upp
á kokkin, sum arbeiddi har á deildini.
Hann var meira enn bara ein kokkur,
tí hann var nokkso nógv um okkum
ungu á deildini, skemtaði og prátaði
við okkum. Og so gjørdi hann eisini
ordiliga góðan mat, greiðir Teitur frá.
Teitur fekk einastovu á deildini, har
hann kom at liggja í 9 mánaðir. Hóast
hann lá einsamallur á stovuni, nýttist
honum ikki at keða seg, tí inni á stovuni
var sjónvarp, Nintendo, Playstation,
DVD og internet.
– Eg plagdi fast at hyggja eftir
Natholdet á TV2. Tað munnu vera fáir
partar av tí sendingini, sum eg ikki havi
sæð, heldur Teitur skemtiliga fyri.
Misti alla orku
Ein stórur partur av tíðini, Teitur var
innlagdur, fór við at hyggja í sjónvarp.
Einfalda orsøkin var, at hann hevði ikki
orku til nógv annað serliga teir fyrstu
mánaðirnar.
Tá hann hevði verið á deildini í 28
dagar, bleiv ein roynd tikin úr mønuni.
Út frá tí royndini kundu læknarnir
staðfesta, júst hvussu hart raktur Teitur
var av blóðkrabba. Vanliga verða fólk
við krabbameini flokkað í tríggjar
bólkar, sum vísa, í hvørjum vandabólki
sjúklingurin er í – høj risiko, medium
risiko og lav risiko.
– Út frá royndini, sum var tikin úr
mønuni, kundu læknarnir staðfesta, at
eg hoyrdi til høj risiko-bólkin. Eg var jú
eisini rættiliga illa fyri um tað mund
ið, fortelur Teitur, sum fekk intensiva
kemoviðgerð og tablettir í umleið
níggju mánaðir.
– Kroppurin bleiv totalt knústur
av kemoviðgerðunum, og eg skifti
millum at taka kemo og vera sjúkur.
Soleiðis vóru dagarnir. Tíbetur er tað
bara kroppurin, sum verður ávirkaður
av hørðu viðgerðunum, tí sálarliga var
eg soleiðis, sum eg altíð havi verið. Ikki
tí, sjálvandi var alt hetta traumatiser
andi fyri meg, men eg broytti ikki per
sónligheit ella nakað tílíkt, sigur Teitur.
Viðgerðirnar gingu soleiðis fyri seg,
at Teitur hevði eitt CVK, sum er eitt
bleytt plastikkrør, í bringuni, og so hekk
ein posi við reyðari, gulari ella bláari
vætu á einum stativi við síðuna av hon
um, sum fór inn í ærðarnar og skuldi
gera hann frískan.
– Tað var ógvuliga strævið, og eg
merkti væl, at eg als onga orku hevði
í kroppinum. Ofta kundi eg liggja í
songini í upp til 24 tímar, men tá royndi
mamma at fáa meg at ganga eitt sindur
á gongini, sigur Teitur.
Hóast hann var liðugur við intensivu
viðgerðirnar, tá níggju mánaðir vóru
lidnir, var tíðin aftaná nógv merkt av
álvarsomum hjáárinum orsakað av
kemoviðgerðunum. Eitt nú fekk Teitur
herindi av epilepsi.
– Eg fekk nógv ymisk hjáárin. Eitt
nú fekk eg epileptiskt annfall, so tað
mátti eg eisini fáa heilivág fyri. Eg taki
framvegis tablettir fyri epilepsi, men
vónandi sleppi eg av við tær um ikki
so leingi, sigur Teitur, sum eisini mátti
dragast við ymsar aðrar fylgisjúkur
aftan á kemoviðgerðirnar.
Tá níggju mánaðir vóru farnir,
kundi Teitur vera í eini íbúð tætt við
sjúkrahúsið, men hann var framvegis
knýttur at Ríkissjúkrahúsinum og var
har hvønn dag til viðgerð.
Hugsaði nógv
Tá tú sum Teitur liggur í sjúkrasong, og
Ríkissjúkrahúsið einamest er títt heim,
eru stundir til at gera sær tankar um alt
tað, sum fer fram. Og tað gjørdi Teitur
eisini.
– Í roynd og veru var eg ongantíð
ordiliga bangin og helt, at eg fór at
doyggja, men eg visti væl, at hetta var
álvarsamt. Eg kendi meg tryggan har
á barnadeildini á Ríkissjúkrahúsinum,
sigur Teitur, sum brúkti nógva tíð á
Facebook og Skype, ímeðan hann var
í Danmark.
– Tá eg las á Facebook, sá eg ofta, at
øll grenjaðu um veðrið. Og tá hugsaði
eg »Á, come on, hatta er einki at grenja
um«, fortelur Teitur og heldur fram:
– Eg fekk nógvar heilsanir á Face
book, har fólk ynsktu mær góðan bata.
Serliga í byrjanini skrivaðu nógv til
mín, og eg bleiv ordiliga glaður fyri
øll góðynskini, men tað vóru eisini
tey, sum eg ikki kendi serliga væl, sum
skrivaðu langar stílar til mín ella eisini
ætlaðu at koma at vitja meg, og tað helt
eg vera eitt sindur løgið og ikki akkurát
tað, eg hevði hug til, fortelur Teitur.
Fýra ferðir, meðan hann var á Ríkis
sjúkrahúsinum, slapp Teitur til Føroya
at vitja í nakrar dagar, og tað dámdi
honum væl. Men hann merkti eisini, at
fólk vóru áhugað í honum og hansara
sjúku.
– Millum vinfólkini var eg tann
sami, og spurdu tey um sjúkuna, ja so
prátaðu vit eina løtu um tað. Tað var
fínt. Men so vóru tað onkur vaksin, sum
spurdu meg um alt millum himmal og
jørð í sambandi við sjúkuna, og tað var
av berum forvitni, og ikki tí tey veru
liga vóru áhugað í, hvussu eg hevði tað.
Eg haldi ikki enn tann dag í dag, at tað
er serliga behagiligt, tá fólk, sum eg ikki
kenni væl, koma yvir til mín og spyrja
um alt møguligt. Vil eg tosa um mína
sjúku, skal eg nokk vísa teimum tað,
sigur Teitur.
Upplivdi gott samanhald
Tá Teitur gjørdist sjúkur, gekk hann í
9. flokki, og hóast hann var álvarsliga
sjúkur og mátti til Danmarkar, slepti
hann ikki skúlanum heilt.
– Allar bøkurnar komu við til Dan
markar, og eg las nógv og gjørdi eisini
onkrar rokniuppgávur, men sjálvandi
orkan var ikki til tað heilt nógva, sigur
Teitur, sum eisini fór til próvtøkur í
fleiri umførum, meðan hann var inn
lagdur.
– Eg minnist, at onkrar skrivligar
próvtøkuuppgávur gjørdi eg í einum
høli á Norðuratlantsbryggjuni. Tær
munnligu próvtøkurnar fóru fram
umvegis Skype. Tað var øðrvísi og eitt
sindur løgið, sigur Teitur.
Tá øll vinfólkini heima í Føroyum
byrjaðu á miðnámsskúla, gjørdi Teitur
tað eisini. Hann fór bara á ein mið
námsskúla í Danmark.
– Fyrsta árið á studentaskúlanum
gekk eg á Frederiksberg Gymnasium.
Eg treivst væl, tey vóru øll fitt og skiltu
mína søga. Eg minnist væl, hvussu
deiligt tað var at blíva behandlaður
bara sum ein vanligur flokksfelagi, tí
tey hevði eg ikki upplivað í meir enn
eitt ár, greiðir Teitur frá.
Hóast hann alla tíðina hevði sam
band við vinfólkini í Føroyum, so
broyttist vinarbondini.
– Eg tosaði við fleiri teirra á Skype,
men tú ert hóast alt burturi frá teirra
gerandisdegi, og tá er ikki altíð so lætt
at fylgja við. Og so als ikki tá talan er
um hálvttriðja ár, sigur Teitur.
Hann fekk tó eisini nýggjar vinmenn
á barnadeildini á Ríkissjúkrahúsinum.
– Vit vóru eini fimm dreingir í aldr
inum 14 til 17 ár, sum allir vóru sjúkir av
krabbamein, og vit royndu sum frægast
at hugna okkum saman. Men eg minn
ist væl, tá tann eini brádliga doyði. Eg
kendi hann ikki eins væl, og eg kendi
onkran annan av dreingjunum, men
tað var ógvuliga løgið, tí eg hevði jú
sæð hann dagin fyri, og nú var hann
brádliga burtur. Tá byrjaði eg av álvara
aftur at hugsa um, hvussu álvarsamt
krabbamein er, sigur Teitur og leggur
afturat, at tað rakti onkran av dreingj
unum ógvuliga meint, og onkur teirra
gekk til sálarfrøðing leingi aftaná.
Aftur til vanliga lívið
Longu í januar mánaði í fjør kundu
læknarnir fortelja Teiti og foreldrunum,
at nú gekk rætta vegin, og hann kundi
fara heim til Føroya um ikki so langa
tíð.
– Faktisk var allur krabbin burtur,
longu tá seks vikur vóru lidnar, men
mann skal altíð vera longri í viðgerð.
Í juni í fjør kundu læknarnir á Ríkis
sjúkrahúsinum endiliga siga við meg, at
nú hevði eg tað so mikið gott, at eg var
ordiliga frískur og kundi sleppa heim.
Tað var so fantastiskt at hoyra, tí nú
hevði eg verið ígjøgnum eitt satt helviti,
sigur Teitur, sum tó mátti til eina próv
tøku, áðrenn hann slapp heim.
– Tann 21. juni fór eg til munnliga
roynd í donskum, fekk eitt fýra tal,
var líkaglaður um tað, tí nú skuldi eg
bara pakka kuffertið og so beint heim
til Føroya. Tann kenslan var heilt óbe
skrivilig, sigur Teitur.
Nú hevur hann búð í Føroyum í skjótt
eitt ár og gongur á Studentaskúlanum
á øðrum ári.
– Tað er fantastiskt. Flokkurin er
genialur, og tey eru sera góð við meg.
Tað var líka tann fyrsta tíðin, eftir at eg
var komin heim, at eg skuldi finna meg
til rættis, tí eg kendi meg eitt sindur
lost. Bæði eg og eisini vinfólkini vóru
nógv broytt ta tíðina, eg hevði verið
niðri í Danmark. Men nú er alt super,
sigur Teitur, sum - hóast hann er frískur
av blóðkrabba - framvegis tekur onkran
heilivág, og blóðroyndir verða gjørdar
javnan.
– Heilivágurin ger meg rættiliga
troyttan, men annars kenni eg meg
væl, og eg haldi, at eg havi tað sum
heild gott. Onkur sigur, at tað er ikki
fyrr enn eitt sindur aftaná, at mann fer
at hugsa um alt, mann hevur upplivað
í sambandi við krabbamein, men tað
havi eg ikki ordiliga enn. Kanska tað
kemur, fortelur Teitur.
Hann heldur, at tíðarskeiðið, har
hann var álvarsama sjúkur, hevur
onkursvegna broytt hansara tanka
gongd.
– Eg royni at finna tað positiva í
øllum og njóti hvørja løtu. Haldi heldur
ikki, at eg grenji um tey tingini, sum eg
kanska gjørdi, áðrenn eg bleiv sjúkur.
Og tá fólk grenja um veðrið, so flenni
eg bara eftir teimum. Tað eru aðrir
og størri trupulleikar til enn akkurát
veðrið, sigur Teitur.
Ein mynd frá tíðini tá Teitur var innlagdur á Ríkissjúkrahúsinum. Eitt skifti misti hann
eisini alt hárið, men tað kom aftur, tá kemoviðgerðirnar vóru lidnar