hósdagur 3. apríl 2014síða 39
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Sosialurin nr. 40 · 4. apríl 2014
7
VIKUSKIFTI
Hvat er starv títt?
– Miðlaráðgevi hjá Tórshavnar kommunu.
Hvørja uppliving
í starvinum minnist
tú best og hví?
– Tá tað bleiv fast
starv og tí tað
bleiv fast starv.
Hvat er gott við starvinum?
– Tað er gjøgnumgangandi eitt gott
arbeiðspláss við kvalifiseraðari leiðslu.
Kunnu dagarnir gerast langir?
– Tað kemur fyri.
Hvønn tónleik
dámar tær best?
– Rock & Country
og øvugt.
Nær ert tú í góðum lag?
– Tá heilsan er góð.
Hvat ger tú í frítíðini?
– Lesi, skrivi & ferðist og gløði í kassan,
meðan eg droymi um at fiska.
Ferðast tú í egnum landi?
– Ja.
Hevur tú húsdjór?
– Nei. Kundi tó
hugsað mær ein
geldan fress, tá tað
fer at liggja fyri.
Er tú til aktiva feriu ella vil tú
sleikja sól á strondini?
– Orki ikki fyri sandi. Elski upplivingarferðir.
Hvørjum hyggur tú eftir í sjónvarpinum?
– Nógvum á National Geographic og Discovery,
Top Gear, søgu, húsasmíð- og innrætting
og onkrun góðum krimi inn ímillum.
Hvønn ítrótt dámar tær best?
– Skal eg endiliga velja, so má tað verða fótbóltur.
Hvat er tín
lívrættur?
– Onki slær jóla
dunnuna. Men
annars føroyskan
mat, serliga
fiskamat.
Hvør bók liggur á náttborðinum?
– »Dokker kan flire: elendighet i utval«, eftir norska
rithøvundan Arthur Arntzen. Allar hansara bøkur
snúgva seg um norðlendingar, men eru sum eina
standandi parodiir uppá heimføðisligar føroyingar.
Mær dámar lýsingar. Eg elski
lýsingar. Lýsingar um alt, um
vánaligar og dýrar filmar úr
Hollywood, um hársápu, sjón
varpslýsingar um sjónvarp,
lýsingar um bilar, ikki minst, nú
eg ongan eigi og onga ætlan havi
um at keypa ein.
Tí ávírka reklamur um koyri
gleði hjá bilum meg ikki. Og tí
elski eg reklamur.
So hugaligt at fara á heima
síður, sum kalla seg tíðindasíður,
síggja ein yvirskrift, sum dregur,
og so lika noyðast at síggja eina
reklamu fyrst, áðrenn tíðindini
koma.
Leitar tú eftir onkrum, sum
vert er at síggja í sjónvarpinum,
eru altíð lýsingar á hvørjari rás,
fjarstýrarin beinir teg á. Fjar
stýrarin stýrir ikki uttan um
reklamurnar, tíbetur.
Hugaligt at fáa alla hesa hentu
brúkaraupplýsingina fyri púra
einki. At blíva klókari ókeypis.
Hóast tey siga, at alt skal
ganga so skjótt í tíðinda
flutninginum, evstamark,
deadline hvørt sekund, so hava
vit sjálvandi bæði tol og stundir
at bíða 20 sekund, meðan
reklaman er. Ella tíggju minuttir í
sjónvarpinum.
Spell bara, at tær eru so
stuttar, reklamurnar á netinum.
Nú eru bara 15 sekund eftir til
tað kemur, sum tú bað um, og so
telur niður, skjótt niður. Lívið er
ov langt til stuttar reklamur.
Tey duga eisini so væl at
ansa eftir, at lýsingarnar eru ikki
óhóskandi saman við teimum
tíðindum, sum koma í reyvina á
teimum.
Flogfeløg lýsa til dømis ikki
undan næsta parti av framhalds
søguni um horvna flogfarið úr
Maleisia.
Pappírsbløðini, tey eru av
oldað. Har eru tíðindi fyri seg,
tey tíðindi, sum ikki eisini eru
reklamur, og lýsingar fyri seg.
Tú noyðist at blaða aftur í
blaðið fyri at finna heilu síðurnar
við lýsingum.
Eg blaði tí altíð aftanífrá, blaði
til høgru.
Tað hevur altíð verið ein
lønandi vinna at gera og selja
lýsingar.
Eirikur Reyði var fyrsti lýs
ingamaðurin á okkara leiðum.
Hann kallaði landið Grønland,
sum hann fann vestan fyri Ísland.
Honum dámdi litir, Eiriki Reyða.
Grønland fyri at lokka onnur
hagar. Sjálvandi átti Grønland at
itið Ísland, men tað navnið var
longu tikið og skrásett at hava
einkarrætt og upphavsrætt uttan
innlit.
Eitt grønt, gróðrarmikið land.
Var tað ikki nakað? spurdi Eirikur
Reyði á kálvsskinninum, sum
hann lýsti á, tá hann kom aftur úr
Grønlandi.
Leivur Lukkuligi, Happy Leif,
kallaði Amerika Vínland. Teir
drukku illa tá í tíðini.
Móses dugdi eisini. Men
hansara tíggju boð vóru meira
harraboð, boð frá Harranum, enn
tølandi lýsingar.
Og tó, og tó, heldur tú øll boð
ini, neyvan nakar hevur gjørt tað,
heldur ikki Móses sjálvur, men
heldur tú øll hesi boðini, sleppur
tú til Himmals, All Inclusive.
Nú eru onnur boð enn tey
tíggju, sum stóðu á grótfløguni.
Ikki eta tað, sum smakar væl,
ikki røra seg ov lítið, ikki drekka
brennivín, ikki roykja, ikki banna,
ikki hetta, heldur ikki hatta, so
livir tú í allar ævir. Og tað er
næstan tað sama sum at fara til
ríkisfelagsskapin har uppi.
Ein lýsing er eitt lyfti. Eitt
lyfti um eydnu og lukku og
framburð, nakað sum eitt vallyfti.
Eitt vallyfti er eisini ein reklama,
men har ber ikki til at klaga til
Brúkaraumboðið um skaðiliga
marknaðarføring.
Eitt blað hevði fyri árum
síðani eina góða lýsing fyri at fáa
lýsarar. Hon var stutt og greið og
ikki villleiðandi: »Lýsingar eru
eisini tíðindi.«
Nakrir miðlar eru so farnir
alla leiðina og hava lýsingar og
tíðindi saman í senn og senda
ikki rokning fyri reklamuna.
Tað er ein ivasom tænasta.
Hví gjalda fyri reklamu, tá til ber
at fáa hana ókeypis?
Og ungdóminum býður
endiliga bøtur. Hann skoytir ikki
um demokrati. Bara fimti hvør
atkvøddi á ungdómsvalinum í
Tórshavnar kommunu.
Umafturafturum
høgni djurhuus
Móðurmálsviðursløn 2012
Óla Jákup Rólantsson
lagt til rættis: Leo Poulsen
Kundi hugsað mær
ein geldan fress
Tað sigur Óla Jákup Rólantsson, miðlaráðgevi
hjá Tórshavnar kommunu. Hann lesir, skrivar
og ferðast í frítíðini, men droymir um at
fiska – og so elskar hann jóladunnuna
Hent upplýsing