Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-04-03, síða 40
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 3. apríl 2014síða 40

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Sosialurin nr. 40 · 4. apríl 2014 8 VIKUSKIFTI LURTA LES & UPPLIV lagt til rættis: Eyðun Klakstein Sendingarnar úr Uruguay, sum byrja eftir páskir verða tær mest fjarskotnu hjá Rás2 nakrantíð Á ferð í Uruguay 10. partur Rás2 hevur sent sendingar og innsløg úr Bermuda, Ísrael, Spania, Italia, Póllandi, London og norðurlendsku grannalondunum. Rás2 hevur mangan verið á ferð. Eyðun Klakstein hevur saman við Barbaru Holm og Rannvá Gaard Fossáberg sent úr bæði Barcelona, Milano, London, Keypmannahavn og Reykjavík. Sjálvur hevur undir­ritaði sent frá Fjørukrónni á Hafnar­fjørðinum, av Seyðisfirði, og ein hevur eisini gjørt sendingar og innsløg úr Reykjavík, London, Billund, Póllandi, og ikki minst 14 sendingar úr Ísrael. Hilmar Jan Hansen hevur sagt frá dysti í Eysturríki. Tróndur Arge hevur gjørt innsløg frá olympisku summar­ leikunum í London í 2012, og ítróttarmanningin hevur sent frá oyggjaleikum á bæði Álandi, á Isle of Wight, og á Bermuda. Undirritaði gjørdi eisini eina reportasju um Champions League finaluna í Rom í 2009 millum Barcelona og Manchester United. Tær mest fjarskotnu sendingarnar hjá Rás2 nakrantíð verða kortini sendingarnar, sum fara at verða fríggjadagar klokkan 14.10, sum verða við prátum og inn­ sløgum, sum eru tikin upp »on location« í Uruguay. Tann fyrsta sendingin úr Uruguay á Rás2 kemur á skránna eftir páskir. Entusiastur gjørdi tað møguligt Ferðafrásagnirnar, sum hava verið í Vikuskiftisblaðnum hjá Sosialinum, og radiosendingarnar, sum verða at hoyra á Rás2 eftir páskir eru veruleiki, takkað verið einum entusiasti, sum brennur fyri, at føroyingar kunnu læra og frætta um annað, enn »mainstream« – ferðamálini, sum nærum øll sikta eftir. Entusiasturin er Ivan Eginsson Eysturland, føroyskur borgari, og borgari í Klaksvík, sum eisini hevur eitt stórt hjartað fyri einum øðrum lítlum landi í heiminum, nevn­liga Uruguay. Satt at siga fór undir­ritaði avstað við fordómum um eitt kanska grátt, trist land, sum bara hevði sína fantastisku fótbóltssøgu at vísa fram. Men, sum dagarnir gingu gjørdist ein berg­tikin av hesum sjáldsama, sympatiska og lítla landinum, sum ger ein góðan figur millum sínar stóru grannar. Ikki bara í fótbólti, men eisini innan aðrar tættir. Eivør og Ginman eru boðsend til festival í Odense Fimm ár eftir at hann doyði, koma nýggir sangir við Michael Jackson út Hemingway greiðir frá tíðini, tá ið hann sum ungur rithøvundur skrivaði á kaffistovum í París og hitti spennandi fólk Tað eru pengar í tónleiki – eisini um talan er um gamlar sangir hjá deyðum sangarum. Fyri fimm árum síðani doyði poppkongurin Michael Jackson, beint sum hann ætlaði sær at gera comeback við konsertrøðini This Is It. Konsertirnar komu síðani út sum fløga og filmur og bygdu á venjingarnar til konsertirnar. Og síðani eru fleiri útgávur komnar við tilfari hjá Michael Jackson, Í 2010 var tað Michael við gomlum sangum, sum áður vóru útgivnir. Síðani The Immortal World Tour, og í mai mánaði kemur Xscape. Á nýggju útgávuni eru átta sangir, sum ikki áður eru givnir út. Tónleikatíðarritið Rolling Stone skrivar, at ljóðið fer verða nú­tímans, hóast innspælingarnar upp­runaliga hava fleiri ár á baki. Ein av sangunum á útgávuni er Xscape, og 13. mai ber til at ogna sær hana. í 1920’unum var Ernest Hemingway ein ungur og ókendur rithøvundi, sum royndi at fáa gerandisdagin at bera til í París, samstundis sum hann skrivaði. Bókini A Moveable Feast greiðir Hemingway frá lívinum í livandi París í 20’unum. Um at fáa pengarnar at røkka, um ikki altíð at eiga nóg mikið til mat, um at hitta spennandi fólk, um kaffistovur og um lívið. Endurminningarnar hjá Hemingway eru tiknar úr ymiskum handritum og notum og vóru savnaðar til eina lítla, fitta bók, sum er frálíkur lesnaður. Bókin varð útgivin nøkur ár, eftir at Hemingway varð deyður, men fekk sera góða móttøku. Teksturin er í eyðkendum stíli hjá Hemingway, og hansara gløggu eygleiðingar og hugleiðingar eru gevandi at lesa. Tú fært eitt innlit í tíðina og umstøðurnar, hann livdi í, og tú sleppur eisini at hitta fólk sum James Joyce, Scott Fitzgerald, Ezra Pound, Gertrude Stein og onnur í hansara endurminningum. Hetta eru notur og sketjur um eina næstan hundrað ár gamla tíð, sum tú kanst njóta í fríløtunum frá interneti, netflixi og facebooki. Blús-, fólka- og jassfestivalurin í Odense Jam Days kunnger, at Ginman/Eivør After Dark er millum nøvnini á skránni í ár. Útgávan hjá Ginman/Eivør After Dark er ávegis. Hon varð innspæld í Studio Bloch í fjør. At døma eftir frá­líku konsertini Eivør & Ginman After Dark í Mentanarhúsinum í Fugla­firði, so verður her talan um eina sera spennandi útgávu, og ikki minst um eina sera spenn­ andi framførslu á Jam Days. Jam Days er ein rættiliga nýggjur festivalur í Odense, men hevur røtur í trimum eldri festival­um. Í 2012 fóru Odense Inter­nationale Bluesdage, Odense Folk Festival og og Odense Sommer Jazz í eitt sam­starva at savna hesar tríggjar tónleika­ greinar undir somu viftu. Festivalurin verður hildin í 7 dagar um mánaðarskiftið juni/juli. spælt verður innandura á spæli­støðum og uttandura á pallum. Bæði donsk og út­ lendsk nøvn spæla. Ginman/Eivør spæla leygar­ kvøldið 28. juli á Amfiscenen. Niels Uni Dam LES! Nýtt frá Michael Jackson Lívið í París Eivør og Ginman á danskan festival Mest fjarskotnu sendingarnar nakrantíð