Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-04-03, síða 41
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 3. apríl 2014síða 41

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Sosialurin nr. 40 · 4. apríl 2014 9 VIKUSKIFTI Sjeynda X Factor kappingin í Dan­mark er júst liðug. Vinnari av kapp­ingini gjørdist bólkurin Athony Jasmin, har Jasmin er hálv­føroyska Jasmin Dahl. Møguliga verða tey seinastu vinnararnir av X Factor kapp­ ing­ini í Danmark. Aftur hesaferð hevur kapping­- in drigið sera nógv hyggjarar, og umleið hálvonnur millión fólk hava hugt eftir live- kappingunum. Í finaluni hugdu eitt skifti tvær milliónir fólk. Spurningurin er tó, um Danmarks Radio ætlar sær undir enn eina kapping. Hesaferð vóru teir tríggir upp­runaligu dómararnir viðaftur í kapp­ingini, og tí kann tað enda við, at DR nú setir punktum fyri kapp­ingina, har góðskan á kapp­ingini í øllum førum ikki er blivin betur við árunum. – Nú eftirmeta vit kappingina, og vit hava ikki tikið nakra endaliga avgerð um framtíðina hjá X Factor, sigur Rasmus Ladefoged, sum er undirhaldsleiðari í DR, við Politiken. Atfinningar hava støðugt verið ímóti X Factor kappingini, sum ikki verður hildin at hava nóg høgt støði, men spurningurin er, um DR torir at sløkkja fyri einari av mest sæddu sjónvarpssendingini í Danmark nakrantíð. DR umhugsar X Factor Føroyska Jasmin verður kanska seinasti vinnarin var donsku X Factor kappingini Vit hava hugt inn á Netflix og funnið nakrar stak góðar filmar til ymiskar løtur í lívinum. Tá tú vil gloyma alt rundan um teg … Argo 2013 Spennandi og eitt sindur stuttligur um fangarnar á amerikansku sendi­stovuni í Teheran í 1979. Taken 2008 Írin Liam Neeson veit, hvat hann ger. Her er tað dóttur hansara, ið verður tikin til fanga, og hann roynir av øllum alvi at finna hana og fáa hana leysa Tá tú er í romantiska lagnum … When Harry Met Sally 1989 Klassikari við Billy Crystal og Meg Ryan, ið eru vinirnir sum at enda blíva forelskað. Lost in translation 2003 Sjónleikarin Billy Murray hittir nýgiftu Scarlett Johanson á Park Hyatt í Tokyo. Tvey einsamøll menniskju sum leingjast. Tá tú vil gerast bangin … The Shining 1980 Jack Nicholson er høvundin, ið tekur famijuna við sær at ansa einum gomlum húsum. Har byrja løgin ting at henda. Ein klassikari. The Silence of the Lambs 1991 Fyrsti og besti filmurin um kannibalin Hannibal Lecter. Jodie Foster og Anthony Hopkins eru fantastisk sum CIA-agentur og kannibalur. Tá øll familjan vil hyggja … Kung Fu Panda 2008 Sjarmerandi og vælgjørdur filmur um pandabjørnina, ið roynur at finna seg sjálva og berjast móti einum kavaleopardi. Charlie and the Chocolate Factory 2005 WIlly Wonka bjóðar fimm børnum inn á sítt løgna sjokulátavirki. Har hitta tey smáfólkini Ompa- loompi og nógv annað stuttligt. Tá tú vil flenna … 2 days in Paris 2007 Hesin filmurin snýr seg um, tá ið franskt og amerikanskt hittast. Delpy tekur franska sjeikin við til amerikansku familjuna, og restina kunnu tit so gita. The Trip 2010 Stuttligur og undirhaldandi filmur um Steve og Rob, sum skulu gera ummæli av stjørnumatstovum í norðari parti av Onglandi. Inna Törnroos Filmsheimasíðurnar eru fullar av góðum filmum. Men hvussu skal man velja og hví? Sendingar um ymiskt Sendingarnar á Rás2 úr Uruguay verða um ymisk evni. Í sending­ unum verður tosað við ymiskar uruguay-búgvar, sum duga at greiða frá á enskum um Uruguay. Føroya-vinurin, Joaquin Memoli Suarez, sum tosar ræðið enskt fer at greiða frá um Montevideo, og mong ymisk onnur ferðamál kring Uruguay. Pápi Joaquin, Alejandro fer at greiða frá um tjóðarrættin í Uruguay, Asado, og kønir ferða­leiðarar á tí fremsta víngarðinum í Uruguay, Bodega Bouza fara eisini hegnisliga at greiða frá um vínframleiðsluna hjá Bodega Bouza. Eisini verður greitt frá um tað serliga myrku tannat-drúvuna, sum er so væl umtókt í Uruguay. Givið er eisini, at Ivan Eginsson Eysturland fer at greiða frá á føroyskum um nógv ymisk viðurskifti í Uruguay, ikki minst eisini søguna hjá landinum. Fót­bólt­urin fer sjálvandi at fylla nakrar sendingar, og tá verða tað menn frá felagsskapinum »Fanaticos Uruguay«, sum fara at greiða frá. Ivan Eginsson Eystur­ land kemur sjálvandi eisini at greiða frá fótbóltinum í Uruguay, og teimum ótrúligu avrikunum hjá Uruguay í altjóða fótbólti. Uruguayanskur tónleikur Í sendingunum verður góður uruguayanskur tónleikur at hoyra. Ivan Eginsson Eysturland hevur hjálpt okkum at velja góðan og hóskandi tónleik til sendingarnar. Týdningarmikið er, at tónleikurin, sum er í sendingini stuðlar upp­ undir frásagnirnar úr Uruguay. Fyrsta sendingin verður á skránni fríggjadagin – flaggdagin – 25. apríl, sum er vanligur sendidagur á Rás2. Ætlanin er, at hvør sending skal verða umleið 40 minuttir til longdar, pluss/minus nakrar fáar minuttir. Sendingarnar verða fríggjadagar klokkan 14.10, og verða endursendar leygar­ dagar klokkan 14, beint aftaná endur­sendingina av fótbólts­ panel­inum á Rás2. Sunnudagar leggja vit sendingarnar út á in.fo. Viva Uruguay! Heri Simonsen Bestu filmarnir – til røttu løturnar Argo Lost in translation Silence of the Lambs 2 days in Paris Charlie