Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-04-03, síða 42
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 3. apríl 2014síða 42

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Sosialurin nr. 40 · 4. apríl 2014 10 VIKUSKIFTI lagt til rættis: Eyðun Klakstein Tá hotellið er Á ferðini at uppliva heimin leita vit inn á gistingar­hús, men stundum kunnu gistingar­ hús verða ferðamál í sær sjálvum. Her eru nøkur av heimsins mest sermerktu hotellum V8 Stuttgart Á V8 gistingarhúsinum í Stuttgart ber til at sova í bilinum. V8 er ein dreymur fyri tey, ið hava áhuga fyri bilum, og rúmini eru gjørd við ymiskum bilum ella mekaniskum tema. Tú sleppur undan oljulukti og kanst sova tryg á baksetrinum – og forsetrinum. Conrad Maldvies Rangali Island Resort Maldivirnar 5 stjørnaða gistingarhúsið á Maldivunum gevur tær ein heilt serstaka uppliving. Einar 30 metrar undir havflatuni er matstovu við bláum havi omanfyri, og eisini eru nøkur kømur at gista í við havútsýni av heilt serligum slagi. The Queen Mary Long Beach Í 1934 varð Queen Mary ferða­ manna­skipið flotað í Clydebank í Skotlandi. Skipið varð bygt til sigling millum Southampton, Cherbourg og New York. Í 1967 fór skipið á sína seinastu ferð um Atlantshavið og varð lagt í Long Beach í USA. Har virkar skipið nú sum savn og gistingarhúsið. Og at gista umborð á einum sjermerandi ferðamannskipið av gamla slag­ num er nakað heilt serligt. Ice Hotel Svøríki Í norður Svøríki liggur heimsins fyrsta íshotell, og hvørt ár koma 50.000 fólk teir 100 kilometrarnar norður um polarsirkulin fyri at uppliva Ice Hotel. Á gistingarhúsinum ber eisini til at gista í bæði køldum og heitum rúmum. Ein nátt á einum ískamari í køldu polarmarkini er ein uppliving fyri lívið! Featherbed Railroad Company Kalifornia Á stóru fløtunum í norðara parti av Kalifornia ber til at gista hjá Featherbed Railroad, sum er gjørt við gomlum tokvognum. Tú fært tín egna vogn at gista í, og so kanst tú reypa um tað restina av lívinum. Tianzi Hotel Kina Í Hebei landslutinum í Kina liggur Tianzi gistingarhúsið, sum er í 10 hæddum og er skapað í myndina av trimum kinesiskum gudum – Fu, Lu og Shou. Inngongdin til hotellið er gjøgnum høgra fót hjá Shou, og í hondini á honum er ein frukt, sum er innrættað sum svita.