hósdagur 3. apríl 2014síða 43
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Sosialurin nr. 40 · 4. apríl 2014
11
VIKUSKIFTI
ferðamálið
Hotel Costa Verde
Costa Rica
Eitt 727 flogfar frá 1965, sum millum annað South Afria Ari hevur
varðað av, er gjørt til eitt gistingarhús í grønum øki í Costa Rica.
Marglætiskømur í fantasiskum umhvørvi ger hotellið væl umtókt
millum tey romantisku, so her er eitt gott boð upp á brúðarferðina.
The Dog
Bark Park
Inn
Idaho
Í amerikanska statinum
Idaho er hotell, ið er bygt
í hundaskapi. Hetta er eitt
av kendastu støðunum í
statunum. Tað eru bert tvey
rúm at gista í, og tú skalt
verða í góðari tíð, um
tú skalt tryggja tær
pláss og uppliva eitt
sindur av hundalívi.
Letland
Í 1905 var Karostas fongslið bygt
í Liepaja í Letlandi. Fíggindar hjá
Stalin – og seinni hjá KGB – vóru
settir í fongslið. Nú ber til at
vitja í fongslinum og hevur tú
hug at royna at gista í einum
gomlum fongsli, ber tað eisini
til. Klivarnir eru reinir og tryggir,
men eisini eitt sindur ræðandi.
Karostas Cietums
Ryugyong
Hotel
Norðurkorea
3000 rúm og 105 hæddir. Risastóra
hotellið í Pyongyang verður kallaður
heimsins best kiksaði bygningur.
Hann er ikki nøkur fragd at líta á
og er ikki heilt liðugur enn. Byrjað
var at byggja fyri nógvum árum
síðani, men byggingin steðgaði
í 1992. Í 2008 var arbeiðið tikið
uppaftur, og í næstum verður
helst møguleiki at gista har.
Godiva Chocolate Suite
New York
Fyritøkan Godvia, sum ger sjokulátu, hevur innrættað ein svitu við sjokulátu.
Sjálvt stólar, song, lampur og alt annað innbúgv er gjørt úr sjokulátu.
Svitan er á Bryant Park Hotel í New York, og har kann mann sova søtan.
Kokopelli’s
Cave
Farmington
Í Farmington í USA er hetta
heilt serstaka rúmið at gista í.
Tað er gjørt í einari holu meira
enn 30 metrar undir jørð. Tú
skalt ganga niður gjøgnum
stiga, og áðrenn tú sleppur so
langt, skalt tú undirskriva skjal,
har tú tekur ábyrgd av tær
sjálvum. Ein nátt til tey djørvu.