hósdagur 3. apríl 2014síða 44
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Sosialurin nr. 40 · 4. apríl 2014
12
VIKUSKIFTI
Klaksvík og
Stuttgart
– Vit finna sera væl út av tí, okkum dámar væl at arbeiða saman,
verða kreativar, skriva sangir og framføra á konsertum, sigur Asta
Højgaard, sum samstarvar við týsku Lisu Kaisinger um tónleik
Tónleikur
Ragnhild Ellingsgaard
post@sosialurin.fo
Onnur er úr Stuttgart, hin er úr Klaks
vík, men saman skriva og framføra tær
tónleik.
Asta Højgaard úr Klaksvík hitti
fyri fýra árum síðani Lisu Kaisinger
úr Stuttgart í Týsklandi. Báðar fáast
við at syngja og spæla tónleik, og tá
ið tær av fyrsta tíð funnu saman um
tónleikin, var leyst og liðugt. Tær vóru
veruliga á bylgjulongd, og síðani hava
tær javnan havt framførslur, verið í
studio og skrivað sangir saman.
– Vit finna sera væl út av tí, okkum
dámar væl at arbeiða saman, verða
kreativar, skriva sangir og framføra á
konsertum, sigur Asta Højgaard.
– Vit kunnu vera sera erligar við
hvørja aðra, og tað er ikki soleiðis, at vit
skeldast, men heldur, at vit finna sera
væl út av tí og semjast væl, sigur hon.
Tað trupla valið
Asta Højgaard var einaferð partur av
gentubólkinum Faroe5, og hon hevur
eisini verið at hoyrt í øðrum saman
hangum – eitt nú sum gestur hjá bólk
inum Quarter To Three. Lisa Kaisinger
syngur og spælir gittar og klaver.
– Seinastu tvey árini hava vit gjørt
nakrar sangir saman og hava annars
samstarvað um tónleik. Eg búði eitt ár í
Týsklandi, og síðani hava vit ferðast eitt
sindur ímillum, sigur Asta Højgaard.
Asta og Lisa vóru at hoyra á Summar
Festivalinum í fjør, og tær hava eisini
havt aðrar framførslur her í Føroyum
og í Týsklandi.
Í fjør góvu tær ein sang út, og nú
um dagarnar var nýggjur sangur frá
teimum at hoyra. Sangurin kallast Two
og snýr seg um at taka avgerðir, tá ið
tað ikki er lætt at gera tað.
– Við hvørt veitst tú ikki veruliga,
hvat tú skalt, og hvat tú skalt velja. Vit
kunnu uppliva at hava tvey heim, tvey
hjørtu, tveir ymiskar tankar og ikki
rættiliga vita, hvussu vit skulu taka eina
avgerð. Tað snýr nýggi sangurin hjá
okkum seg um, sigur Asta Højgaard.
Nýggi sangurin Two kann finnast á
YouTube, og hann hevur eisini verið at
hoyrt á Rás2 í vikuni.
Halda sambandið
Seinasta árið hava Asta og Lisa búð í
hvør sínum landi, men tær halda sam
bandið og samstarvið viðlíka umvegis
netið og við at ferðast nakað aftur og
fram.
– Lisa var í Føroyum á Summar
Festivalinum, og hon var aftur her fyri
tveimum vikum síðani. Eg havi eisini
verið aftur í Týsklandi, og annars halda
vit sambandið umvegis Facebook,
Skype og Viber, sigur Asta Højgaard.
Tað var í Týsklandi, at tær her fyri
vóru í studio og gjørdu upptøkurnar av
nýggja sanginum. Eisini varð ein video
gjørd til sangin.
– Tá ið vit so eru í sama landi, so
eru vit sera aktivar. Vit skriva tónleik,
venja, taka upp og framføra.
– Góðir vinir nýtast ikki at hava
samband hvønn dag, men tá ið teir so
hava samband, so er tað, sum tað altíð
hevur verið. Soleiðis er við mær og
Lisu, sigur Asta.
Tær báðar ætla at halda fram við
tónleikaliga samstarvinum. Nýggir
sangir eru ávegis, og tær vóna, at tær
kunnu hava onkra framførslu í Føroy
um í summar.
finna saman í tónleiki
- Góðir vinir nýtast ikki at hava samband hvønn dag, men tá
ið teir so hava samband, so er tað, sum tað altíð hevur verið.
Soleiðis er við mær og Lisu, sigur Asta Højgaard