Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-04-03, síða 46
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 3. apríl 2014síða 46

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Sosialurin nr. 40 · 4. apríl 2014 14 VIKUSKIFTI Siðsøga við Óla Jacobsen Olfert var deyður men livir enn Brynhild Rasmussen í Havn verður 85 ár mikudag, 9. apríl. Í hesum sambandi skal greiðast eitt sindur frá hennara lívi. Ein heilt serlig hending var, tá ið sonurin, Olfert, var sagdur at vera deyður í móðurlívi. Men tíbetur er hann nú 64 ár seinni okkara millum B rynhild er av góðum bergi brotin. Abbi hennara, Petur í Mattalág, var ein av kendastu monnum í Havn. Tá ið hann doyði í 1928 skriv­aði presturin Absalon Joensen millum annað: Med Peter gik en af Thorshavns flittigste og dygtigste Borgere af den ældre Slægt i Graven. Herom vidner først og fremmest hans Hus og Ejendom ved Landevejen – et af de smukkeste Huse i Thorshavn – med Blomster og Træplantning omkring og om­ givet af en meget omhyggeligt oparbejdet Trø paa 3 Kofoders Størrelse. Kun de, der selv har oparbejdet en saadan Trø fra Nyjord, kan forstaa at vurdere hvor stort og tro­ fast et Arbejde, der er nedlagt i saadant et Stykke færøsk Jord, hvor mange Timers møj­sommeligt Slid, der er gaaet dertil, indtil hvert enkelt Stykke var gennemarbejdet med Hakken og Skovlen og Spaden og hvad der nu skulde til af Værktøj og Redskaber for at udføre et trofast Arbejde paa vort primitive Landbrugs stenede Grund. Petur var mest kendur sum postførari. Hann førdi post við opnum báti til Sandoyar og Suðuroyar. Eina slíka postferð kundi hann vera upp til 14 dagar burtur, tá ið veðrið ikki var til vildar. Petur hevði mong álitisstørv. Hann var tingmaður fyri sambandsflokkin eitt skifti. Hann var nevndarlimur í Færøernes Gensidige Forsikringsselskab. Eisini var hann millum teir arbeiðsmenn í Thorshavns Arbejderforening sum saman við fráhaldsmonnum í Thorshavns Totalafholdsforening, tóku stig til at stovna Havnar Sjúkrakassa í 1886. Omman fekk diplom frá drotningini Katrina, koma Petur, var eisini eitt merkisfólk. Hon fekk Dansk Kunstflidsforenings Hæders­ diplom for Kunstindustrielt Arbejde fyri tvey sera vakurt bundin turriklæði, hon hevði latið til framsýning í Charlottenborg í 1922. Ein sum skrivaði undir heiðursprógvið var Louisa, einkjudrotning, gift við Fríðrik 8. Sjálv ognaði Louisa sær annað turriklæðið. Brynhild greiðir frá Mamma, Jacobina, var úr Kollafirði. Pápi var Fritleif Johannesen, sonur Petur í Mattalág í Havn. Eg eri eisini fødd í Mattalág, men eri uppvaksin í »Barnabúðini« í Konradsbrekku. Hetta var barndómsheimið hjá rit­høvund­ anum Jørgen Frants Jacobsen, sum nú er grannahús hjá okkum. Eg byrjaði í nunnuskúlanum, men rædd­ ist so illa nunnurnar, at eg flutti oman í kommunu­skúlan, har Poul Jensen var skúlastjóri. Eg gekk í skúla í sjey ár og fór úr skúlanum 14 ára gomul, sum vanligt var tá. Tá eg var blivin konfirmerað, fór eg út at arbeiða beinanvegin. Eg hevði 10 ára føðingardag tann dagin, Danmark varð hersett av týskarum. Hetta var ein skelkandi dagur, eisini í Føroyum, tí minnist eg hann so væl. Eg minnist, at tað var grátið heima hjá okkum. Eingin visti jú tá, hvat ið fór at henda. Farin úr skúlanum fór eg at arbeiða sum húshjálp hjá skraddaranum Sigurskjold. Síðani fór eg til Íslands 17 ára gomul at arbeiða fisk. Hetta var beint aftan á kríggið, og har var gott at vera. Olfert sagdur at vera deyður Eg fekk Olfert í 1950, tá eg var 21 ár. Eg hevði tað gott alla tíðina, meðan eg gekk við honum, men tá ið tað kom til føðingina gekk ikki so væl. Eg lá heima í eina viku við verkjum. Lækni og jarðarmóður gingu til mín, men einki bleiv gjørt við meg. Tað skuldi bara eitast at vera plukkverkir. Eg begynti at fáa ilt sunnudag og lá heima alla vikuna til sunnu­dagin eftir. Mánamorgun var vatnið farið. Tá varð eg send út á hospitalið kl. 7 á morgni. Har fekk eg at vita, at hetta fór at verða yvir­staðið á middegi tann dagin, men allur dagurin gekk uttan at nakað hendi. Eg skuldi fáa keisaraskurð, men tá stóð so nógv á hjartanum, at tey tordu ikki at doyva meg. Eg hevði tað so ringt, at eg ynskti bert at sleppa hiðani. Mamma mín, sum bíðaði uttan­fyri, fekk at vita frá jarðarmóðrini , at nú mátti tey lata alt í Guds hond, so illa stóð til við mær. So varð eg koyrd í røntguna nakrar ferðir at vita, hvussu tað stóð til. Og so fekk eg at vita, at barnið var deytt. Tá hevði eg heldur ikki merkt lív í tveir dagar. Nú ráddi um at gera skjótt av, og tey tóku so fatt uppá meg týs­morgunin. Síðani fekk eg eina sproytu og læknin segði við meg, at nú skuldi alt vera yvirstaðið uppá ein tíma. Barnið bleiv tongforloyst. Eg varð ikki doyvd, so tað var øðiliga pínufult. Tá drongurin varð føddur fekk eg váttað, at hann var deyður ella skindeyður. Men so fóru tey at arbeiða uppá hann, og tey arbeiddu leingi. Hann græt ikki, men eitthvørt ljóð kom frá honum. Hann fekk eini herðindi og varð síðani førdur út. Eg sá hann ikki aftur fyrrenn tríggjar dagar seinni. Hann var illa farin. Høvdið var so stórt, tí tað var hovnað av teirri hørðu viðferðini, hann hevði fingið undir føðingini, tí tey hildu hann vera deyðan. At hann kortini livdi fekk eg heldur onga frágreiðing um. Olfert lá í tríggjar vikur á hospitalinum eftir, at eg var var sloppin heim. So fekk eg hann heim, men tað var so skjótt, at hann aftur var har úti, og síðan hevur hann reikað ímillum heim og hospital. Tað sást ikki á honum, at nakað var galið við honum. Eingin grun­aði um tað. Í okkara eygum mentist hann sum onnur børn, men hann var tó eitt sindur seinur í mun til hini børnini á hansara aldri. Eg fekk einki at vita, fyrr enn hann var eini trý ára gamal. Tá segði ein lækni, at hann skuldi innleggjast til kanningar. Hann lá á hospitalinum í 3 vikur, og eg fekk onga frá­ greiðing um hví. Brynhild 85 ár: Brynhild saman við synunum Olfert og Eirik