hósdagur 3. apríl 2014síða 47
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Sosialurin nr. 40 · 4. apríl 2014
15
VIKUSKIFTI
Hann var í heilum innlagdur. Hetta
var eisini vegna tey herðindini, sum hann
fekk. Men aðrar tíðir varð hann innlagdur
uttan frágreiðing. Hann var úti og spæli
fótbólt saman við dreingjunum, frískur og
raskur. So knappliga komu boð um, at nú
skuldi hann innleggjast kl. 3 sama dag. Eg
segði: »Innleggjast, hví?« Tað fekk eg ikki
at vita, men hetta vóru boðini frá lækna á
hospitalinum, sum hevði hann undir hond.
Sjálv fekk eg onga frágreiðing. Alt var so
loyndarfult.
Ta einu ferðina hann varð innlagdur, var
hann at síggja til frískur. Hann lá í heilar 14
dagar. Tá hann kom heim aftur, gekk hann
ikki. Hann mátti sita í einum stóli. Hvat var
hent við honum, vita vit ikki. Og hann var so
bangin, at komu fólk inn goymdi hann seg.
Einaferð varð hann lagdur einsamallur inn
»selluni«, sum tey kallaðu sjúkrastovuna fyri
sálarlig sjúk. Tá var hann so sjúkur. Hetta var
ræðuligt at gera móti einum so lítlum dreingi.
Tað var ræðuliga synd í honum, tað er
heilt vist. Hann kendi seg ótryggan, og hann
fekk í heilum hesi herðindini, sum heilt víst
vóru ein avleiðing av, at hann varð skaddur
í føðingini.
Sendur niður
Men tá ið hann var 6 ára gamal, fekk eg at
vita, at hann skuldi sendast niður. Eg segði
sjálvsagt nei og bæði græt og illa læt. Men her
hjálpti einki. Ein dagin kemur ein starvsmaður
frá hospitalinum við ferðaseðlinum.
Olfert fór so niður við »Tjaldrinum«, eg
fór sjálv við honum. Eg mátti tí senda hini
børnini ymsa staðni, so eg kundi sleppa avstað
við Olfert. Hann skuldi inn á barnahospitalið
í Nyborg. Tíbetur var hetta eitt frálíka gott
hospital ella heim. Fyristøðufólkini tóku sær
av honum, sum vóru tey foreldur hansara.
Hann fekk tað gott. Hann var har, inntil hann
var 12 ára gamal, tá varð hann fluttur til eitt
stað, sum nevndist Palles Have. Men her
treivst hann ikki. Síðani varð hann fluttur
til ein stovn í Maribo, her hevði hann tað
eisini sera gott.
Ikki fyrr enn eg kom niður aftur, og hann
aftur varð kannaður, fekk eg at vita, at tey
meintu, hann var evnaveikur, hóast hann
dugdi at tosa og kláraði seg millum onnur
børn her heima. Hetta samsvaraði ikki við
tað, sum eg annars hevði fingið at vita, at
hann var seinur og »bert« var eini trý ár
aftanfyri sínar javnaldrar.
Olfert slapp heim at ferðast eina ferð um
árið, og hetta var í summarfrítíðini. Tó sóust
vit ikki aftur tvey tey fyrstu árini, og var hetta
sera hart. Hann var tískil 8 ár, tá eg kundi
koma niður at vitja hann. Tá dugdi hann bert
at tosa danskt og hevði gloymt tað føroyska.
Vit kundu havt fingið hann heim aftur
sum 14 ára gamlan, men hetta kravdi, at
hann fekk eitt kamar fyri seg sjálvan. Tá áttu
vit fleiri børn, so hetta lat seg ikki gera hjá
okkum heldur enn hjá øðrum tá í tíðini.
Loksins heima aftur
Olfert var 19 ár, áðrenn hann kom heim
aftur at vera. Og síðan tá hevur Olfert verið
í Føroyum. Hann hevur búð hjá okkum alla
tíðina. Vit vildu hava hann heim, og vit
stríddust fyri hesum. Men alt var so trupult
eins og tað ofta er í dag. Doktor Poulsen
skuldi hjálpa okkum at fáa eina íbúð. Hann
var ein sera fittur og hjálpsamur lækni. Hann
skrivaði til býráðið og kravdi, at vit skuldu
hava eina íbúð. Tað eydnaðist okkum eisini at
fáa tilsøgn um eina íbúð úti við Ellisheimið,
men tá ið vit skuldu flyta inn, varð íbúðin
tikin frá okkum aftur. Herstøðin í Mjørkadali
skrúvaði eisini leiguprísirnar upp, so tað var
sera trupult at fáa íbúð, hóast eg saman við
manninum stríddist og arbeiddi. Men endin
var so kortini, at vit fingu húsini í Gríms
Kambansgøtu, Konradsbrekku, har vit nú
búgva, og her hava vit trivist sera væl.
Havi bert havt gleði av Olfert
Alt hetta hendi samstundis, sum eg hevði so
ringa samvitsku mótvegis Olfert, tí eg mátti
lata hann frá mær. Hann hevur eisini fram
vegis fortreð av hesi tíðini, hann ikki slapp
at vera heima. Hann minnist framvegis ta
løtuna, tá ið hann kom úr bilinum í Nyborg,
hvussu hann græt, og hvussu bangin hann
var. Hann spyr framvegis, hví tað skuldi vera
so. Hann var av allarfittastu smádreingjum.
Hann hevur altíð verið so góður, og eg havi
bert havt gleði av honum. Um dagarnar er
hann á verkstaðnum Vón.
Tað er neyvan ivi um, at Olfert hevði eins
væl kunnað verið í Føroyum. Tað søgdu tey
eisini niðri. Tey skiltu ikki, hvat hann hevði
at gera har.
Men vit kunnu bert fegnast um, hvussu
nógv hugburðurin er broyttur á hesum
økinum. Og vit kunnu eisini fegnast um, at
fólk sum Olfert nú kunnu hava tað gott heima
hjá sínum egnu. Søgan um Olfert er eitt gott
ískoyti til søguna um tey børnini, sum í síni
tíð vórðu send av landinum.
Fekk fimm børn afturat
Tað at uppliva eina so harða føðing við fyrsta
barninum gjørdi kortini ikki, at Brynhild ikki
tordi at fáa fleiri børn. Longu árið eftir fekk
hon næsta barnið, men tað gekk væl og tað
hevur eisini gingið væl at eiga hini børnini.
Brynhild giftist við Jógvan Rasmussen
av Sandi, sum var kendur hýruvognsførari í
Havn. Børnini blivu seks í tali, tveir synir og
fýra døtur. Fyri nøkrum árum síðani hevði
Brynhild ta sorg at missa sonin Eirik í góðum
árum. Stutt eftir doyði Jógvan, og var hetta
eisini sárt. Men Brynhild kann gleða seg um
at hava eina góða familju. Døturnar og teirra
eru nógv um hana.
Brynhild og Olfert hava nú í mong ár ár
búð í Konradsbrekku, og hetta hevur gjørt
okkum til grannar. Brynhild er eitt sjáld
samt lívsstykki. Altíð er hon í góðum lag
og skemtingarsom, so tað kann sigast at
hon setur lív í har hon kemur og hjá øllum
sum kenna hana. Ein fer altíð frá henni altíð
lættari í sinni. Tað skal eisini takast til, hvussu
fyrimyndarliga hon hevur tikið sær av Olfert
og hann av henni. Olfert var annars í síni tíð
við í Emmas Blue Band, og var hann eisini
við í fløguni hjá henni.
Tað skal vera ynskt Brynhild so hjartaliga
tillukku við degnum og vit vóna at hava hana
okkara millum leingi afturat.
Komandi partur:
Komandi vikuskiftið kemur
fjórði partur við frásøgn hjá
Símuni Gullaksen úr Hattarvík.
Olfert og Brynhild niðri í Danmark
Olfert undir upptøkuni av fløguni hjá Emmas Blue Band
Olfert byrjaði ungur sum tónleikari
Brynhild og Jógvan