Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-04-03, síða 48
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 3. apríl 2014síða 48

‹ fyrra síða allar 48 síður

Tekstur á síðuni

Sosialurin nr. 40 · 4. apríl 2014 Ja, cirka trý til hvørt lið! Her hava verið nógvar útvísingar til báðar partar, og eisini hava dómararnir givið fleiri gul kort Hondbóltsfrásøgn í Kringvarpinum Bara einari? Johan Dahl fer at leita eftir einari millión in.fo Nógvur vindur? Her liggur eitt mál í luftini Fótbóltsfrásøgn á Rás2 Umsíðir! Klaksvíkingar hava nú lært at parkera Norðlýsið Grundskeið í grind! Skulu nú á skeið fyri at sleppa í grind In.fo Heim úti? Heimleysir bogaskjúttar. Føroysku bogaskjúttarnir hava einki stað, har teir kunnu skjóta úti. Kringvarp.fo Í ranga strúpan Jákup Eli og Nóasynd Fríggjadagin gevur Jákup Eli Joensen nýggja fløgu út. Hann gjørdist landskendur við sanginum um Vanju og kemur nú við sínari fjórðu útgávu. Á fløguni eru 13 sangir, og útgávan hevur fingið heitið Nóasynd. Fríggjadagin kl. 16.30 spælir Jákup Eli í Tutl handlinum í miðbýnum í Havn. Jákup Eli Tutl handilin í Havn Fríggjadagin 4/4 kl. 16.30 Bergur tosar um Viderø Bergur Djurhuus Hansen heldur mánakvøldið fyrilestur um K.O. Viderø og ritverk hansara á Sands Bókasavni. Bergur Djurhuus Hansen er útbúgvin cand.mag. í bókmentasøgu og søgu á universitetinum í Århus. Í 2012 var hann settur í granskingar- og undirvísingarstarv á Føroyamálsdeildini. Í løtuni arbeiðir hann við phd-ritgerð um ferðafrásagnirnar hjá. K.O. Viderø. Fyrilesturin tekur støði í arbeiðinum við phd-ritgerðini. Fyrilestur um K.O. Viderø Sands bókasavn. Mánakvøldið 7/4 kl. 19.30 baksíðan... lagt til rættis: Eyðun Klakstein – Heldur enn at byggja múrar og byrgja seg inni í nýggju sethúsabýlingunum, átti meiri verið gjørt við at farið aftur til gomlu føroysku býlingarnar, har ein heilt onnur harmoni er at finna – Eg fekk eitt sjokk, so fór eg at skríggja, og so fór eg at gráta Ósbjørn Jacobsen, arkitektur Jasmin Dahl um sigurin í X Factor Cobain í Spaniastovu Í ár eru liðin 20 ár, síðani tónleikarin Kurt Cobain doyðu. Hann var sangari í kenda bólkinum Nirvana, sum gjørdist slóðbrótandi fyri nýggjum rockráki í 1990’unum. Leygarkvøldið verður konsert við tónleiki hjá Cobain í Spaniastovu í Klaksvík. Eitt húsaorkestur spælir, og solistar fara at syngja – eitt nú Benjamin Petersen, Hans Andrias Jacobsen og Lindi Gardar. Eisini hugleiðir Andras Sólstein um Kurt Cobain.Konsertin klokkan 22 er útseld, og tí verður eykakonsert kl. 20.00. Nirvana Unplugged – Come As You Are Spaniastova í Klaksvík Leygarkvøldið 5/4 kl. 20 & 22 Nýggju klæði Keisarans Eitt av kendastu ævintýrunum hjá HC Andersen er søgan um nýggju klæði keisarans. Katarina Noløse Og Hans Tórgarð hava sett søguna um sum barnaleik. Leikurin varð frumframførdur á Tjóðpalli Føroya á Olavsøku í fjør, og um vikuskiftið kann leikurin upplivast á Norðurlandahúsinum í Havn, har barnafestivalur er. Keisarans nýggju klæði Norðurlandahúsið í Havn Fríggjadagin 4/4 kl. 13 & 18 – Um tú ert glað og lukkulig, hevur einki annað týdning Robin Wright, sjónleikari