Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-04-07, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 7. apríl 2014síða 6

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 7. apríl 2014 · Nr. 41 6 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Ingolf S. Olsen Annika Sølvará, stjóri í Gransk­ingarráðnum, væntar, at tað verður alt annað enn trupult at sleppa av við fæið hjá Sjúkrakassagrunninum. Fæið er umleið 28 milliónir, har­av tær 23 eru tøkar nú, með­an restin er bundin í fast­ogn eina tíð afturat. - Longu dagin eftir, at Løgtingið 3. mai 2012 sam­ tykti, at vit skuldu hava ábyrgd­ina av at útluta fæið, byrj­aðu fólk at ringja og spyr­ja seg fyri, sigur Annika Sølvará. Sjúkrakassagrunnurin hev­ur sjálvur gjørt neyvar treyt­ir og leiðreglur fyri, hvus­su pengarnir skulu út­lut­ast, men tað verður Gransk­ing­ar­nevndin undir Gransk­ing­ar­ráðnum, ið tek­ur endaliga støðu til tær stóru umsóknirnar, eins og tá tal­ an er um vanligan stuðul frá Granskingarráðnum. Van­ligt er eisini at senda verk­æt­lan­ ir, sum stuðul er søktur til, til fak­liga meting hjá óheftum, útlendskum serfrøðingum. Hol í sjógvin - Í sambandi við pengarnar úr Sjúkrakassagrunninum skal ein faknevnd velja verk­ ætlan­ir út, sum Gransk­ing­ arn­evndin síðani skal taka støðu til. Tær smáu játt­an­ ir­nar – niðanfyri 80.000- 100.000 krónur – tekur fyri­ sit­ing­in tó sjálv støðu til, sig­ur Annika Sølvará. Stjórin í Gransk­ingar­ráð­ num fegnast um møgu­leik­ an at útluta fæ­ið úr Sjúkra­ kassa­grunn­inum skjótt. - Eg haldi, tað er sera gott, at vit sleppa at seta nógvar verk­ætlanir í gongd í senn. Tá kunnu vit gera okkurt, sum veru­liga munar – vit gera eitt hol í sjógvin. Vit kunnu bæði skapa størri tilvit við fleiri førleikamennandi til­ tøk­um og við málrættaðum gransk­ing­ar­verkætlanum. Ein annar leistur kundi jú verið at gjørt fæið til eina varandi keldu við bara at lata renturnar út í stuðli. Men tá hevði talan bert verið um smá­ar dropar, har lutfalsliga stór­ur partur hevði druknað í umsiting, sigur Annika Sølvará. Sjúkrakassagrunnurin hev­ur, áðrenn fæið varð latið Gransk­ingar­ráð­num, markað tað í trý høvuðs­øki, og stjórin í Granskingarráðnum vænt­ ar, at tað verður klárt at lata stuðul til høvuðsøki 1 longu um einar tveir mánaðir. Upplýsa og granska Fýra milliónir krónur er sett­ ar av til høvuðsøki 1, sum um­ fatar stuðul til upplýsandi og mennandi tiltøk umframt kann­ing­ar­verkætlanir, sum kunnu menna heilsuøkið í Før­oy­um. - Her er talan um smærri verk­ætlanir, ið ikki eiga at krevja so langa viðgerðartíð, sigur Annika Sølvará. Størsta puljan er høvuðs­ øki 2, sum er stuðul til gransk­ing og menning inn­an raðfest økir, sum kann men­ na heilsuøkið í Føroyum. Til hetta endamálið eru 11,8 millión­ir krónur tøkar, og tað er serliga her, faknevndin kem­ur inn í myndina. - Hesin stuðulin líkist mest tí vanliga gransk­ ing­ar­stuðlinum, og tað er greitt, at vit skulu tryggja ok­k­um, at hann verður latin skikk­aðum umsøkjarum og ver­k­ætlanum. Eg ímyndi mær, at hann verður latin í tveimum umførum til størri verkætlanir. Fyrsta um­sókn­ ar­freistin verður 1. septem­ ber, og umsøkjarar fáa svar 19. desember, sum er stovn­ in­gardagur hjá fyrsta sjúkra­ kassanum í Føroyum. Næsta um­far verður so eitt ár sein­ ni, sigur Annika Sølvará. Pengar til samstarv Høvuðsøki 3, sum hevur sjey milliónir krónur at taka av, er í avmarkaðan mun ætlað at veita beinleiðis stuðul til ph.d-verkætlanir til ph.d- les­andi á Fróðskaparsetri Før­oya, og skal annars veita stuðul til at menna gransk­ ing­ar­samstarvið mill­um Fróðskaparsetrið og sjúkra­ hús­verkið og møguliga aðrar við­kom­andi stovnar fyri at menna heilsuøkið í Føroyum. Fyrstu formligu stigini eru longu tikin á økinum. Sama dag, sum fæið úr Sjúkra­ kassagrunninum varð hand­ að Granskingarráðnum at umsita, skrivaðu Fróð­skap­ ar­setr­ið, Landssjúkrahúsið og Deildin fyri Arbeiðs- og Almannaheilsu und­ir samstarvsavtalu á gransk­ ingar- og út­búgv­ingarøki­ num. Ítøkiliga skulu pengar brúkast til at seta master-út­ búgv­ingar á heilsuøkinum í gongd og til arbeiði hjá vísindastarvsfólki á heilsu­ øki­num. - Her verður talan so í høvuðs­heitum um, at vit í sam­starvi við hesar stovnar skulu finna út av, hvussu peng­ar­nir verða best brúktir, sigur Annika Sølvará. Varandi effekt Stjórin í Granskingarráðnum vónar, at fæið úr Sjúkra­ kassa­grunninum fer at hava varandi effekt, tó at tað verður brúkt at kalla í einum. - Til samans er talan um stuðulsveitan, sum er tríggjar til fýra ferðir so stór, sum tær sjey milliónir krónurnar, vit ár­liga fáa á fíggjarlógini til gransk­ ingarstuðul til øll gransk­ing­ ar­økini. Her verður alt latið til eitt økið. Tað fer at gera mun, vit fara at síggja ítøkilig úrs­lit, sum koma fólki og sam­felagnum til góðar bæði heilsu­liga og fíggjarliga. Vænt­andi fara pengarnir eisini at skapa aðrar inn­tøk­ ur til granskingina inn­an heilsu­økið, serliga uttan úr heim, men eisini tí at bæði politiska skipanin og sjúkra­ hús­verkið fara at síggja nyttuna í hesum. - Vit skulu heldur ikki gloy­ma, at vit longu nú hava dugnaligar granskarar í Føroyum, sum granska á høgum stigi og hava altjóða viðurkenning. At menna granskingina er eisini ein týdningarmikil liður í at fáa okkara væl útbúnu fólk heim aftur, so vónandi verður tað eisini ein avleiðing av hesi stóru gávu til føroyska gransking frá Sjúkrakassagrunninum, sigur Annika Sølvará. Annika Sølvará: Vit gera eitt hol í sjógvin Heldur enn at lata stuðulin úr Sjúkrakassagrunninum í smáum dropum, skal Granskingarráðið brúka alt fæið uppá fá ár. Stjórin í ráðnum væntar, at tær 28 milliónir krónurnar av fænum í Sjúkrakassagrunninum, sum skulu út sum stuðul, fara at menna heilsuøkið og fara at draga meira pengar til gransking Fakta Tey trý høvuðsøkini, sum stuðulspengarnir úr Sjúkrakassagrunninum skulu brúkast til: Høvuðsøki 1, fýra milliónir krónur : Stuðul til upplýsandi og mennandi tiltøk umframt kanningarverkætlanir, sum kunnu menna heilsuøkið í Føroyum. Einans føroysk áhugafeløg kunnu søkja, og atlit skulu takast til, at stuðulin gagnar øllum økjum í landinum. Verkætlanir kunnu fevna um: • Upplýsandi tiltøk. • Upplýsandi tilfar. • Serlig tiltøk. • Ráðstevnur. • Kanningarverkætlanir. Stuðul kann ikki latst til: • Rakstur í felagsskapum. • Einstaklingar ella viðgerð, heilivág og hjálpiamboð. • Ráðstevnuluttøku, skeið, útbúgving og eftirútbúgving. • Uttanlandsferðir hjá bólku ella einstaklingum. • Útgerð so sum lyftir og annað. Høvuðsøki 2, 11,8 milliónir krónur: Stuðul til gransking og menning innan raðfest øki, sum kann menna heilsuøkið í Føroyum. Raðfest øki: • Heilsa sum sosialt fyribrigdi, at kanna tey sosialu viðurskifti, sum ávirka heilsu og sjúku, og hvussu sosialir trupulleikar, sum fylgja av sjúku, kunnu bøtast. • Heilsa sum medisinskt fyribrigdi, at kanna tey medisinsku viðurskifti, sum ávirka heilsu og sjúku, til dømis autoimmunar sjúkur, neurodegenerativar sjúkur og giktasjúkur. • Hjartasjúkur, gransking/kanning av sjúkum í hjarta og blóðrensli, atvoldin til hjartasjúkur, fyribyrging og viðgerð. • Krabbamein, epidemiologiskar kanningar/gransking innan krabbameinsøkið. • Sálarfrøðilig heilsa, gransking og kanningar innan sálarsjúku og fyribyrgjandi tiltøk. Stuðul kann veitast til smærri verkætlanir, samstarvsverkætlanir, ph.d-verkætlanir og post.doc- verkætlanir, og tað eru granskarar saman við føroysku stovnum, sum kunnu søkja. Høvuðsøki 3, sjey milliónir krónur: Stuðul til at menna gransking á Fróðskaparsetri Føroya ella í samstarvi millum Fróðskaparsetrið og sjúkrahúsverkið og møguliga aðrar vikomandi føroyskar stovnar fyri at menna heilsuøkið í Føroyum. Raðfest øki: • Ígongdsetan av master-útbúgving í heilsuvísindum og sosialum arbeiði. • Ph.d-stuðul, til dømis til verkætlanir innan sjúkrarøkt, læknavísindi ella sosialvísindi. • Vísindastarvsfólk í heilsuvísindum/fólkaheilsu/ sosialari heilsu. 31. mars handaði Sjúkrakassagrunnurin Granskingarráðnum stovnsfæið, og í síni takkarrøðu fegnaðist Annika Sølvará, stjóri í Granskingarráðnum, millum annað um, at politiski myndugleikin, miðfyrisitingin og nevndin fyri Sjúkrakassagrunnin høvdu valt at stinga út í kortið eftir almenna granskingarpolitikkinum ”Vitan og vøkstur”, sum var samtyktur 28. januar 2011. Har er mælt til at styrkja samstarvið millum Fróðskaparsetrið og aðrar granskingarstovnar í landinum, og ítøkiliga er mælt til at stuðla gransking á heilsuøkinum pengar til gransking