mánadagur 7. apríl 2014síða 7
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
7
Fríggjadagur 7. apríl 2014 · Nr. 41
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Ingolf S. Olsen
Samstarvsavtalan, sum 31.
mars varð gjørd millum
Landssjúkrahúsið og Fróð
skaparsetur Føroya, stað
festir og formaliserar í stóran
mun bara tað samstarvið,
sum leingi hevur verið, ser
liga innan útbúgving av
sjúkrarøktarfrøðingum. men
avtalan byggir eisini brýr
millum stovnarnar og gevur
avbjóðingar til báðar partar.
Og úrslitið skal helst verða,
at báðir stovnarnir verða
lyftir upp í dygd.
Tað sigur Sigurð Ó. Vang,
stjóri á Landssjúkrahúsinum,
sum eisini væntar, at avtal
an fer at kunna vaksa um
áhugan hjá læknum at søkja
sær starv á Landssjúkrahúsi
num.
- Endamálið er jú at
menna bæði ta heilsuvís
undaligu
granskingina
og
útbúgvingarnar
inn
an heilsuøkið. Serliga tað
yngra ættarliðið av lækn
um spyr eftir granskingar
møguleikum, so kunnu vit
kalla okkum eitt undirvís
ingarsjúkrahús og bjóða tað,
so verður tað helst eisini
lættari at draga læknar til
okkum.
- Samstarv av hesum slag
num betrar eisini dygdina í
okkara viðgerðum. Eg vil lýsa
tað soleiðis, at um vit ikki
bæði undirvísa, menna og
granska, so verða vit við tíð
ini verri fyri at viðgera okk
ara sjúklingar, sigur Sigurð
Ó. Vang.
Sjúkrakassa-stuðul
Tað
er
frammanundan
næstan vist, at tað eisini
verða pengar til hetta nýgg
ja samstarvið úr Sjúkra
kassagrunninum, hvørs fæ
Granskingarráðið júst hev
ur fingið at umsita. Tí sam
starvið er beinleiðis nevnt í
høvuðsøki 3 í ásetingunum
fyri, hvussu fæið skal brúk
ast.
Ítøkiliga er ætlanin, at
Landssjúkrahúsið og Fróð
skaparsetrið
saman
seta
felags vísindalig starvsfólk,
til dømis kliniskan lektara.
- Soleiðis kunnu vit bygg
ja brýr millum tað ítøki
liga arbeiðið og praktisku
royndirnar í gerandisdeg
num á Landssjúkrahúsinum
og tað meira akademiska
lærustovnsumhvørvið
á
Setrinum, har fylgt verður
við tí nýggja, sum rørir seg,
sigur sjúkrahússtjórin.
Á
Fróðskaparsetrinum
er ambisjónin einaferð at
kunna bjóða lesandi eina
læknavísundaliga grundút
búgving, og í tí sambandinum
skal ein arbeiðsbólkur sam
bært nýggju avtaluni setast
at lýsa, hvussu ein slík út
búgving kann skipast.
Framsøkin ætlan
Sjúkrahússtjórin heldur, at
talan er um eina spennandi
og framsøkna hugsan.
- Eg havi spurt meg fyri hjá
læknum á sjúkrahúsinum,
og er respekt fyri ætlanini.
Teir síggja í øllum førum
onki skeivt í, at fortreytirnar
fyri einari slíkari útbúgving
verða lýstar.
- Vit gjalda frammanund
an rættiliga fitt av peningi
gjøgnum
ÚSUN-lestrar
stuðulsskipanina til føroysk
læknalesandi
uttanfyri
Norðurlond, eitt nú í Pól
landi, har einir 30 føroyingar
lesa til lækna. Tað er helst
ikki óhugsandi, at fleiri av
hesum høvdu valt at byrja
útbúgvingina her heima, um
møguleiki var fyri tí, sigur
Sigurð Ó. Vang.
Stuðulin úr Sjúkrakassa
grunninum er avmarkaður
til nøkur ár og verður ikki
varandi, so nýggja sam
starvsavtalan og tey ítøkiligu
samstørvini, ið spretta úr
henni skulu hava fígging.
Málið
er
at
gerast
alsamt betri at søkja uttan
hýsis fígging. Innan ver
andi rakstrarkarmar verð
ur trupult sum støðan er.
Eg kann við vissu siga, at
onki verður tikið frá sjúk
lingadeildunum
orsakað
av samstarvinum við Fróð
skaparsetrið, sigur Sigurd Ó.
Vang.
Avtala byggir brýr
Nýggja samstarvsavtalan millum Landssjúkrahúsið og Fróðskaparsetur Føroya skal byggja brýr millum
tað meira ítøkiliga arbeiðið við menniskjum á sjúkrahúsinum og tað akademiska umhvørvið á Setrinum.
Tað sigur sjúkrahússtjórin. Nýggja samstarvið fær væntandi stuðul úr Sjúkrakassagrunninum
- Um vit ikki bæði
undirvísa, menna og
granska, so verða vit
við tíðini verri fyri
at viðgera okkara
sjúklingar, sigur
Sigurð Ó. Vang, stjóri á
Landssjúkrahúsinum
Fakta
Endamálsorðingin í samstarvsavtaluni
millum Fróðskaparsetur Føroya og
Landssjúkrahúsið er soljóðandi:
Endamálið við hesi avtalu er at menna heilsuvísundaliga
gransking, menning og útbúgving í Føroyum. Avtalan
skal skipa samstarvið millum LS (Landssjúkrahúsið, red.)
og Setrið við greiðum ásetingum viðvíkjandi innihaldi og
mannagongdum og verða ein karmur um víðari menning av
samstarvinum.
pengar til gransking