mánadagur 7. apríl 2014síða 8
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 7. apríl 2014 · Nr. 41
8
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Ingolf S. Olsen
Tó at ongin frammanundan
hevur nakra trygd fyri at fáa
lut í stuðulsmilliónunum úr
Sjúkrakassagrunninum, so
má gransking við tilknýti
til Deildina fyri Arbeiðs- og
Almannaheilsu í ein ella
annan mun vera sjálvskrivað
sum móttakari.
Deildin stendur framman
undan fyri einum stórum
parti av granskingini innan
føroyska heilsuøkið, og fleiri
granskingarverkætlanir eru
støðugt í gongd har.
Pál Weihe, granskari og
yvirlækni á Deildini fyri
Arbeiðs- og Almannaheilsu,
dylir heldur ikki, at hann
væntar, at granskingargávan
frá Sjúkrakassagrunninum,
sum Granskingarráðið hevur
fingið at umsita, fer at men
na deildina og stuðla undir
granskingina har.
-
Granskingarpengar
eru neyðugir, tí vit fáa onga
vitan fyri onki. Ofta tek
ur tað kanska mánaðir at
skriva
stuðulsumsóknir,
áðrenn farast kann undir
eina verkætlan, men nú er
so ein pulja meira at søkja
úr, hon er í Føroyum, og
størsti parturin av henni,
11,8 milliónir krónur, eru
markaðar til millum annað
heilsugransking, staðfestir
Pál Weihe.
- Sum leiðari av deildini
eri eg í tí keðiligu støðu, at
eg ikki havi kunnað bjóðað
teimum, sum longu hava
granskað her í mong ár eitt
fast starv. Tað vóni eg skjótt
verður møguligt, sigur hann.
Samstarv við Setrið
Væntanirnar
um
stuðul
úr
Sjúkrakassagrunninum
styrkjast eisini av, at ein
partur
av
stuðlinum
er
markaður til granskingar- og
undirvísingarsamstarv við
Fróðskaparsetrið, og sama
dag, sum grunnurin han
daði
Granskingarráðnum
fæið, skrivaði Pál Weihe veg
na Deildina fyri Arbeiðs- og
Al-mannaheilsu undir eina
slíka samstarvsavtalu við
Fróðskaparsetrið.
- Avtalan er góð á pappíri
num, men hvussu hon royn
ist, veldst um viljan hjá
pørtunum at fylla konkret
innihald í hana. Tað skal
ganga báðar vegir. Setrið
hevur sera kompetent fólk,
til dømis innan evnafrøði og
hagfrøði, sum vit kunnu fáa
stóra nyttu av, um vit sam-
starva. Tað hevði jú verið
óført, um vit kundu greina
okkara klinisku data saman
við Fróðskaparsetrinum, til
dømis ta hagfrøðiligu við
gerðina. Sum er, eru vit ofta
noydd at fáa hjálp frá hag
frøðingum uttanlands. Hin
vegin hevur setrið brúk fyri
undirvísarum við gransk
ingarroyndum, og tað kunnu
vit og Landssjúkrahúsið le
vera, sigur Pál Weihe hann.
- Við samstarvsavtalu
num, sum vit og Lands
sjúkrahúsið hava gjørt við
Fróðskaparsetrið, byrja vit
at líkjast einum universitets
hospitali, har vit kunnu fáa
nyttu av teirra førleikum og
ekspertisu, samstundis sum
vit kunnu ríka tey við okkara
ekspertisu
og
praktisku
royndum við livandi tilfari,
sigur hann.
Vón um vøkstur
Hansara dreymar og visjón
ir um føroyska gransking
á heilsuøkinum eru stórar,
og tær fáa bara betri flog
av
nýggja
stuðulsmøgu
leikanum og samstarvsav
taluni við Fróðskaparsetrið.
- Mín dreymur er, at
deildin her kann vaksa,
so vit verða einir tíggju
granskarar í føstum starvi.
Tað krevur sjálvsagt, at vit
eisini fáa eina fasta játtan til
tað. Men tá høvdu vit veru
liga fingið granskingina at
blóma. Vit eru annaðleiðis
í Føroyum bæði so og so,
og vit liva annaðleiðs. Tí er
potensjalið fyri granskingar
verkætlanum innan heilsu
økið nærum óendaligt, stað
festir Pál Weihe.
Hann heldur, at góðu
føroysku
granskingarúrs
litini, sum eru viðurkend
víða um í heiminum, áttu
at birt undir størri visjónir
hjá politikarunum og øllum
fólkinum.
Saknar grammleika
- Eg sakni eitt sindur tann
grammleikan, sum onkuntíð
hevur valdað og fingið tjóð
ina at ganga fram í øllum
lutum. Til dømis tá menn
tóku stig til Jólafundin í 1888,
ið legði lunnar undir okkara
tjóðarbygging.
- Vit hava so øgiliga góðar
møguleikar á nógvum økjum,
og eitt teirra er gransking.
Vit eru ein unikk perla í
heimshavinum, her ber til
at liva nærum sum aðal
mitt í einari fantastiskari
náttúru. Ikki er neyðugt
við so innviklaðum lógum
heldur, tí vit regulera okkum
sjálvi. Her eru at kalla ongar
forðingar, kanska undantikið
høgu prísirnar. Eisini er
samskiftisavstandurin
at
kalla burtur í dag. Vit hava
teldur og internet, og tað
tekur tveir tímar at flúgva til
ein stóran ferðslumiðdepil,
haðani ferðast kann í allar
ættir.
- Alt hetta umframt eitt
sera spennandi grundarlag
fyri gransking eigur eisini at
kunna draga fleiri útlendskar
granskarar
henda
vegin,
sigur Pál Weihe.
Pál Weihe:
Nýggj átøk stuðla væl
undir granskingina
- Granskingarpengar eru neyðugir, tí vit fáa onga
vitan fyri onki. Ofta tekur tað kanska mánaðir at
skriva stuðulsumsóknir, áðrenn farast kann undir
eina verkætlan, men nú er so ein pulja meira at søkja
úr, hon er í Føroyum, sigur Pál Weihe, granskari og
yvirlækni á Deildini fyri Arbeiðs- og Almannaheilsu.
11 fólk eru knýtt at deildini, og av teimum hava
tey fýra formligan granskingarførleika
Nú Sjúkrakassagrunnurin sprænir fleiri milliónir krónur í gransking, og samstarvsavtala
er gjørd við Fróðskaparsetrið, hevur Pál Weihe, granskari og yvirlækni á Deildini fyri
Arbeiðs- og Almannaheilsu, góðar vónir fyri framtíðina. Hansara dreymur er, at deildin fer
at vaksa, so einir tíggju granskarar fáa fast starv innan fólkaheilsugranksing
Fakta
Endamálsorðingin í samstarvsavtaluni
millum Fróðskaparsetur Føroya
og Deildina fyri Arbeiðs- og
Almannaheilsu er soljóðandi:
Endamálið við hesi avtalu er at menna heilsuvísundaliga
gransking, menning og útbúgving í Føroyum. Avtalan skal
skipa samstarvið millum DfAA (Deildina fyri Arbeiðs- og
Almannaheilsu, red.) og Setrið við greiðum ásetingum
viðvíkjandi innihaldi og mannagongdum og verða ein
karmur um víðari menning av samstarvinum.
pengar til gransking